Í fjør vitjaðu umleið 3.000 fólk Look North á Sjómannadegnum. Aftur í á verður borðreitt við ókeypis kaffi og vaflum á virkinum.
-Okkara kundar eru serliga stórir vinnukundar, men hetta gevur okkum høvi at koma í sambandi við fólk og at kunna um hvat vit gera, sigur Árni Skaale, stjóri á Look North, ið er á havnarlagnum á vestursíðuni í Klaksvík, har flestu tiltøkini á Sjómannadegnum fara fram í morgin..
Tove Sigudson er ein av teimum, sum á hvørjum ári bakar vaflur Sjómannadagin á Look North.