Tað var íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, sum handaði teimum falkin, sum kann sammetast við danska riddarakrossin og verður latin teimum, sum á ein serligan hátt hava givið sítt íkast til íslendsku tjóðina.
Hjúnini vóru ovfarin, tá Tórður Mikkelsen hevði tey á tráðnum, beint eftir at tey vóru komin aftur til Reykjavíkar av Bessastøðum seinnapartin í gjár.