- Eg haldi ikki, at Skálatrøð er sjarmerandi ella gott fyri nakran annan enn fyrireikararnar á Ólavsøku. Foreldur sita bara og trippa og telja minuttirnar til tey sleppa úr hasum óbarnavinarliga økinum við høgum prísum, longum bíðirøðum og skramblivinningum...
Millum annað soleiðis skrivar Mena Joensen á sínum facebookvanga dagin eftir ólavsøku, og eftir viðmerkingunum at døma, so var hon ikki einsamøll um at hava hesa áskoðan.