Í fleiri bygdum í Føroyum mangla kaffistovur ella matstøð har ferðafólki kunnu bukka beinini og fáa ein drekkamun og ein bita - ikki bara seinnapartar ella um kvøldið, men eisini um morgunin.
Tað halda Rúni Hamradal og Turið Lamain, sum fyri stuttum lótu eina lítla kaffistovuna Kafé Kai upp á keiini í Sørvági.