Trøll, hóttanir og haturstala eru gerandisdagur hjá teimum, ið kjakast á sosialu miðlunum.
Hesi trøll og hóttandi persónar gera tað trupult at hava eitt gevandi og demokratiskt kjak, tí tey hava til endamáls at tippa kjakarar, sum tey eru ósamd við.
Serliga eru tað minnilutar, ung og kvinnur, ið standa fyri skotum, sigur sigur Mia Smeds, samskiftisráðgevi í norðurlandaráðnum, sum skipaði fyri ráðstevnu í norðurlandahúsinum.
Ein ráðstevna undir heitinum: Ung, talu- og skrivfrælsi og sosialir miðlar.