Stjórnarskipanin er, sambært løgmanni, eitt so týdningarmikið mál, at politiski myndugleikin ikki hevur heimild at taka avgerð um tað einsamallur. Samgonguflokkarnir halda, at vit mugu staðfesta í einum skjali, at føroyingar hava evsta valdið í Føroyum, og at fólkið skal atkvøða um hana. Sambandsvongurin heldur hinvegin, at ein føroysk stjórnarskipan er óneyðug og ger seg inn á verandi ríkisrættarligu støðu.
Hoyr fyrstu sending um sjtórnarskipan her: Fólksins lóg - hvat er ein stjórnarskipan (1:4)