Ein fagran juli summardag í 1967, fór ein 13 ára gamal "ókonfirmeraður" piltur, sín fyrsta túr á línuveiðu við Stellu Karinu yvir til Flemish Cap.
Eftir at hava siglt úti og fiskað við skipum úr 7 ymiskum londum í 54 ár hevur hann endiliga funnið landgongdina aftur. Thats it.
Soleiðis skrivaði Anfinn Nielsen á sínum facebookvanga í síðstu viku.
Hann vísir ikki aftur, at hann kanska fer onkran túr afturat, um tað gerst neyðugt.
- Tá tað fer at fjara í boksini, fari eg sikkurt ein túr, um eg verði spurdur, sigur Anfinn Nielsen.