Stóru uppgávurnar eru kanska ikki tær nógvu, tá tú arbeiðir sum myndaupptøkufólk í Føroyum. Tí er gott við góðum sambondum út í heim.
Hetta kann Bjørg Mohr Anderssen sanna, tí hon er nú ávegis til Indonesiu, har hon skal vera partur av danska upptøkuliðnum, ið skal filma fótbólts- og handbóltskappingarnar við asiatisku leikirnar, ið byrja 18. august.