Vágskálin

Vágskálin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vágskálin episodes

  • Vágskálin: Tá yrkjarin stríðist fyri lívinum
    Savnið "Sláttrir" er býtt upp í tveir partar, og seinni partur er heilt serligur, tí talan er um eina frásøgn, har yrkjarin svímar og verður lagdur inn á sjúkrahús.
    Á sjúkrahúsinum fær hann ein kvikil settan í bringuna, og meðan hetta hendir, sansar sjúklingurin alt rundan um seg við undran og spei - og minnast aftur í tíðina.
    Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð halda, at fyrri partur av savninum minnir um Tórodd, sum vit kenna hann, men seinni partur er heilt serligur.
    "Eg upplivi Tórodd viðbreknari í hesum savninum enn í øðrum søvnum, og hann er ikki so speiskur sum mangan áður," sigur Hans Jacob Kollslíð.
    Eilen Anthoniussen heldur, at yrkjarin reikar nógv millum dreym og vøku, og at hann ofta leggur dent á tað, sum ikki varð - eins og alskyns minnir.
    "Hann er eisini upptikin av, at dagurin er stýrdur av ljóðum og óljóðum. Hann sansar nógv og dugir væl at seta orð á tað, hann sansar," sigur hon.
    Uni Arge leggur til rættis
    47 min
  • Vágskálin: Dygdarverk um list og Geytin
    Kinna Poulsen gav í 2025 út bókina "Í eygnahædd" á Sprotanum, sum snýr seg um list í Føroyum í 21. øld.
    Anna Maria Dam Ziska, listfrøðingur, ummælir bókina og sigur, at talan er um meira enn eina listabók, tí hon skrivar um so mangt í okkara tíð.
    "Bókin er løtt at lesa. Kinna lýsir tíðina og listina fakliga, humoristiskt og poetiskt, og hennara skriviháttur er rættiliga fríur og ikki so akademiskur," sigur Anna Maria Dam Ziska.
    Føroysk list flytur seg alsamt longri burtur frá tí siðbundna landslagsmálninginum út í aðrar hættir at skapa list, staðfestir Kinna Poulsen í bókini.
    Anna Maria Dam Ziska heldur, at at fjølbroytnið í listini kanska stendst av, at listafólk ikki bara útbúgva seg í Danmark, men reika víða um heim nú.
    Vit eru eisini til Geyta-tiltakið, sum var í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, og spyrja Michael Koba, hvat hann helt um teir sjey filmarnar, sum vórðu vístir.
    Hoyr, um hann gitta rætt, tá hann varð spurdur, hvørjir filmar fóru at vinna Geytan og Áskoðaravirðislønina.
    Uni Arge leggur til rættis.
    45 min
  • Vágskálin: Bæði drúgv og stuttlig náttúrusøga
    Jóna Joensen er úr Syðrugøtu og býr á einum garði í Sveis. Garðurin er ein sjálvbjargin oasa við fruktum, urtum, grønmeti og víni.
    Evnið í "Frí" minnir nógv um tað, sum Jóna sjálv fæst við í Sveis. Alt verður skapt frá grundini, og livað verður í samljóði við náttúruna.
    Søgan snýr seg um dreingirnar Blásius og Sirius, sum í sambandi við evnisviku í skúlanum fara at vitja mammubeiggjan, Kønus.
    Kønus livir eitt heilt annað lív enn onnur fólk. Hann er náttúrumaður, sum ger allan mat sjálvur, hevur hønur, fiskar o.s.fr. Hetta læra Blásius og Sirius so eisini.
    Rakul í Gerðinum og Bergljót av Skarði ummæla bókina, og tær halda, at hon tekur eitt sera viðkomandi evni upp, nevniliga spurningin um at liva vistfrøðiliga.
    Hinvegin halda tær, at søgan er drúgv, og at endurtøkur líta hana. Summar lýsingar eru so neyvar, at tær eru óneyðugar, siga tær.
    "Søgan er stuttlig í støðum, og serliga Sirius er stuttligur, men mær dámar ikki lýsingina av mammuni, Jyttu, tí hon er ov nógv karikerað," nevnir Bergljót av Skarði.
    "Hendan bókin egnar seg væl til foreldur og børn at lesa saman," sigur Rakul í Gerðinum.
    Uni Arge leggur til rættis.
    48 min
  • Vágskálin: Misjavnt savn um at standa uttanfyri
    Christian Fróði Djurhuus er føddur í 1975, og hann hevur skrivað nógv millum ár og dag.
    Fyrsta savnið hjá honum kom út longu í 2005, annað savnið í 2008, og so var ein steðgur til 2015, tá triðja savnið kom út á Sprotanum.
    Tvey søvn komu út aftrat á Sprotanum í 2017, men síðan eru 11 yrkinga- og tekstasøvn hjá Christiani Fróða Djurhuus komin út á forlagnum JADA.
    "Fjøtraður Orion" kom út í 2024, og talan er fyri tað mesta um brotprosatekstir. Onkrar yrkingar eru eisini upp á rím.
    Sanna Klein og Hans Jacob Kollslíð ummæla savnið og halda, at tað er misjavnt. Christian Fróði dugir væl at skriva, men savnið kundi verið betur ritstjórnað, so tað gjørdist minimalistiskari.
    Talan er um hugleiðingar um menniskjalig kor - og lýsingar av náttúruni. Kanska eru universellu lýsingarnar av náttúruni tað besta í savninum, halda tey bæði.
    Uni Arge leggur til rættis.
    51 min
  • Vágskálin: Trupla byrjanin hjá Javnaðarflokkinum
    Fyrstu javnaðarfeløgini í Føroyum vórðu stovnað í september og oktober í Havn og á Tvøroyri í 1925.
    Ringfelagið hjá flokkinum varð stovnað í 1927, og tá gjørdist Javnaðarflokkurin ein landsumfevnandi flokkur.
    Fyrsti formaðurin var Jóan Petur Davidsen, men frontmaðurin frá byrjan var Maurentius Viðstein.
    Hann stillaði upp til fólkatingsval longu í 1926, og í 1928 vórðu hann og Petur Mohr Dam á fyrsta sinni valdir á ting.
    Ivan Niclasen, søgufrøðingur, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, ummæla bókina.
    Teimum dámar hana væl. Kelduvaðið, sum Peter Old gagnnýtir, er umfatandi, og søguliga gjøgnumgongdin er spennandi.
    Ivan heldur, at bókin hevur eina ávísa slagsíðu til Havnar, og at røringurin á Tvøroyri verður ikki so væl lýstur.
    Sámal saknar, at meira verður gjørt burtur úr løgtingsvalinum í 1936 og tí, sum hendi, eftir at Maurentius Viðstein var farin frá sum formaður í 1933.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Heldur tunn og seinfør krimiskaldsøga
    "Kavafonnin grætur" byrjar við, at ein deyður kinesari í reyðari termodrakt verður funnin í Kambsgjógv.
    Stutt eftir verður ein annar kineseri funnin deyður uppi á Slættaratindi, og hann er nakin.
    William Hammer skal finna útav, hvat er hent, og at hjálpa sær hevur hann Hannis Martinsson, sum nú er samskiftismaður hjá løgregluni.
    Søgugongdin førir teir báðar til Runavíkar, har ein risastórur russiskur ísbrótari liggur við bryggju.
    Marna Jacobsen og Ben Arabo ummæla bókina, og tey halda, at hon er undirhaldandi, men heldur tunn.
    "Kanska skal Jógvan ikki skriva eina krimi hvørt ár. Tá ið eg lesi hesa, haldi eg, at hann heldur skuldi havt bíðað," sigur Marna Jacobsen.
    "Plottið er ikki so sannlíkt, og kanska skuldi endin verið longdur, so málið ikki verður loyst so skjótt. Tann stuttligasti persónurin í bókini er heilt vist borgarstjórin í Runavík," sigur Ben Arabo.
    Tey bæði eru samd um, at Jógvan Isaksen er undangongumaður í føroyskum krimibókmentum, og at lesarar hvørt ár gleða seg til at lesa hansara spennandi bøkur.
    "Eitt ávíst trýst man tí vera á honum at geva eina bók út hvørt ár," heldur Marna Jacobsen.
    Uni Arge leggur til rættis.
    51 min
  • Vágskálin: Skaldsligt stórverk um okkara tíð
    Bókin hjá Trygva Danielsen er 900 síður, men hevur ongi síðutøl. Hon er skrivað sum ein Messenger-tráður.
    Høvuðspersónurin er ein maður í 30'unum, sum býr í eini kjallaraíbúð á Argjum og skrivar til gamla vin sín.
    Greitt gerst skjótt, at maðurin livir í einum alternativum veruleika á netinum og er rættiliga einsamallur.
    Bergur Djurhuus Hansen og Rakul í Gerðinum ummæla, og Bergur heldur, at talan er um stórverk - bæði í vavi og sum skaldslig roynd at lýsa okkara tíð.
    Rakul í Gerðinum royndi støðugt at finna útav, hvat slag av teksti talan er um, meðan hon las.
    Er talan um skaldsøgu? Ritroynd? Yrkingar? Ella monolog? Hetta er trupult at siga, men innihaldið er hugvekjandi, heldur Rakul.
    "Hetta er ein lýsing av tíðini, vit liva í, har mong búgva í virtuella heiminum og á Youtube og fáa ein støðugan streym av upplýsingum," siga tey bæði.
    Alt er tó ikki svartskygni, tí ymsastaðni hómast vón og eitt ynski um, at mannaættin fer at siga søgur um felagsskap og samstarv - um teg og meg.
    Uni Arge leggur til rættis.
    50 min
  • Vágskálin: 1500 síður um 100 ára arbeiðarasøgu
    Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, hevur skrivað verkið um Føroya Arbeiðarafelag, og sera nógv hevur verið at fara um, sigur hann.
    Hann greiðir frá, hvussu tilgongdin var at savna tilfarið og skriva tað saman, og vit frætta eisini, hvussu Føroya Arbeiðarafelag kom í lag.
    Avgerandi árið var 1925. Í september tað árið kom Thorvald Stauning til Føroya og mælti arbeiðsfólki til at skipa seg betur, eisini politiskt.
    Hetta er yvirlit yvir, hvat hoyrist í sendingini. Tølini vísa minuttir og sekund:
    00.00 - 09.50: Inngangur um bøkurnar og áhugan hjá Helga Eidesgaard fyri søgufrøði, arbeiðararørslu og skriving
    09.50 - 13.50: Karl Marx, stættarstríð í 1880'unum og De Samvirkende Fagforbund í Danmark 1898
    13.50 - 18.00: Kristin í Geil og Tingakrossur, Fiskimannafelagið frá 1911, FF-blaðið og fleiri fakfeløg stovnað
    18.00 - 20.30: FF-blaðið mælir til landsfelag, havnarútbyggingar kring landið og hørð verkføll í 1922
    20.30 - 26.00: Stauning og Hans Nielsen vitja í 1925, valfeløg stovnað, Føroya Arbeiðarafelag stovnað og íbirtarin Maurentius Viðstein
    26.00 - 31.00: Fyrstu truplu árini, stríðið um kontantin, løngjaldsstovur og Javnaðarflokkurin fær seks tinglimir í 1936
    31.00 - 36.40: Stríð um danskt tilknýti í 1938, 1-oyra streikan undir krígnum, Føroya Arbeiðsgevarafelag stovnað og landssáttmálar
    36.40 - 42.15: Harðverkfallið í 1951, aftur stríð um danskt tilknýti og stytta arbeiðsvikan søguliga
    42.15 - 47.40: Ingeborg Vinther sum oddakvinna, økt tilvitan og verkføll í 1980'unum
    47.40 - 51.50: Georg Hansen sum formaður, verkfallið í 2024, samtakið Verkafólk og um at avtaka lokalfeløg
    Uni Arge leggur til rættis.
    52 min
  • Vágskálin: Aldrandi skøld líta aftur um bak
    Savnið hjá Jóanesi Nielsen kom út í november í 2025, og tað hevur mong av eyðkennunum, sum søvn hjá Jóanesi hava.
    "Hann dugir øgiliga væl at skriva rámandi brotprosa á føroyskum, og evnini, hann viðger, eru sera viðkomandi," sigur Hans Jacob Kollslíð, sum ummælir hesaferð.
    Nógv í "Ullarljóð" snýr seg um systkini, pápan og mammuna, men spurningurin er, hvussu nógv er satt, tí alt passar ikki, sæst m.a. á árstølum.
    Jóanes Nielsen yrkir viðhvørt upp á rím, og tað er áhugavert, heldur Hans Jacob, tí tað ger hann sjáldan.
    "Grøðandi sjógvur" hjá Snæbirni í Dali er eisini endurminnandi, og nógvir tekstir snúgva seg um at nærkast deyðanum, vikna likamliga ella at líta aftur um bak.
    Snæbjørn ger haraftrat fitt burtur úr viðurskiftum úti í heimi, m.a. krígnum í Ukraina, kjarnorkubumbum í Japan og veðurlagsbroytingum.
    "Hetta savnið er meira misjavnt skaldsliga, men her eru fleiri perlur í," sigur Hans Jacob Kollslíð og nevnir m.a. eina yrking um kríggið í Ukraina.
    Uni Arge leggur til rættis.
    50 min
  • Vágskálin: Gerandisrealisma og skilnaðarsøga
    Í ársins fyrstu Vágskál er onnur skaldsøgan hjá Jón Thorsteinsson til viðgerðar.
    Hetta er søga, har tann nærum 30 ára gamli Ingvar er høvuðspersónur. Hann gongur saman við Jastrið.
    Foreldrini hjá Ingvari og systrini, Marjuni, skiltust fyri 20 árum síðan. Hetta merkir framvegis tey bæði. Foreldrini eita Luis og Vivia.
    Sambandið millum Ingvar og Luis er ikki serliga gott, men teir royna at finna út av tí, serliga eftir at Luis er vorðin sjúkur.
    Ingvar spældi í fleiri ár í tónleikabólki, sum hann er farin úr. Í tí sambandi hitti hann Jastrið. Tá hann flytur út frá henni, fer hann til Tummas, gamla trummusláaran.
    Sanna Klein og Eilen Anthoniussen ummæla bókina. Eilen kallar bókina varna gerandisrealismu, tí høvundurin byggir ofta upp til brestir, sum ikki koma.
    Sanna heldur, at lýsingin av Ingvari og Jastrið er heldur fitt, tí meira passión man vera millum so ung fólk.
    Tær báðar halda, at bókin er væl skrivað, og at høvundurin dugir serliga væl at lýsa fløkt sambond millum fólk.
    Uni Arge leggur til rættis.
    47 min

About Vágskálin

From the publisher's feed

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða…