Vágskálin

Vágskálin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vágskálin episodes

  • Vágskálin: Heimastýri í heimspolitikki og monologar
    Uttanríkistænastan hjá Føroya landsstýri hevur verið virkin síðan 1998, men viðurskifti uttan úr heimi hava rinið við Føroyar nógv longri enn so. 
    Í bókini "Heimsins nalvi - føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld" nevnir Hans Andrias Sølvará, at longu undir Napoleonskríggjunum fór Nólsoyar Páll at virka fyri føroyskari skipasigling og fríhandli. 
    Undir fyrra heimsbardaga vendu føroyingar sær beinleiðis til bretar at biðja um smidligari vøruflutning til Føroya, og tá bretar hersettu Føroyar í 1940, mótmælti løgtingið hersetingini, og bretar viðurkendu stutt eftir Merkið. 
    Árni Olafsson lýsir, hvussu føroyska fiskimarkið fór úr trimum fjórðingum út á 12 fjórðingar í 1950'unum og 60'unum, og hvussu tað at enda varð flutt út á 200 fjórðingar í 1977. Eisini lýsir hann gongdina í EEC-málinum.
    Aðrar greinir í bókini lýsa makrelstríðið í 2013, Huawei-málið á Føroya Tele, Føroyar í veðurlagsbroytingum, umdømi Føroya uttanlands, føroysku sendistovurnar o.s.fr.
    Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, heldur, at bókin er sera væl egnað til undirvísing í miðnámsskúlum og á Setrinum. Tær 15 greinirnar í bókini eru eitt sindur misjavnar, men yvirhøvur er talan um eina sera upplýsandi bók, heldur hann.
    Vit vóru eisini við, tá virðislønirnar í sambandi við skrivikappingina hjá Runavíkar kommunu vórðu handaðar fríggjakvøldið. Rannvá Gaard Fossaberg lesur vinnandi monologin, "Stovnsrøkt", sum Svanna Jákupsdóttir skrivaði.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Skakandi kríggið og sorgblíða paradísið
    Í juli 2022 fór víkarmaðurin, Bjarti Grunnveit Olsen, til Ukraina í kríggj, og í januar 2025 kom út bókin "Soldat" um tíð hansara har.
    Emilia Hansen hevur skrivað bókina saman við Bjarta, og tey siga gjølla frá, hvussu ræðuligt kríggið í Ukraina er.
    Ben Arabo ummælir bókina, og hann heldur, at bókin væl lýsir, hvussu ruðuleikakend kríggj kunnu vera.
    Hann er eisini hugtikin av, hvussu Bjarti lýsir krígsfelagar sínar, tí teir eru rættiliga ymiskir. Summir eru reiðiligir, og aðrir eru uppgjørdir ræðuskítar.
    Í seinna parti av sendingini ummælir Michael Koba filmin "Seinasta paradís á jørð" hjá Sakariasi Stórá.
    Nógv ferð er ikki á filminum, men soleiðis má tað vera, heldur hann, tí søgan snýr seg um ein doyggjandi útjaðara og trupla samskiftið millum syrgin menniskju.
    Michael Koba er bergtikin av myndagóðskuni í filminum og heldur, at talan er um ein týdningarmiklan film, sum eigur at verða sæddur í biografinum.
    Uni Arge leggur til rættis.
    51 min
  • Vágskálin: Ókendur listamaður, uttanríkisbók og friðaryrkingar
    Bjørn Isholm varð føddur í 1933, men í 1950 fór hann av landinum við mammu síni og kom ongantíð aftur til Føroya. Í 1977 doyði hann einans 44 ára gamal.
    Nú eru komnar undan kavi fleiri tekningar eftir Bjørn úr Suðurevropa, sum verða sýndar fram í Smiðjuni í Lítluvík.
    Bjørn Isholm var sonur Eivin Isholm, ið var sonur Kristin í Geil, blaðstjóra á Tingakrossi frá 1901 til 1935. Kristin og Eivin teknaðu eisini, men Bjørn teknaði eitt sindur øðrvísi enn teir.
    Bo Isholm og Hannis Egholm, sum hava sett framsýningina upp, greiða frá søguni um Bjørn Isholm.
    Vit hava eisini eina frásøgn frá løtuni, tá greinasavnið um føroyskan uttanríkispolitikk, "Heimsins nalvi", varð lagt fram á Fróðskaparsetrinum. Høvuðsrøðari var Árni Olafsson, serkønur í føroyskum uttanríkisviðurskiftum í mong ár.
    At enda ummælir Hans Jacob Kollslíð yrkingasavnið "Rák" eftir Henrik Weihe Joensen. Savnið átti at verið ritstjórnað betur, heldur hann, tí nógvir tekstir eru útsagnir, ið heldur kundu verið viðmerkingar ella stutt lesarabrøv.
    Uni Arge leggur til rættis
    53 min
  • Vágskálin: Fyrimunir og vansar við vitlíki í Føroyum
    Móðurmálsdagur var 25. mars, og í tí sambandi skipaðu áhugafelagsskapurin, Føroyamál, og onnur fyri tiltaki í Smæruni í Havn at varpa ljós á avbjóðingarnar hjá føroyskum nú á døgum.
    Í fyrru helvt av sendingini hitta við Oddfríð Marna Rasmussen, ritsjóra á Vencili, Kristinu Jensen, miðnámsskúlalærara á Kambsdali, og Iben Nyholm Debess, samskipara á Máltøknideplinum, og spyrja tey, hvørjar avbjóðingar føroyskt hevur í talgilda heiminum. Óluvá Klettskarð greiðir frá, hvørjum Føroyamál virkar fyri.
    Í seinni helvt av sendingini hitta vit Nicolai Balle, verkætlanarstjóra á Talgildu Føroyum, og Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, og fáa teir at útgreina fyrimunir og vansar við vitlíki í Føroyum. Teir ivast ikki í, at Føroyar kunnu fáa nógvar fyrimunir av vitlíki, m.a. við at skapa betri almennar tænastur og effektivisera vinnulívið.
    Níggju almennir stjórar sendu í september 2024 landsstýrinum eina áheitan um at skapa ein vitlíkispolitikk og skipa økið sum serstakt málsøki undir ávísum landsstýrisfólki. Síðan tá er økið lagt undir Fíggjarmálaráðið, og Talgildu Føroyar hava fingið uppávuna at skipa økið vegna landsstýrið.
    Uni Arge leggur til rættis.
    52 min
  • Vágskálin: Talgilt og prentað frálærutilar í stríðum streymi
    Í sendingini hitta vit leiðandi ritstjóran á NÁMI, Sigfríð Sólsker, sum greiðir frá umfatandi útgávuvirkseminum hjá stovninum.
    NÁM er ein samanrenning av Føroya Skúlabókagrunni, Landsmiðstøðini og KT-deplinum. Stovnarnir vórðu lagdir saman í 2010.
    Virksemið hjá NÁMI snýr seg um at geva út frálærutilfar, røkja savnið við útgivna tilfarinum, umsita undirvísingarportalin SNAR, menna KT-skipanir til skúlarnar og veita fakliga og námsfrøðiliga ráðgeving.
    "Gera vit ikki skúlabøkur á føroyskum, so doyr málið allarhelst út, og tí gevur okkara arbeiði góða meining. Eisini fegnast vit um, at vit viðhvørt hava fingið altjóða virðislønir fyri okkara arbeiði," sigur Sigfríður Sólsker.
    Vit hitta eisini ritstjórarnar, Thurid Thomsen og Gunvá Magnussen, sum greiða frá, hvat góð ritstjórn er, og hvønn týdning tað hevur, at skúlabøkur verða eftirmettar á altjóða pallinum.
    NÁM er júst farið undir at gera danskt frálærutilfar úr føroyskum sjónarhorni, og hetta er nýbrot í útgávuvirkseminum.
    Uni Arge leggur til rættis.
    51 min
  • Vágskálin: Millum vón og vónloysi í hugvekjandi skaldsøgu
    Hvussu vónleys ella vónrík er verðin, nú vit hvønn dag hoyra um veðurlagsbroytingar og tær vanlukkur, sum eru fyri framman orsakað av teimum.
    Tann spurningin seta vit okkum, meðan vit lesa ”Dødsbo” hjá Inger Smærup Sørensen, tí talan er um skaldsøgu, sum viðger tann háaktuella veðurlagsspurningin.
    Søgan snýr seg um eina ónavngivna kvinnu, ið sigur upp í Stýrinum. Hetta er stovnur í skrivstovuveldinum, har orðini hava mist sín týdning, og onki verður gjørt við tað, sum mest eigur at verða gjørt við.
    Kvinnan selur sína íbúð og flytur inn í eitt deyðsbúgv eftir eina eldri kvinnu, sum eitur Elly. Í deyðsbúnum er alt, sum tað var, tá Elly búði har, og tí flytur ónavngivna kvinnan inn í livda lívið hjá Elly.
    Marna Jacobsen og Rakul í Gerðinum eru hugtiknar av skaldsøguni. Inger Smærup Sørensen skrivar sera væl, og serliga væl lýsir hon minstu smálutir í tilveruni og náttúruni, siga tær.
    Skaldsøgan er enn bara útkomin á donskum, men í sendingini lesur Marið Erlandsdóttir nøkur týdd brot úr henni.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Ættargransking í Vágum og listakvinnan Julie Sass
    Við ársbyrjan gav Kári Thorsteinsson, fyrrverandi løgreglumaður og sýslumaður, út trivaligt bókaverk upp á 900 síður við yvirliti yvir fólk í Vágum og Mykinesi aftur til ár 1600.
    Áhugi hansara fyri ættargransking stavar frá pápanum, Georg Thorsteinsson, og í bókunum "Fólk deyð, burturgingin og grivin í Vágum og Mykinesi" hava Kári og fleiri savnað upplýsingar í mongum ymiskum keldum.
    Kirkjubøkurnar hava verið gott mið og somuleiðis kirkjugarðsbøkurnar, men har tær ikki hava rokkið at siga, hvørji fólkini vóru, hava ættargranskararnir kagað í bygdasøgur, fólkateljingar og deyðsváttanir.
    Eru deyðsorøkirnar kendar, verða tær tilskilaðar í bókaverkinum, og við teimum fæst ein ábending um, hvussu harðbalið lívið var fyrr. Eisini vanlukkurnar bera boð um harðar liviumstøður. 
    Vit tosa við Kára Thorsteinsson um drúgva kanningararbeiðið og eru eisini til listaframsýning við donsku Julie Sass, sum Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen lýsa sum listakvinnu.
    At enda kaga vit í "Okkara yrkingasavn" hjá Sinnisbata Ung, sum kom út í fjør. 
    Uni Arge leggur til rættis.
    51 min
  • Vágskálin: Náttúra og sorg á bókmentafestivali
    Fyri fyrstu ferð varð farna vikuskifti skipað fyri altjóða bókmentafestivali í Havn. Høvuðsfyriskipari var Kim Simonsen.
    Festivalurin varð settur á Býarbókasavninum mikudagin, har fitt av fólki var komið saman. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti festivalin.
    Rithøvundar uttaneftir, sum vóru við á festivalinum, vóru Morten Strøksnes úr Noregi, Rasmus Daugbjerg og Naja Marie Aidt úr Danmark, Anna Maria Bogadóttir og Haukur Ingvarsson úr Íslandi, Amy Liptrot úr Skotlandi og Anna Fohlin Matsson og Johan Jonsson úr Svøríki.
    Í sendingini hitta vit Kim Simonsen og spyrja, hví skipast skuldi fyri einum bókamentafestivali júst nú, og vit fáa orðið á íslendska arkitektin og rithøvundin, Onnu Mariu Bogadóttir, sum í bókini "Jarðsetning" fylgir einum bygningi til gravar.
    Eisini hitta vit kenda danska rithøvundin, Naju Marie Aidt, sum í 2015 misti ein son og skrivaði eina sermerkta bók um sorgina og saknin. Sanna Klein hevði samrøðu við Naju Marie Aidt á Reinsarínum leygarkvøldið, har fult av fólki lýddi á.
    Uni Arge leggur til rættis.
    52 min
  • Vágskálin: Gitin filmsmaður og naknar standmyndir
    Í sambandi við Geyta-tiltakið 8. februar í ár hevði Birgir Kruse samrøðu við Bjørka Geyti um pápan, Herálv Geyti, sum Geyta-tiltakið eitur eftir. Teir siga søguna um Herálv í útvarpsstovuni.
    Herálvur Geyti vísti film fyri føroyingum, tá óvanligt var at síggja film í Føroyum. Hann ferðaðist kring oyggjarnar við filmstólinum, og mong høvdu fragd av hansara sýningum.
    Geytin var gløðandi sjálvstýrismaður, og tá hann helt fyrilestur um Føroyar í Danmark í 1946, fekk hann onga samsýning, tí hann var ov hvassorðaður. 
    Í sendingini er eisini kjak um standmyndir av ónevndum naknum kvinnum. Kinna Poulsen, Elisa Vang og Annita á Fríðrikismørk eru í útvarpsstovuni.
    Elisa Vang undrast á, at ein ónevnd nakin kvinna er sett uttan fyri høllina við Tjarnir, tí ónevndum naknum kvinnum hava vit nóg mikið av í almenna rúminum, heldur hon. Annita á Fríðriksmørk sær hinvegin eina sterka kvinnu við sjálvsvirði. 
    Kinna Poulsen heldur, at nevndin fyri stórhøllina átti at havt ráført seg við listakøn, áðrenn gjørt varð av at biðja Hans Paula Olsen gera standmyndina.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Orðatøk sum perlur av mannamunni
    Hjalmar Petersen og Páll Isholm góvu í 2003 út bókina "Steinur brestur fyri mannatungu", sum var ein orðabók yvir orðatøk og orðafelli á føroyskum.
    Páll Isholm hevur síðan givið út fleiri bøkur, sum snúgva seg um orðatøk, og tann seinasta er "Eitt orðatøk um vikuna" við 52 orðatøkum og hugleiðingum um orðatøkini.
    Tóta Árnadóttir, sum skrivaði masterritgerð í føroyskum á Fróðskaparsetrinum um skaldskap av mannamunni, heldur, at hugleiðingarnar yvirhøvur eru væl skrivaðar og upplýsandi. 
    Hon kundi tó hugsað sær at vitað, hvussu høvundurin fyrstu ferð kom í samband við ymsu orðatøkini, tí tað upplýsir hann ikki hvørja ferð.
    Hans Jacob Kollslíð fekk nógv nýtt at vita í hugleiðingunum og heldur, at bókin er ein blandingur av vísdómi og poppi.
    Spurd, um tey sjálv brúka orðatøk í gerandistalu, svara bæði, at tað gera tey ikki ofta - og tó. Mangar fastar orðingar í málinum koma teimum javnan til hugs. Ein er "Ongin kennir mein í annans bein".
    Tey bæði umrøða eisini, hvat skaldsligt virði orðatøk hava.
    Uni Arge leggur til rættis.
    51 min

About Vágskálin

From the publisher's feed

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða…