Vágskálin

Vágskálin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vágskálin episodes

  • Vágskálin: Sjálvævisøga og bygdarsøga í einum
    Á vágskálini hesaferð er sjálvævisøgan "Stríðið er vunnið" eftir Gerhard Lognberg
    Gerhard Lognberg er skopuningur og fór fyrstu ferð upp í kommunalpolitikk í 1984.
    Í 1993 gjørdist hann borgarstjóri, og júst um sama mundið gjørdi Føroya Fiskavirking av at lata flakavirkið í Skopun aftur.
    Ein dagin komu fólk úr Havn at taka maskinurnar av virkinum, men tá søgdu skopuningar kortanei og forðaðu fyri tí.
    Hetta er bara ein mongum søgum, sum Gerhard Lognberg sigur úr sínum lívi.
    Mangar søgur sigur hann eisini úr landspolititikki, m.a. um truplu tíðina í Javnaðarflokkinum og í sambandi við Sandoyartunnilin.
    Beinta Løwe og Sámal Matras Kristiansen ummæla bókina, og tey halda, at Gerhard er autentiskur og ofta áhugaverdur.
    Bókin kundi kortini verið ritstjórnað betur, og onkrir partar eru tungir, m.a. tá hann endurgevur úr gerðabókini hjá Skopunar Útróðrarfelag.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Samtíðin fyllir væl meira enn maðurin
    Suðuroyar-Dánjal, Daniel Joensen Suderøe, var porkeninngur, sum búsettist í Sandavági í 1823. Har hevði hann skiparaskúla á eldri árum.
    Hann varð føddur á garðinum Uttan Heyga í Porkeri í 1887 og var sostatt 17 ára gamal, tá Nólsoyar Páll og aðrir bygdu "Royndina Fríðu" í 1804.
    Í 1805 fór Dánjal at arbeiða fyri Kongliga Einahandilin í tvey ár, og eftir tað fór hann út í verðina at sigla í seks ár.
    Hann sigldi bæði í Eystur- og Vesturindiu og í Miðjarðarhavinum, verður upplýst í bókini, men meira fæst ikki at vita um ta tíðina.
    Erland Viberg Joensen og Helgi Jacobsen, sum ummæla bókina, halda, at Jan Erik Simonsen hevur gjørt eina góða roynd at lýsa mannin.
    Tó fyllir samtíðin hjá Suðuroyar-Dánjali munandi meira enn søgan um mannin, helst tí so fáar keldur eru um hann, siga teir.
    Áhugavert er, at Suðuroyar-Dánjal var framsøkin og nógv umhildin maður, eisini millum embætismenninar, halda teir.
    Uni Arge leggur til rættis.
    52 min
  • Vágskálin: Um at skilja og hóma nýmótans yrkingar
    Til ummælis í sendingini eru yrkingasøvnini "Bók" eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger og "Skorpur" hjá Oddfríði Marna Rasmussen. 
    Hans Jacob Kollslíð ummælir søvnini, og honum dámar tey væl.
    Í sendingini viðgera vit yrkingalist sum heild og spyrja, um nýmótans yrkingar eru nóg lættar at skilja.
    Lív Maria Róadóttir Jæger hevur nevnt, at ansast má eftir ikki at skerja yrkingalistina við fólksligum krøvum um, at alt skal skiljast beinanvegin. 
    Oddfríður Marni Rasmussen skrivar meira til skilið enn Lív Maria, heldur Hans Jacob, men hennara yrkingar eru bæði vakrar og væl settar saman.
    Eitt annað, sum verður umrøtt, er konfessionalisman ella játtanarskaldskapurin, sum leggur privalívið hjá høvundum á blik.
    Nógvir yrkjarar ganga hesa leiðina í dag, men Lív Maria Róadóttir Jæger gongur øvugtan veg. Eg'ið er horvið, og hon nevnir mannaættina tey. 
    Savnið hjá Oddfríði er merkt av, at yrkjarin hevur livað meira enn helmingin av lívinum. Vit lesa um m.a. forfall og leita eisini aftur í barndómin.
    Uni Arge leggur til rættis.
    50 min
  • Vágskálin: Alt lagt á blik í ógvusligari søgu
    Hevnd" er fyrsta skaldsøgan hjá Peturi Mohr Reinert, og Malan Marnersdóttir og Sanna Klein ummæla hana.
    Tær halda, at talan er um ógvusliga søgu, har alt verður sagt, ofta á ógvusligan hátt, og at lítið er eftir at ímynda sær hjá lesaranum.
    Søgan byrjar á frystitrolaranum, "Móðurfarinum", har bartrogið Rólant stútt og støðugt ger Jákupi ónáðir.
    Rólant kann liva og láta, sum hann vil, tí hann hevur fingið kjansin gjøgnum reiðaran, Niklas, og eitt kvøldið gongur galið.
    Inni á einum kamari hópneyðtaka Rólant og 7-8 aðrir mans Jákup, og so fer Jákup at leggja ætlanir um, hvussu hann skal hevna seg.
    Málburðurin í søguni er harðligur, ikki minst í samrøðunum millum menninar, kanska ov ógvusligur, heldur Sanna Klein.
    Maluni Marnersdóttir dámar væl, at ein greið søga er í bókini, og hon heldur høvundin skriva væl.
    "Tó kundi søgan verið skrúvað meira spennandi saman, t.d. við at skapt eitt uppkláringararbeiði á tí afturlatna pallinum, sum skipið er, og við at lopið eitt sindur aftur og fram í tíð og handling," sigur hon.
    Uni Arge leggur til rættis.
    47 min
  • Vágskálin: Fjølbroytt innlit í lívið hjá Stanley
    Til ummælis hesaferð er sjálvævisøgan um Stanley Samuelsen, sum Hilmar Jan Hansen hevur skrivað
    Uppi í tíðini er, at landsins elstu tónleikarar siga sína lívssøgu í bók. Í fjør kom bókin um Robert, og í ár er bók útkomin um Stanley Samuelsen.
    Hilmar Jan Hansen skrivar søguna um drongin, sum var abbasonur fyrsta løgmann í heimastýrinum, Andras Samuelsen, og sum mestsum føddist inn í Føroya størsta blað, Dimmalætting.
    Men Stanley fór ikki sama veg sum mangir av brøðrunum, sum fóru at arbeiða á Dimmalætting. Hann vildi spæla tónleik, og longu á heilt ungum árum var hann virkin í Silly Boys í Fuglafirði.
    Stanley sigur , at hann var nógv á sjúrkahúsi sum barn. Hann greiðir eisini frá, at ein skótaleiðari gjørdi seg kynsliga inn á seg á eini Danmarkar-ferð, og so var hann sum heilt lítil eisini til staðar, tá ein vinmaður druknaði í Fuglafirði.
    Nógv hópaði seg tí upp hjá honum, og tá hann var 19 ára gamal, fór hann til Danmarkar - og búsettist har.
    Hans Jacob Kollslíð og Eyðun Klakstein ummæla bókina. Hon er løtt at lesa, siga teir. Eyðuni dámar best partin um barna- og ungdómsárini, og Hans Jacob fekk mest burtur úr partinum um tónleikin. 
    Uni Arge leggur til rættis.
    51 min
  • Vágskálin: Ein bók um leiðaran sum menniskja
    Til ummælis er bókin ”Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á” eftir Helga Rasmussen
    Í nærum 30 ár hevur Helgi Rasmussen arbeitt við at menna leiðslur og arbeiðspláss, og ein stórur partur av arbeiðinum hevur snúð seg um at ráðgeva stovnum og fyritøkum um leiðslu.
    Í 2016 gav hann út bókina “Finn teg í organisasjónini”, og í ár er komin onnur leiðslubókin hjá Helga Rasmussen, sum nevnist “Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á”.
    Suni Poulsen, sálarfrøðingur, og Súsanna Olsen, útbúgvingarleiðari á masterstigi í leiðslu á Fróðskaparsetrinum, ummæla bókina.
    Tey halda tað vera kærkomið, at ein bók, sum varpar ljós á leiðaran sum menniskja, kemur út á føroyskum.
    ”Bókin er bæði ein bók til sjálvhjálp, upplegg til kjak og eitt katalog yvir leiðsluhugtøk,” sigur Suni Poulsen.
    Súsanna Olsen heldur ikki, at bókin lýkur krøvini til at vera bók í undirvísingini á Setrinum, tí víst verður ikki til keldur aftast í bókini. 
    ”Bókin byggir á reinan psykodynamikk. Hann sigur m.a., at stendur tú á ótryggari grund, verður tú ikki so góður leiðari. Tað er eitt sindur ov einfalt sagt,” nevnir Súsanna Olsen og leggur aftrat:
    ”Tann føroyski samanhangurin, sum verður lýstur í bókini, og hvussu fólk bera seg at í smásamfeløgum, er sera áhugaverdur.”
    Uni Arge leggur til rættis.
    52 min
  • Vágskálin: Journalistisk søgubók um "Westward Ho"
    Rættiliga ferð kom á slupptíðina í Føroyum í 1890'unum, og í 1895 kom sluppin "Westward Ho" í flotan.
    Sluppin varð bygd í Grimsby í 1884, og Hans Georg Thomsen á Tvøroyri keypti hana til Føroya.
    "Westward Ho" fór beinanvegin til fiskiskap, og hon var fiskiskip heilt til 1964, tá hon varð løgd.
    Í 1966 keypti ein grunnur hana, so hon kundi varðveitast, og frá 2005 hevur hon verið ogn hjá Tórshavnar kommunu.
    Helgi Jacobsen hevur vegna kommununa skrivað bók um sluppina, og søgufrøðingarnir, Andras Mortensen og Helgi Eidesgaard, ummæla hana.
    Teir halda, at talan er um eina journalistiska søgubók, tí hon byggir á tað, onnur hava skrivað frammanundan, og er sett journalistiskt upp.
    Bókin er bæði undirhaldandi og upplýsandi, halda teir.
    Uni Arge leggur til rættis.
    48 min
  • Vágskálin: Trivalig bók um keypssamtøkuna
    Í vár kom bókin "Hvør at tæna øðrum" hjá Jóan Paula Joensen um tey fyrstu 60 árini hjá Føroya Keypssamtøku.
    Helgi Jacobsen og Erland Viberg Joensen ummæla bókina, og teir halda, at bókin, sum er 370 síður, er ríkiliga long, men sera upplýsandi.
    Keypssamtøkutankin er gamal tanki. Hann varð íbirtur í 1844, tá 28 fátækir vevarar og spinnarar í bygdini Rochdale í Onglandi stovnaðu fyrstu keypssamtøkuna.
    Keypssamtøkur komu tíðliga í Danmark og Íslandi, longu í 1800-talinum, men tær komu seint í Føroyum.
    Í teimum ringu tíðunum í 1930’unum varð fyrsta royndin gjørd at stovna eina keypssamtøku her. Hon varð gjørd í Havn, men datt niðurfyri aftur.
    Tvær royndir vórðu so gjørdar aftur í 1952, ein á Tvøroyri og ein í Havn. Tann á Tvøroyri datt niðurfyri, men í Havn eydnaðist ta ferðina at stovna Havnar Keypssamtøku.
    Í 1960 tóku klaksvíkingar stig til at stovna keypssamtøku, og í 1961 gjørdu fuglfirðingar tað sama. Í 1965 kom so Føroya Keypssamtøka.
    Uni Arge leggur til rættis.
    51 min
  • Vágskálin: Samanstúvað søgulig skaldsøga
    Rúni Bjarkhamar er føddur í 1964 og uppvaksin í Vági, men hevur síðan 1991 búð í Leirvík. Hann er útbúgvin lærari og hevur starvast sum lærari á Eiði, í Leirvík og í meira enn 30 ár í Skúlanum við Streymin.
    Í 2005 vann hann eina stuttsøgukapping við søguni "Listin í triðju skuffu", og bókin "1804" er hansara fyrsta skaldsøga. Hon er 100 síður og skjótt lisin.
    Heitið sipar til árið, tá Nólsoyar Páll og aðrir bygdi "Royndina Fríðu". Høvuðspersónurin er tann íspunni Jean Paul, sum hittir Nólsoyar Páll í Fraklandi. Teir báðir og ein triði, sum kallast Leo, fara til Føroya, har fólkið er rættiliga afturhaldandi.
    Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð halda, at søgan er áhugaverd og væl skrivað, tó at høvundurin ger heldur lítið burtur úr at lýsa persónarnar. Mest sannlíkt er søgan ætlað stórum næmingum í fólkaskúlanum og næmingum á miðnámi, halda tey.
    Øll kunnu tó fáa okkurt burtur úr henni, tí sum søgulig frásøgn er hon áhugaverd.
    Uni Arge leggur til rættis.
    43 min
  • Vágskálin: Tá høvundurin hugsar fyri lesaran
    Birna Breckmann hevur skrivað sjey bøkur, og tann seinasta kom í 2025 og nevnist "Gentan á barnaheiminum".
    Talan er um stuttsøgusavn við 20 stuttsøgum. Persónarnir í søgunum eru bæði børn, ung, vaksin og gomul, og ofta stríðast tey.
    Evnini eru eitt nú misnýtsla, harðskapur og trupul uppvakstrarkor, og hon, ið skrivar, dylur ikki fyri, hvat hon sjálv heldur um tað, sum hendir í søgunum, siga Sanna Klein og Sámal Soll, sum ummæla savnið.
    Tey nevna, at søgurnar tykjast at vera sprotnar úr ynskinum hjá høvundanum um at bera fram ávísar moralskar boðskapir. Eisini hava fleiri søgur ein greiðan kristiligan boðskap.
    "Fleiri søgur fáa meg at hugsa um søgurnar, vit lósu í Mín Jólabók í 1980'unum," sigur Sámal Soll.
    Sanna Klein nevnir, at lesarin fær sjáldan møguleikan at hugsa sjálvur, og tað dámar henni ikki. Betur var, um frásagnarfólkið læt lesaran gera sínar egnu niðurstøður.
    Vit eru eisini til bókaframløgu í Føroya Keypssamtøku í Hoyvík, har bókin "Hvør at tæna øðrum" um 60 ára longu søguna hjá Keypssamtøkuni verður løgd fram. Jóan Pauli Joensen skrivaði.
    Vit tosa við Jóan Paula Joensen og Jákup Mørkøre, stjórnarformann í Keypssamtøkuni, sum hevur eina stóra uppgávu fyri framman at venda skeivu gongdini seinnu árini.
    Uni Arge leggur til rættis.
    49 min

About Vágskálin

From the publisher's feed

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða…