Vágskálin

Vágskálin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vágskálin episodes

  • Vágskálin: 1000 kirkjutænarar, sjey filmar og ein sjónleikur
    Justinus Eidesgaard skrivaði frá 2014 til 2024 portrett av øllum kirkjutænarunum í Føroyum, og nú eru allir tekstirnir komnir út í tveimum trivaligum bókum.
    Drúgva verkætlanin lærdi Justinus, at øll menniskju eru serstøk og hava sína egnu søgu at siga. Kirkjutænarar eru tó rættiliga myndugleikatrúgvir, nevnir hann.
    Filmurin "Halt um meg" hjá Mariu Winther Olsen vann Geytan í ár, og vit hitta filmsfotografin og framleiðaran, Rógva Rasmussen, og annan høvuðsleikaran, Duritu Dahl Andreassen.
    Áskoðaravirðislønina fekk "Faðir mín faðir" hjá Juliu í Kálvalíð við Mariann Hanssen í høvuðsleiklutinum, og serliga virðisløn frá Filmsfelagnum fekk Rúni Friis Kjær fyri at menna føroyskan film í 20 ár.
    Eftir kjak í Norðurlandahúsinum spyrja vit Jón Hammer, filmsframleiðara, Marjuna Niclasen, leiðara í Filmshúsinum, og Katrina Petersen, settan stjóra í Kringvarpinum, hvussu støðan hjá føroyskum filmi er.
    At enda eru vit til sjónleikin "Dreymaleikur" eftir August Strindberg, sum Havnar Sjónleikarfelag og Teatur Grugg spæla í Sjónleikarahúsinum. Gunnvá Zachariassen og Jensina Olsen ummæla.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Bókadeild Føroya Lærarafelags á breddanum
    Bókadeild Føroya Lærarafelags varð stovnað í 1956, og síðan tá hevur folagið givið út millum 6.000 og 7.000 bøkur til børn og ung. 
    Fyrstu árini hekk alt arbeiðið á herðunum á nevndarlimunum, men frá 1986 varð Ingrið Sondum sett sum leiðari burturav, og tá gjørdist virksemið miðvísari.
    Niels Jákup Thomsen kom í ritstjórnina á Barnablaðnum í 1981, og fyrstu tímarnar fyri sjálva Bókadeildina arbeiddi hann í 1985 sum bókhaldari. Í 1986 gjørdist hann ritstjóri. 
    Í 1996 tók hann við sum stjóri á Bókadeildini, og í summar fer hann frá. Bókin er ikki deyð, eins og spátt varð fyri 10 árum síðan, og tí hevur Bókadeildin tað gott, heldur hann.
    Turið Kjølbro greiðir frá, hvussu samskiftið hjá ritstjórunum er við høvundarnar, sum senda Bókadeildini handrit. Handritini eru misjøvn, nevnir hon, og ábøtur verða meira enn so framdar.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Høvundar 125 ár og fýra yndisbøkur
    Teir vóru vinmenn, teir vóru skyldmenn, og teir vóru báðir føddir í 1900. Í ár høvdu William Heinesen og Jørgen Frantz-Jacobsen verið 125 ár, og í tí sambandi greiðir Bergur Rønne Moberg, bókmentafrøðingur, frá teirra virksemi. Frá heilt ungum árum droymdu William og Jørgen-Frantz um at fremja bókmentalig stórverk, og hetta eydnaðist báðum, hóast Jørgen-Frantz doyði ungur í 1938.
    Í 1939 kom einasta skaldsøga hansara, "Barbara", sum gjørdist ein klassikari, og fyrsta skaldsøgan hjá Williami Heinesen, "Blæsende Gry", kom í 1934. Seinni skrivaði hann uppaftur fleiri kendari skaldsøgur. Bergur Rønne Moberg nevnir, at William og Jørgen-Frantz vildu bera Føroyar út í heim á algildugan hátt, og tí gjørdust teir mentanarligir ambassadørar fyri Føroyar. Á ein hátt vóru teir sum Norðurlandahúsið, sum bæði fær tað norðurlendska inn í landið og ber tað føroyska út í Norðurlond, nevnir hann í samrøðuni. 
    Í sendingini eru vit eisini á kaffistovu saman við Sólrun Michelsen, Bergi Rasmussen, Janu Mortensen og Ben Arabo, sum siga okkum, hvørjar teirra yndisbøkur eru.
    At enda ummælir Sanna Klein tríverkið "Rimarúmið", "Vanvarði" og "Feigdarfræ" eftir Elina Michelsen.
    52 min
  • Vágskálin: Góð søga um heimsgitið føroyskt telduspæl
    Heitið "Fornt" á barnaskaldsøguni hjá Elini á Rógvi sipar til eitt telduspæl í søguni, sum ber sama heiti. Í spælinum ber til at varnast og jagstra sagnarverur í Føroyum saman við ungfólki úr øllum heiminum.
    Tann 11 ára gamli Eiri og vinkona hansara, Sólja, varnast eina nýggja veru, sum ongin nakrantíð hevur sæð fyrr. Brádliga spæla tey ”Fornt” saman við teimum bestu spælarunum í heiminum, og ein teirra, tann besti av øllum, er Shapeshifter.
    Bókadeildin segði, tá bókin kom út, at ”Fornt” er ein spenningssøga, sum snýr seg um markamótið millum veruleika, telduspæl og føroyskar sagnir. Silja Eystberg hevur myndprýtt bókina, og málbólkurin er børn millum 10 og 12 ár.
    ”Fornt” er 192 síður og býtt upp í 18 kapitlar. Síðurnar eru ikki rokaðar við teksti, so lætt er at lesa bókina, eisini tí myndir av og á eru á síðunum.
    Sanna Klein og Sámal Soll halda, at talan er um eina væl eydnaða barnaskaldsøgu, sum lýsir væl tann veruleika, børn og ung ferðast í nú á døgum. Eisini lýsir søgan væl sambandið millum børn og foreldur.
    "Tað riggar heilt væl at brúka gamlar føroyskar sagnir í einum nýmótans telduspæli," sigur Sanna Klein. 
    "Søgan er eitt slag av fantasisøgu, har alt ikki er, sum tað tykist at vera. Bókin er ætlað ungum, men vit foreldur kunnu eisini fáa nógv burtur úr henni," sigur Sámal Soll.
    Uni Arge leggur til rættis.
    50 min
  • Vágskálin: Ein góð roynd at siga handilssøguna
    Bókin snýr seg um menningina í føroyskum handilslívi frá tí, at fríhandilin kom í 1856.
    Ein, sum beinanvegin fekk handilsloyvi og gjørdist stórur handilsmaður, var Martin Christian Restorff í Havn. Ein annar, sum var byrjaður áðrenn hann, var Andreas Wilhelm Skibsted, og í Havn fór eisini Carl Frantz Siemens til verka.
    Ein fjórði, sum fór til verka á Tvøroyri, var T. F. Thomsen, sum keypti ognirnar hjá kongliga úthandlinum har, og í Klaksvík keypti Jørgen Bech & Sønner ognirnar hjá einahandlinum.
    Ein og hvør, sum var 25 ár og hevði fast tilhald í Føroyum, kundi við fríhandlinum søkja um at fáa handilsloyvi, og ein hópur av fólki kring alt landið søkti um at sleppa at seta á stovn smærri handlar.
    Í Havn vóru í 1910 tilsamans 60 handlar, og tá mest var av handlum í Føroyum í 1950'unum og 1960'unum, vóru handlarnir um 500 í tali. 
    Í dag minnir handilsmynstrið um fyrstu tíðina eftir Einahandilin við nøkrum fáum samtøkum, ið hava handlar kring oyggjarnar, tó ikki á teimum smæstu oyggjunum.
    Helgi Eidesgaard og Finn Jensen halda, at bókin hjá Helga Jacobsen er ein góð frásøgn um gongdina í handilsvinnuni, men hon er ikki endaliga søgan. Nógvir handlar eru nevndir í bókini, men fleiri eru ikki.
    Notur áttu at verið í tekstinum, so upplýsingarnar kundu verið eftirkannaðar, heldur Helgi Eidesgaard, og Finn Jensen var hugtikin av lýsingunum av handlinum sum miðdepli í bygdunum fyri 100 árum síðan.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Spenningssøga full av søgutilfari
    "Altartalvan" fer fram í Havn og hevur træðrir heilt aftur í 17. øld.
    Tað fyrsta, sum hendir, er, at ein maður verður píndur til deyðis í Leigubúðini í Tinganesi í 1647. Hvirlurnar leika í uttanfyri, meðan tveir mans stinga annað eyga úr einum øðrum og klippa fleiri tær av honum.
    Teir báðir menninir vilja hava tann triðja at siga sær, um leiðslan hjá jesuittunum hevur sent hann til Føroya at boða katólsku trúnna, so fólkið kann verða villleitt. 
    Hann, sum verður píndur, avdúkar onki. Hann kallar bara hinar báðar býttlingar og bítur oyrað av øðrum. Síðan doyr hann.
    Tá vit hava hoyrt um drápið í 1647, flyta vit okkum fram til dagin í dag. Hannis Martinsson er staddur á Blaðnum, har hann arbeiðir.
    Blaðstjórin nevnir, at ein altartalva er horvin úr Havnar kirkju. Talan er ikki um ta stóru altartalvuna upp yvir altarinum. Talan er um eina, sum er minni og hekk á norðurvegginum.
    Hetta fer Hannis Martinsson at kanna, og so verður enn eitt dráp framt - í Havnar kirkju.
    Eyðun Klakkstein heldur, at Jógvan Isaksen skrivar væl og fær bundið allar teir søguligu træðrirnar væl samans til endans í bókini. 
    Eilen Anthoniussen heldur, at søguliga upplýsingarmongdin í bókini er ríkiliga stór, serliga um jesuittar, katólska trúgv og italska list.
    Spurd, um tey lósu bókina við spenningi ella við einum smíli, svara tey, at tey meira smíltust, tí hendingarnar eru ikki so sannlíkar í tí lítla føroyska samfelagnum, men bókin var undirhaldandi.
    Uni Arge leggur til rættis.
    51 min
  • Bókaárið á Vágskálini
    Til ummælis í sendingini var krimiskaldsøgan "Lygn" eftir Eyðun Klakkstein, og hana ummæltu Marna Jacobsen og Eilen Anthoniussen. 
    Malan Marnersdóttir og Ben Arabo søgdu sína hugsan um "Hvíldarheimið" hjá Jógvani Isaksen, og Sámal Matras og Hans Andrias Sølvará viðgjørdu søgubókina hjá Virgari Dalsgaard um Petur Mohr Dam.
    Bókin hjá Martini Næs og Flóvini Tór Nygaard Næs um læknan Sonnu Dahl var eisini til viðgerðar, og hana ummæltu Pál Weihe og Ivan Niclasen. 
    Vit rógva eisini aftur á tað, sum sagt varð um skaldsøguna "Rangstøða" hjá Daniali Viðoy, stuttsøgusavnið "Upp eftir enda" hjá Oddfríði Marna Rasmussen, ævisøguna um Rasmus á Háskúlanum hjá Guðruni Gaard, stuttsøgusavnið "7 søgur" hjá Katrini Ottarsdóttir og søgubókina "Antisemitisma" eftir Hanus Kamban.
    Sanna Klein og Sámal Soll ummæltu yrkingasøvn hjá Tóroddi Poulsen og Svannu Jákupsdóttir, og vit hoyra somuleiðis brot úr teirri sendingini.
    Uni Arge leggur til rættis.
    50 min
  • Vágskálin: Eksotisk skaldsøga við moralskum tvístøðum
    Bókin er 295 síður, so hetta er ikki nøkur stutt barna- og ungdómsbók. 
    Hon snýr seg um 10 ára gomlu Evu, sum býr í Port Janua. Staðsetingin og mongu fremmandu nøvnini í bókini geva søguni ein eksotiskan dám, sum ikki er óvanligt í bókum hjá Rakel Helmsdal.
    ”Leyp nú, Eva” er býtt upp í 23 kapitlar við yvirskriftum, sum umboða tað, ið hendir í kapitlunum, og hvør kapittul er prýddur við eini tekning ella skurðmynd.
    Tíðliga í søguni spæla Eva og nøkur onnur børn eitt vandamikið spæl við ein tokskinnara. Tey kappast um, hvussu ofta tey kunnu loypa tvørtur um tokskinnaran, meðan tokið kemur ímóti teimum.
    Brádliga dettur Eva og smekkar høvdið í, og í evstu løtu kemur ein fremmandur maður henni til hjálpar og skeldar hana út, tí hon hevur verið so gáloysin at spæla eitt so vandamikið spæl.
    Síðan hvørvur maðurin, og gjøgnum alla søguna leitar Eva eftir manninum, so hon kann takka honum fyri tað, hann gjørdi.
    "Eg haldi, vit kunnu kalla hesa bókina eina barnaskaldsøgu, men hon vendir sær til øll," sigur Sámal Soll, annar ummælarin.
    Sanna Klein vísir á, at heimurin í bókini verður sæddur gjøgnum eyguni á teirri 10 ára gomlu Evu, sum bæði skal taka støðu til egnar moralskar tvístøður og avbjóðingar hjá teimum vaksnu.
    Í Port Janua er eitt sjónleikarahús, og hetta húsið hoyra vit nógv um, tí ein partur av øllum spenninginum er, at vaksin og børn venja ein sjónleik og spæla hann ímóti endanum av søguni.
    Uni Arge leggur til rættis
    50 min
  • Vágskálin: Ævisøga um glinsandi vøddatyssi
    Í sjeytiárunum og áttatiárunum vandu fá styrkivenjing í Føroyum, og ongin hevði áhuga fyri kropsbygging ella bodybuilding. Tann fyrsti føroyingurin, sum setti sær fyri at gerast bodybuildari, var Gunnar Hjelm, og hann var sostatt undangongumaður á økinum.
    Serliga fyrstu árini fekk hann harðar ábreiðslur og ókvæmisorð oman yvir seg fyri at ganga hesa sjáldsomu leið og fylgja sínum dreymi. Hann varð skírdur ein sjálvfeitur apukattur, sum bara sá seg sjálvan og ongan annan.
    Sama hvat onnur hildu, setti Gunnar sær fyri at gerast danskur meistari í bodybuilding, og hann var fleiri ferðir við í hesi kappingini. Hann vann ikki, men gjørdist tvær ferðir nummar tvey.
    Bókin “Vilji er lekjandi máttur” snýr seg ikki bara um bodybuildaran. Hans Egholm skrivar í innganginum, at lívsleiðin hjá Gunnari hevur verið knortlut og merkt av mótgangi. Hann átti trý systkin, sum øll doyðu blaðung ella ung. Eisini pápin doyði í bestu árum, og Gunnar og seinna konan, Helen, mistu fyri 10 árum síðan eitt barn.
    Barbara Holm og Eyðun Klakkstein, journalistar, ummæla bókina og halda, at Hans Egholm er komin væl frá henni. Bókin er persónlig og eisini rættiliga privat, halda tey.
    "Hetta er ein óføroysk søga og eitt óføroyskt innlit, hugsa vit um, hvussu hann allatíðina fer upp ímóti jantelógini," sigur Barbara Holm.
    "Hetta er søgan hjá Gunnari, og hann fer rættiliga langt viðhvørt í sínum privatu viðurskiftum, men sjáldan ov langt," sigur Eyðun Klakkstein.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Heimspolitikkur viðgjørdur við føroyskum eygum
    "Frá Kuwait til Kyiv" er trivalig bók við teksti, sum telur fleiri enn 300 síður, og so eru 100 síður aftrat í bókini við tilvísingum til keldur.
    Hans Andrias Sølvará sigur, at tá kalda kríggið endaði í 1991, væntaðu fleiri serfrøðingar, at ein ljósari framtíð við altjóða friði, semjum og útbreiðslu av fólkaræðisligum skipanum stóð fyri framman. Skjótt skuldi tó vísa seg, at hendan metingin var skeiv.
    Russarar fóru eitt nú harðliga fram í Kekenia frá 1994, á Balkan var mikil ófriður leingi, sum hevði við sær, at NATO í 1999 fór at bumba serbar upp á pláss, í 2001 vóru yvirgangsálopini í USA, og tey høvdu við sær, at USA í 2001 gjørdi innrás í Afganistan og í 2003 leyp á Irak.
    Serliga Irak-kríggið var umstrítt, tí tað var ikki kjølfest í nakrari ST-samtykt.
    Tann 24. februar í 2022 vaknaði heimurin so til ein heilt annan veruleika, har heimsskipanin, sum hon hevði lagað seg síðan seinna heimsbardaga, varð hótt. Russiska innrásin í Ukraina tveitti fyri fyrstu ferð síðan seinna heimsbardaga Evropa út í eitt stórkríggj.
    Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, og Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, ummæla bókina og halda, at hon er sera kærkomið íkast á føroyskum í kjakið um heimspolitikk.
    "Hann lýsir sera væl heimspolitikkin frá kalda krígnum til í dag, men hann revsar væl meira Russland enn vesturheimin, sum hevur spælt sær av við møguleikan at demokratisera heimin," sigur Sámal Matras.
    Helgi Eidesgaard heldur, at bókin sera neyvt lýsir allar altjóða avtalur, sum eru gjørdar síðan kalda kríggið, og at miðnámsskúlar kunnu fáa stórt gagn av bókini. Krevjandi kann tó vera at halda skil á øllum upplýsingunum, ið høvundurin leggur fram, sigur hann.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min

About Vágskálin

From the publisher's feed

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða…