Vágskálin

Vágskálin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vágskálin episodes

  • Vágskálin: Nýskapandi og væl kend yrkingalist
    Sanna Klein og Sámal Soll ummæla søvnini og halda, at savnið hjá Svannu Jákupsdóttir er bæði øðrvísi og nýskapandi.
    Savnið lýsir kvinnukroppin og alt tað, sum knýtir seg at honum, eggloysn, bløðingar, skiftisár, sáðrestir eftir samlegu o.s.fr.  
    Ummælararnir eru hugtiknir av orðafeinginum hjá Svannu og hava ikki fyrr sæð kvinnukroppin lýstan á hendan hátt í føroyskum savni.
    Savnið hjá Tóroddi Poulsen er Tóroddi líkt, halda tey. Í savninum eru nógvar speiskar atfinningar, eisini mótvegis samfelagnum.
    "Við Tóroddi veitst tú, hvat tú fært - til eitt vist. Hetta er ikki nýskapandi, men her er øgiliga nógv, sum er viðkomandi," sigur Sámal Soll.
    Tóroddur gongur ímóti øllum vanligum greiningarfrymlum og er vorðin alt meira grafiskur í sínum bókum, siga tey eisini. 
    Marið Erlandsdóttir lesur yrkingar hjá Svannu Jákupsdóttir, og Páll Danielsen lesur yrkingar hjá Tóroddi Poulsen.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Mitt í bókarokinum á bókadøgum
    Fleiri útlendsk nøvn vóru á skránni. Tað kendasta navnið var norski rithøvundurin og Nobel-virðislønarvinnarin í 2023, Jon Fosse, sum tosaði við Dorit Hansen á pallinum í Norðurlandahúsinum. 
     
    Vit spyrja Marnu Jacobsen, hvat er so serligt við Jon Fosse. Hon hevur týtt fleiri av bókum hansara til føroyskt.
    Ein annar, sum vitjaði bókadagarnar, var íslendski bókmentafrøðingurin, Halldór Guðmundsson, sum hevur skrivað ævisøgu um Halldór Laxness. Hann samanber í samrøðu skaldskapin hjá Halldóri Laxness og William Heinesen.
    Rithøvundafelag Føroya skipaði fyri yrkingaupplestri í Blábarr fríggjakvøldið, og har lósu Jóanes Nielsen, Arnbjørn Dalsgarð, Oddfríður Marni  Rasmussen, Rannvá Glerfoss og Svanna Jákupsdóttir upp sínar yrkingar. 
    Vit hitta Dorit Hansen, sum hevur ritstjórnað Varðanum í ár, og vóru til staðar, tá hitt mentanartíðarritið, Vencil, varð lagt fram. Tá lósu Bárður Persson, Sámal Soll og Rakel Helmsdal upp.
    Vit eru haraftrat til bókaframløgu í Vinnuhúsinum, har bókin "Søgan um handlarnar" hjá Helga Jacobsen, journalisti, varð løgd fram. 
     
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Verjurøðan hjá presti og fýra virðislønir
    Tann 54 ára gamli Hans Eiler Hammer, sum nú er prestur í Suðurslesvík, varð í 2010 ákærdur fyri at hava sent elstu dóttur síni eini óhóskandi sms-boð. Hann var tá prestur í Norðurnoregi, og sakarmálið setti djúp spor í lívi hansara.
    Hóast hann varð fríkendur, hevur Hans Eiler Hammer mangan upplivað, hvussu tað er at verða dømdur í fólkadómstólinum. Eitt nú fekk hann ikki starv í Føroyum sum prestur eftir sakarmálið.
    Bókin er skrivað sum spurningar og svar. Randi Mohr setir spurningarnar, og Hans Eiler Hammer svarar. Teksturin kann metast sum ein verjurøða, og ummælarin í sendingini, Hans Jacob Kollslíð, heldur, at talan er um trupla bók at ummæla.
    Ein spurningur, hann setir sær, er, um loyvt skal vera at siga alt um onnur, bara tí talan er um eina ævisøgu ella verjurøðu. Hann heldur kortini, at prestur fekk órímiliga harða viðferð orsakað av einum ósekum sms-boðum.
    Verjurøður nú á døgum standa sjáldan einsamallar, tí ofta fáa tær almenn svar, og tað hevur bókin hjá Hans Eileri Hammer eisini fingið, vísir Hans Jacob Kollslíð á.
    Í sendingini hitta vit eisini Elina Michelsen, Andrass Mortensen, Vónbjørt Vang og Dagmar Joensen-Næs, sum vunnu M. A. Jacobsen virðislønir 31. oktober. 
    Uni Arge leggur til rættis.
    51 min
  • Vágskálin: Heimspolitikkur, Heðin Brú og nýggj listabók
    Bókin hjá Hans Andriasi Sølvará varð løgd fram á Reinsarínum 14. oktober og snýr seg um tíðarskeiðið í heimspolitikki frá 1990 til 2022.
    Bjartskygnið var stórt, tá kalda kríggið endaði í 1990, men varð vent til svartskygni, tá Russland í februar 2022 gjørdi innrás í Ukraina.
    Føroyskar upprunabøkur um heimspolitikk eru sum lundi á jólanátt, og nógv fólk var tí komið saman á Reinsarínum at hoyra framløguna.
    Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevði samrøðu við Hans Andrias, og vit spurdu Berg Debes Joensen, Tommy Petersen, Jan Müller og Elina Hentze, hví tey vóru komin at lurta.
    Síðst í september hevði Bergur Djurhuus Hansen fyrilestur á Sandi um Heðin Brú, og hann greiðir í sendingini frá, hví Heðin Brú eisini nú á døgum er viðkomandi at lesa.
    Eilen Anthoniussen, ritstjóri á Námi, var herfyri á bókamessu í Frankfurt, har lesibókin ”Dropar 7” vann gullheiðursløn. Hon greiðir frá tí. Eisini bókin ”Bob” hjá Bárði Oskarssyni vann virðisløn.
    At enda í sendingini ummælir Kinna Poulsen nýggju listabókina um Frimod Joensen, sum Øssur Johannesen hevur latið úr hondum.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Trupla støðutakanin til stríðið í Miðeystri
    Søgan snýr seg um eina 19 ára gamla føroyska gentu, sum í 1993 og 1994 leitar til Ísraels í kibbuts. Í arbeiðsfelagsskapinum har hittir hon mong onnur ungfólk úr ymsum londum.
    Marta kemur til kibbutsina Gesher beint eftir, at palestinski leiðarin, Yassir Arafat, og ísraelski forsætismálaráðráðharrin, Yitzak Rabin, hava skrivað undir Oslo-friðaravtaluna.
    Tann innari karmurin um søguna er lívið í kibbutsini Gesher á markinum til Jordan, og tann ytri karmurin er blóðuga stríðið millum ísraelar og palestinar.
    Í søguni eru vit ikki bara afturi í tíðini, men eisini í nútíðini. Vit frætta um álopið, sum Hamas framdi mótvegis Ísrael 7. oktober í 2023, tá 1.300 fólk vórðu dripin, og 250 vórðu tikin gíðslar.
    Eilen Anthoniussen og Sámal Soll ummæla, og tey halda, at skaldsøgan er ein menningarsøga, har høvuðspersónurin m.a. mennist av at hitta mong fremmendafólk í kibbutsini.
    Marta er vaksin upp í átrúnaðarligum umhvørvi í Føroyum, og tað broytir hennara einvísu fatan av landinum ísrael, so hon eisini fær samhuga við lagnuni hjá palestinska fólkinum.
    Skaldsøgan er lutvíst sjálvævisøgulig, tí Marjun Syderbø Kjelnæs var í kibbuts í Ísrael í 1993 og 1994.
    Jonna Fritsdóttir Mortensen lesur brot úr bókini.
    Uni Arge leggur til rættis.
    51 min
  • Vágskálin: Jødahatur og útpenslaðir drápshættir
    Í teirri 45. Vágskálini viðgera vit ta drúgvastu bókina, sum hevur verið til viðgerðar, síðan sendingin byrjaði undanfarnu vetrarskrá.
    Bókin "Antisemitisma" kom út í 2023 á forlagnum Náttsólin og er góðar 500 síður. Ikki ein mynd er í henni, bara tekstur, men væl skrivaður tekstur.
    Antisemitisma er tað sama sum jødahatur, og bókin snýr seg um tann hatur, sum hevur verið vendur ímóti jødum, síðan evangeliini vórðu skrivað millum ár 60 og 100 eftir Kristi føðing.
    Ummælarar eru Jákup Reinert Hansen, gudfrøðingur, og Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, og hjá báðum vakti bókin sterkar kenslur.
    Sámal Matras heldur, at tær fyrstu 200 síðurnar eru áhugaverdari enn tær síðstu 300 síðurnar, sum burturav útpensla ræðuleikarnar undir holocaust.
    "Hann er best, tá hann skrivar um idesøgulig viðurskifti heldur enn realsøgulig viðurskifti," sigur Sámal Matras, sum neyvan hevði lisið bókina lidna, skuldi hann ikki ummælt hana.
    Jákup Reinert Hansen heldur, at Hanus Kamban er ov einvísur at geva kristnum skyldina fyri tann jødahatur, sum skal vera íkomin við teimum fýra evangeliunum í Nýggja Testamenti.
    Longu í Esters bók í Gamla Testamenti verður ringur jødahatur lýstur, og hetta var langt áðrenn Kristi føðing, nevnir hann.
    Hanus Kamban nevnir ofta, at jødahatur serliga stóðst av, at jødarnir fingu skyldina fyri at hava gjørt av við Jesus. Haraftrat vórðu teir lagdir undir at vera Satans børn.
    Í miðøldini vórðu jødarnir lagdir undir at eitra vatnbrunnarnar, at vanhalga altarbreyðið og at pína og drepa smábørn. Teir fingu eisini skyldina fyri Svarta Deyða, bardagar og kreppur av ymsum slag.
    Tí mest skipaða jødahatrinum stóðu nazistarnir fyri undir seinna heimsbardaga. Adolf Hitler bar tíðliga inniligan hatur til jødar, og undir seinna heimsbardaga gjørdi hann so av, at allir jødar skuldu takast av døgum.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Ógvusligar søgur um kúgan og kynsliga tráan
    Sprotin skrivar um tær sjey stuttsøgurnar, at tær lýsa tilveruna á mótinum millum veruleika og hugflog, og at evnini í søgunum eru bæði sjáldsom og forvitnislig.
    Her er talan um fólk, sum vantrívast í parlagi, konufólk, sum jagstra vakurleikan við botox, lívstrá, sum ikki vil doyggja við følnandi kroppum, og her verður skrivað um svartsjúku millum kynsliga lokkað børn og hevndina hjá teirri forsmáddu konuni.
    Sanna Klein og Hans Jacob Kollslíð ummæla savnið. Teimum dámar søgurnar og halda, at tær reisa fleiri moralskar og etiskar spurningar. Søgurnar eru rættiliga freudianskar og sansaligar, siga tey.
    Katrin skrivar m.a. um deyða, harðskap og kynsliga tráan, og Hans Jacob heldur, at fleiri av søgunum eru filmiskar.
    Sanna sigur, at søgurnar minna um stuttsøgur hjá Ben Arabo og Sámali Soll, men eisini um søgur hjá Edgar Allan Poe og Ernest Hemingway.
    Marið Erlandsdóttir og Elin Michelsen lesa brot úr søgunum.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Regnar á listina og pappírið undir trýsti
    Hvussu leingi kann Listasavn Føroya halda fram sum nú?
    Ikki leingi aftrat, sigur nýggi stjórin á Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir Olsen, tí savnið hevur stóran tørv á umvælingum.
    Tað regnar inn á savnið, og soppur ger um seg. Haraftrat er ógjørligt at stýra hitaviðurskiftunum, og hetta kann alt skala tey 2.800 listaverkini.
    Listasavnið verður tí útbygt og umvælt í næstum, og stjórin vónar, at arbeiðið verður liðugt í 2026 og fer at tryggja savnið í minst 30 ár.
    Vit eru eisini til móttøku á Føroyaprenti, sum fríggjadagin 27. september hátíðarhelt sín 20 ára stovningardag.
    Jon Hestoy, stjóri, heilsaði mongu gestunum, og kunngjørdi, at dóttir hansara, Sissal Hofgaard Hestoy, nú eisini er stjóri í fyritøkuni.
    Jóanes Nielsen, rithøvundur, røddi um avbjóðingarnar, sum prentlistin og pappírið hava í teirri talgildu tíðini.
    Vit vitja eisini framsýningina "Træðrir" á Listasavni Føroya saman við Kirstini Helgadóttir.
    Uni Arge leggur til rættis.
    50 min
  • Vágskálin: Trubadurur við miðaldarligum klangi
    Bókin er ikki færri enn knappar 500 síður, men evnið er umfatandi, tí Regin Dahl fekk sum yrkjari, tónasmiður og sangari ein heilan hóp frá hondini.
    Regin Dahl varð føddur í 1918 og doyði í 2007. Meginpartin av lívinum búði hann í Danmark, men hann yrkti altíð á føroyskum, og í hjartanum goymdi hann tað landið, hann flutti frá, og tær Føroyar, sum yrkjarar høvdu lýst í yrkingunum, hann setti løg til.
    Fræið til bókina ”Heimurin, ið hvarv” varð sátt í Tutl-handlinum í Havn í 2005, tá Knút Háberg Eysturstein sá útgávuna Atlantsløg, sum er 25 fløgur við 439 løgum eftir Regin Dahl, sum Regin syngur og spælir sjálvur.
    Knút var hugtikin av teirri patosfyltu, ógvusligu og ekspressivu røddini, og tá hann fór undir lesnað í tónleikavísindum í Keypmannahavn, gjørdi hann av at skriva endaligu serritgerðina um Regin Dahl.
    Ritgerðin var liðug í 2014 og gjørdist byrjanin til bókina um Regin, sum Sprotin gav út í 2019.
    Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, og Ólavur Jakobsen, útbúgvin tónleikari, ummæla bókina og halda, at Knút Háberg Eysturstein er farin ógvuliga gjølla til verka. Ólavur kallar bókina ein varða í tónleikasøguni.
    Sum bókmentafrøðingur, ið kennir væl yrkjaran Regin Dahl, fekk Malan serliga nógv burtur tí, Knút skrivar um tónaskaldið Regin Dahl, tí á hesum økinum fekk hon nógv nýtt at vita.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Saknur og lívsgleði við skaldsligum flogi
    Jens Christian Carlsson er lærari í Skúlanum á Fløtum og íðin síla- og laksafiskari, og bókin "Hugleiðingar á marbakkanum" hevur eitt ikki sørt lítilátið heiti, tí nógv fleiri orð kunnu setast á hana. 
    Endurminningar eru nógvar í henni, nógv ættarsøga eisini, og náttúrulýsingarnar tróta ikki. Haraftrat eru fleiri áhugaverdar tíðarlýsingar í bókini og søgur um Havnina og Saksun, sum Jens Christian altíð hevði tætt tilknýti til.
    Skrivihátturin er vakur við skaldsligum flogi, halda ummælararnir, Sanna Klein og Sámal Soll. Skemtiliga lyndið hjá høvundunum kemur eisini mangan undan kavi í fjølbroyttu tekstunum.Lesarin fær fatan av einum lívsnjótara, men undir øllum, Jens Christian skrivar, býr eisini ein tungur saknur.
    Saknurin kemst av, at pápi hansara ein dagin í apríl 1971 fór á Pollin í Saksun við tráðuni og skuldi koma aftur kl. 13.00. Hann kom ikki aftur. Pápin, Sigurð, var 30 ár, og vanlukkudagurin í 1971 fyllir nógv í bókini.
    Uni Arge leggur til rættis.
    51 min

About Vágskálin

From the publisher's feed

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða…