Vágskálin

Vágskálin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vágskálin episodes

  • Vágskálin: Nemandi ævisøga um tann føroyska Elvis
    Robert McBirnie varð føddur 1. november í 1943 í Sørvági. Mamman var føroyingur og pápin enski hermaðurin, Robert Douglas McBirnie.
    Eitt hálvt ár seinni fór pápin úr Føroyum og kom ongantíð aftur, og mamman og Robert fluttu til Vágs. Hon giftist Edmundi Petersen, ið gjørdist fosturpápi Robert.
    Robert McBirnie sigur í ævisøguni, at hóast hann var krígsbarn, hevur hann onga søgu um happing og mismun at siga. Hann hevur havt eitt gott og langt lív.
    Ein stóran part av lívinum hevur hann staðið á palli. Hann var við til at stovna Red Boys í 1959 og fór upp í Faroe Boys í 1963. Frá 1969 gjørdist hann eisini gitin undirhaldari.
    Hann gjørdi manga undirhalds- og barnasending í útvarpinum, men mestu tíðina brúkti hann í skúlastovum, tí hann varð útbúgvin lærari.
    Stóð tað til Robert sjálvan, gjørdist hann sjómaður, tí sjógvurin dró mest á ungum árum, men mamman vildi tað øðrvísi.
    Uni Leitisstein Hansen og Ólavur Jakobsen ummæla bókina. Hon er sera væl skrivað, halda teir, og leggur nógv nýtt aftrat um lívið hjá Roberti McBirnie.
    Nemandi er ikki minst søgan um, hvussu hann fór at leita eftir pápa sínum í 1977 og fann fleiri hálvsystkin.
    Uni Arge leggur til rættis.
    52 min
  • Vágskálin: Bókmentagreining sum amboð í sjúkrarøkt
    Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur og sjúkrarøktarfrøðingur, greiðir frá evninum í sendingini.
    Á enskum kallast frásagnarmedisin Narrative Medicine, og hetta ástøðið hevur ment seg til eitt akademiskt fak.
    Endamálið er at læra heilsustarvsfólk at síggja heimin úr sjónarhorninum hjá sjúklinginum, tí ikki fyrr enn tú gert tað, kanst tú veita fullgóða sjúkrarøkt.
    Hon, sum hevur ment ástøðið um frásagnarmedisin, kallast Rita Charon. Hon er bæði lækni og bókmentafrøðingur.
    Sambandið millum heilsustarvsfólk og sjúkling er sum sambandið millum høvund og lesara, sigur Charon. Sjúklingurin er høvundurin, og lesarin, sum skal skilja søguna, er heilsustarvsfólkið.
    Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað masterritgerð um evnið á Føroyamálsdeildini og heldur, at tað kann byggja brýr millum deildina og ymsar heilsuútbúgvingar.
    Páll Danielsen lesur burtur úr stuttsøguni, sum vann, tá Sjúkrarøktaretiska Ráðið skipaði fyri stuttsøgukapping í 2022.
    Uni Arge leggur til rættis.
    50 min
  • Vágskálin: Skaldsøga um avbjóðingar hjá dagsins ungdómi
    Hetta er onnur skaldsøgan hjá viðoyinginum, Daniali Viðoy. Tann fyrra kallaðist "Tvístøða".
     
    "Rangstøða" er framhald av teirri skaldsøguni, men kann lesast sum sjálvstøðug søga. 
     
    Bartal er farin til Danmarkar at lesa. Hann gongur saman við Báru, men tað verður til onkis teirra millum, tí hann fer við Marionnu.
    Vinmaðurin, Sjúrður, situr í rullustóli, tí hann tók rúsevni á Summarfestivalinum. Bartal vil finna útav, hvat hendi. 
     
    Sanna Klein og Sámal Soll ummæla skaldsøguna og halda, at hon er ein góð samtíðarlýsing av ungdómslívi. 
     
    Nógv verður ballast í søguni, og hetta tykist at vera í lagi, men taka fólk rúsevnir, er tað strangliga bannað.
     
    Høvundurin letur høvuðspersónin gera nógvar áhugaverdar eygleiðingar, eisini um føroyingar og teirra atburð. 
     
    Lýsingarnar av kynslívi eru ikki so fáar, og ofta er myndamálið í tí sambandi stuttligt.
     
    Uni Arge leggur til rættis.
    52 min
  • Vágskálin: 80 ára gamlir og framvegis alvirknir
    Vit eru á risastóru framsýningini hjá Bárði Jákupssyni í Müllers Pakkhúsi í Havn og tosa við hann um eitt langt lív í listini, nú hann er vorðin 80 ár.
    Hann greiðir m.a. frá síni tíð sum lærari á Føroya Fólkaháskúla, leiðari á Føroya Fornminnissavni og stjóri á Listasavni Føroya.
    Kinna Poulsen ummælir framsýningina í Müllers pakkhúsi og heldur, at hon er bæði áhugaverd og stórtøkin.
    Tróndur Patursson og Brandur Patursson sýna fram í Listasavni Føroya í sambandi við, at Tróndur 1. mars fylti 80.
    Fyrr hjálpti Brandur nógv pápanum at skapa listaverk, men nú hjálpir Tróndur nógv oftari soninum at skapa síni egnu verk.
    Náttúruan hevur givið teimum báðum størsta íblásturin, og hetta sæst eisini á framsýningini. Kinna Poulsen ummælir hana.
    Uni Arge leggur til rættis.
    51 min
  • Vágskálin: Neyðug ævisøga um læknaligan slóðbrótara
    Sanna Dahl varð fødd í 1915 og gjørdist studentur í Danmark í 1934.
    Eftir studentaskúlan fór hon at lesa til lækna og tók læknaprógv í 1941.
    Í 1943 flýddi hon við báti til Svøríkis, har hon arbeiddi eina tíð, og haðani fór hon við hernaðarflogfari til Skotlands. Úr Skotlandi fór hon við troppaskipi til Føroya í november 1944.
    Sanna Dahl slóðaði fyri røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, skrivaði fleiri vísindaligar greinir og var við til at stovna Krabbameinsfelagið.
    Pál Weihe, lækni, og Ivan Niclasen, søgufrøðingur, ummæla bókina um Sonnu Dahl, sum Martin Næs og Flóvin Tór Nygaard Næs hava skrivað.
    Pál og Ivan halda bókina vera eina góða skjalfesting av einum læknalívi í eini tíð, tá nógv leikaði á, ringar tíðir, kríggj og kargar umstøður í sjúkrahúsverkinum.
    Eisini er talan um eina áhugaverda kvinnusøgu í eini mansstýrdari læknaverð.
    Spurningurin er tó, um høvundarnir hava fingið nóg nógv burtur úr brævatilfarinum, teir hava havt um hendur, verður eisini nevnt í sendingini.
    Uni Arge leggur til rættis.
    52 min
  • Vágskálin: Ein tendensiøs hetjusøga um fyrimynd høvundans
    Petur Mohr Dam varð føddur í 1898 og var við til at stovna Føroya Javnaðarflokk í 1925. Saman við Maurentiusi Viðstein varð hann valdur á ting í 1928.
    Í 1936 gjørdist Petur Mohr Dam formaður í flokkinum, og hann var formaður, til hann doyði í 1968. Løgmaður var hann frá 1959 til 1963 og aftur frá 1967 til 1968.
    Virgar Dalsgaard kallar Petur Mohr Dam Føroya fremsta sosiala arkitekt og er hugtikin av bæði manninum og politikaranum.
    Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, heldur bókina vera ov selektiva og tendensiøsa, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, sigur, at høvundurin hevur skrivað eina hetjusøgu um Petur Mohr Dam.
    Bókin er undirhaldandi, tí Virgar Dalsgaard hevur sjáldsaman penn og er bæði satiriskur og karikerandi, heldur Sámal. 
    Hans Andrias heldur, at fyrsti parturin um barna- og ungdómsárini hjá Peturi Mohr Dam er tann besti.
    Uni Arge leggur til rættis.
    53 min
  • Vágskálin: Mugu framleiða føroyskan film javnt og samt
    Fríggjakvøldið vórðu Geyta-virðislønin og Áskoðaravirðislønin handað í Norðurlandahúsinum.
    Fimm stuttfilmar kappaðust um virðislønirnar, og "Sæla", sum Katrin Joensen-Næs leikstjórnaði, vann Geytan. Áskoðaravirðislønina vann "Død af grin" við Terja Mohr sum leikstjóra.
    Í sendingini spyrja vit stýrisformannin í Filmshúsinum, Jan Berg Jørgensen, nær føroyskur filmur fer at gera seg galdandi uttanlands.
    Hann svarar, at føroyskur filmur longu mennist. Hann flytur seg frá ítrivi til vinnu, og alsamt fleiri ungfólk virka sum leikstjórar og filmsskaparar.
    Avgerandi er, at føroyingar framleiða film javnt og samt. Siga vit søgur á filmi sannførandi fyri okkum sjálvum, fara søgurnar eisini at rigga uttanlands, heldur hann.
    Í sendingini hitta vit eisini nýggja leiðaran í Filmshúsinum, Marjuna Niclasen, og Gudmund Helmsdal, sum er í ferð við at gera tveir stórfilmar.
    Eisini sigur Michael Koba sína hugsan um filmarnar, sum vórðu vístir í sambandi við Geyta-tiltakið.
    Uni Arge leggur til rættis.
    44 min
  • Vágskálin: Dagbókakend og endurminnandi skaldsøga
    Søgan snýr seg um tann 13-14 ára gamla Terja, sum veksur upp í Havn í fimmtiárunum.
    Familjan er væl fyri, men sambandið millum mammuna og pápan er ikki bara gott. 
    Terji ferðast nógv út á bygd at vitja skyldfólk, og at vera í báti dámar honum einabest.
    Í skúlanum stendur hann seg væl, men har er mangan spenningur í luftini.
    Viðhvørt happa lærarar næmingarnar, og viðhvørt fáa næmingarnir øði í lærararnar.
    Sanna Klein og Sámal Soll ummæla "Millumskúlaár". 
    Tey halda, at høvundurin kundi gjørt meira burtur úr teimum óunniligu viðurskiftunum, hann umrøður. Tað hevði gjørt søguna meira spennandi.
    Bókin er kortini upplýsandi, hevur góðar náttúrulýsingar og lýsir væl eina farna tíð í Føroyum.
    Páll Danielsen lesur brot úr bókini.
    Uni Arge leggur til rættis.
    49 min
  • Vágskálin: Ung lesa minni orsakað av netinum
    Lesivanakanningar frá 2017 og 2018 og frá 2020 og 2022 vísa, at børn og ung lesa lítið og onki í frítíðini.
    Verður ov lítið lisið, mennist lesiførleikin ikki, og hetta kann skala evnini hjá næmingum at læra og ogna sær vitan.
    Lydia Didriksen greiðir frá lesivanakanningunum, og Malan Eyðunsdóttir, lærari í hádeild, greiðir frá lesivanunum hjá næmingunum.
    Ongin ivi er um, at netið og frítíðarítriv fara við nógvari tíð hjá teimum ungu, og at tey tí lesa minni, enn tey áttu.
    Eitt átak, sum skal fáa føroyingar at lesa meira, er "Føroyar lesa", sum Eilen Anthoniussen samskipar.
    Hon greiðir frá, hvat tey hava gjørt síðan 2020 fyri at fáa allar føroyingar lesa meira.
    Eitt átak næstu mánaðirnar verður, at rithøvundar fara at vitja á skúlum at greiða frá tí, teir hava skrivað.
    Uni Arge leggur til rættis.
    52 min
  • Vágskálin: Hesaferð fremja føroyingar brotsgerðirnar
    Talan er um søgu, sum fer fram á Hvíldarheiminum í Havn.
    Hannis Martinsson hevur í fyllskapi meitt sær knæið og skal nú hvíla á Hvíldarheiminum, áðrenn hann kann fara undir uppvenjingina.
    Skjótt verður hann vavdur inn í søguna um bumbuspreingingina við løgtingshúsið 18. september í 1945.
    Onkur er, sum ikki vil, at sannleikin um bumbuspreingingina kemur fram, og so verða fleiri fólk myrd.
    Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, og Ben Arabo, stuttsøguhøvundur, ummæla bókina.
    Tey hava m.a. lagt til merkis, at hesaferð fremja føroyingar allar brotsgerðirnar - og ikki útlendingar.
    Søgan kundi mint um fleiri av klassisku krimisøgunum hjá Agatha Christie og er yvirhøvur spennandi. Málið kundi tó verið skerpað í støðum, verður sagt.
    Uni Arge leggur til rættis.
    52 min

About Vágskálin

From the publisher's feed

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða…