Vágskálin

Vágskálin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vágskálin episodes

  • Vágskálin: Undirhaldandi og væl skrivað krimiskaldsøga
    Talan er um spenningssøgu, sum fyri tað mesta fer fram í Havnini.
    Høvuðspersónarnir eru Sára Emmudóttir, leiðari á Listasavninum, og Jón Amós, sum eigur gallaríið Neystið.
    Tá bróðir Sáru, Poli, brádliga doyr á Landssjúkrahúsinum, fær hon ein lepa við áskriftini: "Hann gjørdi tað ikki!"
    So fer kanningararbeiðið í gongd, og vit frætta um, tá tann 16 ára gamla vinkonan hjá Sáru, Beinta, doyði í einum balli í 2003.
    Marna Jacobsen og Eilen Anthoniussen ummæla "Lygn", og tær halda hana vera bæði undirhaldandi og væl skrivaða.
    Eisini er søgan viðkomandi, tí hon fer fram í 2023 og lýsir atferðina hjá nútíðarmenniskjum á skemtiligan og speiskan hátt.
    Uni Arge leggur til rættis.
    52 min
  • Vágskálin: Skaldsøga um at arva ognir og eginleikar
    Talan er um ættarskaldsøgu, sum sigur frá fleiri ættarliðum, ið eru knýtt at Líðarsteinsgarði og Fornagarði.
    Søgan flytur seg aftur og fram í tíð og er serliga um trý ættarlið av kvinnum, Agnas, Aldu og Báraldu.
    Báralda er tíðindakvinna av heimsins hermótum, sum verður kallað heim orsakað av strongd og fer at granska í sínum upphavi.
    Meðan hon granskar, frætta vit um at arva bæði ognir og ivasamar eginleikar. Sanna Klein og Sámal Soll ummæla. 
    Stundum var bókin fløkt at koma ígjøgnum, tí so mong fólk verða nevnd, men spennandi var hon. Sum ein krimi, halda tey.
    Uni Arge leggur til rættis.
    49 min

About Vágskálin

From the publisher's feed

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða…