Vágskálin

Vágskálin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vágskálin episodes

  • Vágskálin: Stórt verk um føroyska táttayrking
    Tá Tórður Jóhannesarson gekk á Fróðskaparsetri Føroya frá 1994 til 1998, skrivaði hann høvuðsritgerð um føroyska táttayrking - frá teimum elstu táttunum, sum eru varðveittir, til V4-sendingarnar hjá útvarpinum fyrst í sjeytiárunum. 
    Nú hevur Sprotin givið út tvær bøkur eftir Tórð Jóhannesarson, sum lýsa táttayrkingina frá bóndasamfelagnum heilt upp at okkara døgum. Fyrra bindið, sum er 350 síður, er søgan um táttaykringina í Føroyum, og í seinna bindinum endurgevur høvundurin á 425 síðum ein hóp av tættum. 
    Tættir hava ikki fingið nógva rúmd í føroyskum bókmentasøgum, men veruleikin er, at kvæði og tættir í høvuðsheitum hava verið skaldskapur føroyinga á bundnum máli í hundraðtals ár, sigur høvundurin.
    Fólk kundu fyrr í tíðini fáa tátt, um tey høvdu gjørt okkurt stuttligt ella skeivt, og táttayrking var tí eitt slag av uppaling ella sosialum eftirliti, sigur Tórður Jóhannesarson. Eisini nevnir hann, at mong meta tættir sum eitt slag av føroyskari happaramentan. 
    Turið Sigurðardóttir og Allan Dalsgarð ummæla hesaferð. Tey halda, at bókaverkið er eitt stórt og virðismikið yvirlit yvir táttayrking frá gomlum táttayrkjarum sum Sjóvarbóndanum og Nólsoyar Pálli til kabarettirnar í dag. 
    Allan greiðir frá sínum royndum at spæla kabarettir, og Turið sigur søguna um Ánaniasar tátt frá 1700, sum er fyrsti uppskrivaði táttur í Føroyum.
    Rúni Jákupsson lesur brot úr fyrra bindi.
    Uni Arge leggur til rættis.
    51 min
  • Vágskálin: Hjartanemandi søgur um barsilsdeyða
    Í føroyskari søgu hava kvinnur deyðar í barsilssong ikki fingið nógva rúmd, og tað vildi Rigmor Restorff Dam broyta við bókini, sum kom út 20. juni.
    Rigmor nevnir, at áhugi hennara fyri søgunum um tær, sum doyðu í barsilssong, kyknaði fyrst í hesi øldini, tá hon hoyrdi eina kvinnu siga søguna um ommu sína, sum doyði frá børnunum.
    Deyði hennara hevði ávirkað familjuna bæði sosialt og sálarliga. Børnini vórðu sett út til fosturs og mistu sambandið sínámillum, og familjan kom ikki til sættis við sorgina, tí ongin tosaði um hana.
    Tey, sum ummæla ”Tær góvu lív”, eru Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð. Talan er um eina bók, sum reikar ímillum tað yrkisbókmentaliga og fagurbókmentaliga, siga tey.
    Frásagnirnar um, hvussu liviumstøðurnar vóru fyrr, eru neyvar og upplýsandi, og tær persónligu samrøðurnar við fólk, sum mistu eina ættmóðir í barsilssong, eru meira málandi og hjartanemandi.
    Jonna Fritsdóttir Mortensen lesur brot úr bókini.
    Uni Arge leggur til rættis
    52 min
  • Vágskálin: Sálartregi, Ebbu-virðisløn og tilnevndar bøkur
    "Løstir" snýr seg um tvey, sum hava drigist við sálarsjúku og verið løgd inn á psykiatriska deild. Tey bæði eru Bárður Persson og Barbara Hesselagar.
    Tey hittust fyrstu ferð á sjónleikaraskúla í Aarhus í 1998, og nú rann saman aftur teirra millum, og tey skrivaðu í felag "Løstir". Ria Tórgarð leikstjórnaði. 
    Jákup Bogi Joensen, journalistur, Tormóður Stórá, leiðari á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, og Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, siga sína hugsan um leikin, ið var bæði nemandi og skemtiligur.
    Vit vóru eisini við, at tá Ebbu-virðislønin til ungt listafólk varð latin á Býarbókasavninum í Havn fríggjadagin. Dania O. Tausen fekk hana, og hana hitta vit.
    At enda í sendingini rógva vit aftur á tríggjar bøkur, sum eru tilnevndar virðislønir uttanlands. 
    Bøkurnar eru yrkingasavnið "Lívsfrøðiliga samansetingina í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum" hjá Kim Simonsen og barna- og ungdómsskaldsøgurnar "Toran gongur" hjá Rakel Helmsdal og "Flytifuglar" hjá Elini á Rógvu.  
    Uni Arge leggur til rættis.
    52 min
  • Vágskálin: Tilveran undir luppin í tveimum søvnum
    Nansý Sunadóttir er fødd í 1997 og er bachelorur í føroyskum máli og bókmentum. Hetta er hennara fyrsta yrkingasavn.
    Fleiri evni eru til viðgerðar í savninum, m.a. samleiki, missur og saknur. Afturvendandi er tann ljósareyði liturin og samfelagsins væntan um, at allar smágentur skulu vera fittar prinsessur.
    Frásigarin ger uppreistur ímóti hesi fatan og hatar ljósareytt. Eisini frætta vit, at hon sker seg við knívi fyri at fáa sálarligan linna.
    Heðin M. Klein er føddur í 1950 og gav út fyrsta yrkingasavnið longu í 1969. Hann hevur eisini týtt nógvan skaldskap.
    Í savninum "Vit skulu upp og avstað" eru bæði upprunayrkingar og týddar yrkingar. Í upprunayrkingunum viðger hann tilveruna, serliga tað lítla og stundum kósleysa menniskja í tí stóra alheiminum.
    Heiðin M. Klein málar við fáum, men beinraknum orðum, og Nansý Sunadóttir lýsir fleiri álvarsmál, tó ikki á dapran hátt, halda Sanna Klein og Sámal Soll, sum ummæla søvnini.
    Uni Arge leggur til rættis.
    52 min
  • Vágskálin: Háskúlamaðurin við tí stóra lívsviljanum
    Bókin "Rasmus á Háskúlanum" hjá Guðruni Gaard verður løgd á vágskálina hesaferð
    Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði stovnaðu Føroya Fólkaháskúla í 1899. Hetta var ódnartak, sum fekk stóran týdning fyri andsmenningina hjá mongu næmingunum, ið fóru at ganga har.
    Háskúlin helt fyrstu árini til í Føgrulíð á Borðoynni og flutti í 1910 út í Hornabø í Havn, har hann hevur verið síðan.
    Rasmus Rasmussen varð føddur í 1871 í Miðvági og stóð til at arva stóran garð. Hann gjørdi heldur av at fara bókliga vegin og gekk á tveimum háskúlum í Danmark, Vallekilde og Askov.
    Á Askov hitti hann Símun av Skarði, og teir gjørdu av at fara heim at stovna Føroya fyrsta háskúla.
    Báðir vóru teir tjóðskaparmenn um ein háls og sótu á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin. Símun skrivaði eisini tjóðsangin.
    Rasmus eygleiddi og skrivaði upp alt tað, hann visti um plantur. Gav út lærubók um plantur í 1910 og Føroya Floru í 1936. Hann skrivaði eisini fyrstu føroysku skaldsøguna, "Bábilstornið", í 1909.
    Hann misti trý børn og konuna millum 1927 og 1940. Hetta var meint høgg, men hann beit saman tenn og helt fram við sínum starvi.
    Hans Jacob Kollslíð ummælir bókina og fegnast um hana, serliga tí maðurin, skrivað verður um, er so hugtakandi. Tað ávirkar ikki frásøgnina skeivan veg, at Guðrun Gaard er abbadóttir Rasmus. Heldur er tað ein fyrimunur.
    Uni Arge leggur til rættis.
    50 min
  • Vágskálin: Tríggjar tjóðskaparligar røður og ein umstrídd
    Jon Hestoy helt flaggrøðu í Havn 25. apríl, Jonhard Mikkelsen helt sína í Runavík, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, talaði í Fámjin. Altjóða arbeiðaradagin røddi Jóanes Nielsen, rithøvundur, í Vágsbotni í Havn.
    Hesar fýra røðurnar verða lagdar á vágskálina, og Sanna Klein og Sámal Soll ummæla. Teimum dámdi allar røðurnar, tó at tær ikki vóru eins.
    Jon Hestoy leitaði nógv aftur í søguna at fagna m.a. Jens Olivuri Lisberg, høvuðsmanninum aftan fyri Merkið, Jonhard Mikkelsen nevndi fyrst kríggið í Ukraina og veðurlagsbroytingar, og Aksel V. Johannesen tosaði nógv um politiskar avbjóðingar, hóast hann eisini lýsti týdningin av Merkinum á skaldsligan hátt.
    Sanna Klein og Sámal Soll umrøða í sendingini røðuna sum tekstaslag og nevna, at røðarar ofta gera nýtslu av pathos, logos og ethos, t.e. leggja dent á kenslur, skil og trúvirði í sínum røðum. Kynstrið er fleiri túsund ára gamalt.
    Arbeiðararøður eru øðrvisi enn flaggrøður, halda tey. Røðan hjá Jóanesi Nielsen var nógv hvassari enn hinar. Hann tók alskyns evnir í nútíðini upp, og hann hevði eina meining um øll, eisini umstríddar meiningar.
    52 min
  • Vágskálin: Føroyar á breddanum í New York
    Framtakið kallast á enskum Fog Swept Islands - Faroe Islands Culture Days in New York, og tað fevnir bæði um listaframsýning, tónleik, film, bókmentir, matmentan og sniðgeving.
    Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið og Visit Faroe Islands skipa í felag fyri átakinum í New York, sum er í Scandinavia House.
    Í sendingini hoyra vit um søguna hjá New York sum býi og tosa við Berg Djurhuus Hansen, dekan á Fróðskaparsetrinum, sum greiddi frá føroyskari mentan og søgu í Scandinavia House. 
     
    Eisini hitta vit Sissal Kristiansen, sum samskipaði ferðina hjá seks føroyskum klædnasniðgevum yvir til amerikanska stórbýin, har teir sýndu nýmótans føroysk klædnsnið fram.
     
    Kinna Poulsen greiðir listaframsýningini Fog Swept Cargo, sum hon hevur kuraterað í Scandinavia House. Sjey føroysk listafólk eru við á sermerktu framsýningini. 
    Uni Arge leggur til rættis
    52 min
  • Vágskálin: Gott stuttsøgusavn um tað absurda í tí gerandisliga
    Í savninum eru 12 stuttsøgur, og um bókina sigur Sprotin, at hon viðger menniskju, sum eru steðgað upp og læst av fordómum og sínum umhvørvi.
    Savnið lýsir tey fólkini, sum sjáldan fáa talutíð, og sum fá skilja, hvørt við sínum lýtum og einsemi í einum samfelag, har fólk vita av hvørjum øðrum, sneyta og eru illgrunasom.
    Flestu stuttsøgurnar hava stutt heiti. Tær eita m.a. "Upp eftir enda", "Við harðari hond", "Grannin", "Tey avgjørdu", "Skuggin, "Gásareygu", "Tey", "Marmorrósan" og "Eg beri so nógv". Tað longsta heitið í savninum er "Aldurdómurin viskar seg sjálvan burtur".
    Marna Jacobsen og Sámal Soll ummæla, og tey halda, at Oddfríður Marni Rasmussen kemur sera væl frá flestu søgunum.
    Onkrar søgur er heldur metafiktionellar og kunnu tykjast abstraktar, men tær flestu hava greiða søgugongd og lýsa væl persónarnar, ið verða umrøddir.
    Oddfríður skrivar væl, eisini tá hann lýsir vanligar støður úr gerandisdegnum, siga tey bæði.
    Samband er millum fleiri av stuttsøgunum, men tær kunnu allar lesast sum sjálvstøðugar søgur.
    Uni Arge leggur til rættis.
    52 min
  • Vágskálin: Væl skrivað og ógvuslig skaldsøga um sálarsjúku
    Skaldsøgan kom út í 2023 og er sjálvstøðugt framhald av skaldsøguni ?Gentan í verðini? eftir sama høvund, sum kom út í 2020.
    Í søguni er gentan 16-17 ára gomul, og vit eru stødd í Havn í 1970?unum. Tónleikabólkar, sum verða nevndir, eru m.a. Uriah Heep og Black Sabbath, og vit hoyra eisini um yvirgangsfelagsskapin, Baader Meinhof.
    Hann, sum oftast verður nevndur, er Leonard Cohen, sum er eitt slag av ugga hjá teirri ungu gentuni. Hennara størsta avbjóðing er mamman, sum er sálarsjúk. Onkuntíð koyrir dóttirin mammu sína til sálarlækna á statshospitalinum á síni Puch Maxi.
    Onkra aðra tíð gresjar mamman allar sínar nervatablettir millum tenninar framman fyri dóttrini, og fyri tað mesta fremur mamman sálarligan yvirgang mótvegis dóttrini og pápanum við sínum bondsku útsagnum og ákærum.
    Sanna Klein og Eilen Anthoniussen ummæla skaldsøguna, og tær halda, at talan er um eina ógvusliga lýsing av sálarsjúku. Søgan er heldur tung teir báðar fyrstu triðingarnar, sigur Sanna Klein, men søgan er djørv og væl skrivað, halda báðar.
    Høvuðspersónarnir í søguni eru gentan, mamman og pápin, men sum søgan mennist, skilja vit, at gentan er við barn, og tað krógvar hon fyri foreldrum og vinum, til hon eigur.
    Uni Arge leggur til rættis.
    50 min
  • Vágskálin: Loksins er føroysk stavseting løggild
    Móðurmálsdagin 25. mars varð fyrsta løggilda stavsetingarorðabókin løgd fram í Føroyum.
    Hetta var í Varpinum í Klaksvík, hagar mangir áhoyrarar høvdu leitað sær á føðingardegi V. U. Hammershaimbs.
    Nýggja stavsetingarorðabókin er talgild, og leitast kann í henni á heimasíðuni hjá Málráðnum.
    Í Varpinum greiddi orðabókaritstjórin, Kristin Marjun Magnussen, frá, at ætlanir vóru um at løggilda føroyska stavseting longu í 1931.
    Í 1954 sendi ein rættskrivingarnevnd hjá løgtinginum almennum stovnum eitt rundskriv um stavseting, men hetta var ikki nøkur løggilding.
    Í 2024 bragdaði so, og føroysk stavseting er nú løggild. Hetta merkir, at almennir stovnar, eisini skúlar, skulu fylgja stavsetingini.
    Í Varpinum høvdu eisini Theodor Olsen Eli Dam, prestur, Randi Kúrberg, forkvinna í Málráðnum, og Helena Kannuberg, næstforkvinna í Málráðnum, orðið.
    Fyri tónleikinum stóðu Knút Háberg Eysturstein og vinmenn, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, fegnaðist um frambrotið við stavsetingarorðabókini.
    Uni Arge leggur til rættis.
    44 min

About Vágskálin

From the publisher's feed

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða…