Summi halda, at valplakatir seta ein serligan dám á løgtingvalið, meðan onnur halda, at tær fylla alt ov nógv. Tey flestu eru tó samd um, at tey ikki lata seg ávirka av valplakatum.
– Nógv hava avgjørt frammanundan, hvønn tey velja, og tí kann ein valplakat ikki sannføra tey um at skifta meining, men valplakatir kunnu hava eina ávirkan á serliga tey, sum iviast ímillum nøkur valevnir.
Tað sigur Allan Dalsgarð, marknaðarfólk, sum umrøddi valplakatir í Summarmorgni í morgun.