Kappingin í deadlift er millum fýra av Føroya sterkastu monnum, og m.a. er Bjarni Nielsen, Føroya sterkasti maður við. Endamálið er at seta persónligt met, og setur Bjarni Nielsen persónligt met, verður tað eisini eitt nýtt føroyskt met. Síðani verður skipað fyri eini kapping í tryggum umstøðum fyri øll tey, ið hava hug at hava lyfta. Hetta er millum kl. 02.00 og 04.00, og kl. 04.00 verður stóri dysturin millum Mayweather og McGregor, ið hevur fingið nógva umrøðu, vístur.