Í Summarmorgni í morgun vitjaðu vit eisini tann stóra vakstrartunnilin hjá Veltuni á Sandi, har tey í summar hava havt 20 ymisk sløg av fruktum og grønmeti. Her er eitt áhugavert prát við Katrina Petersen, Harald Símunarson Hansen, gartnara og nakrar ungar gentur av Sandi, sum í summar hava lúkað og tynt á Sandafløttinum.