- Tað er ikki altíð, at man er upplagdur áðrenn fimleikurin byrjar, men so skjótt vit koma í høllina, so verður man glaður. Og tá farið verður undir fimleikin, merkir man, hvussu tað hjálpir.
Soleiðís sigur Anna Maria Gøricke, sum í seks ár hevur gjørt fimleik við Firvaldunum, sum er lið, sum Krabbameinsfelagið og Fimleikafelagið Ljósið hava sett á stovn.
Í Suðuroy byrjaði eitt lið fyri tveimum árum síðan, og nú ynskir Krabbameinsfelagið at fáa lið aðrastaðni í landinum.