Landafrøðin, støddin og tann desentrali valdsbygnaðurin eru tríggjar grundir til, at tað er so trupult at halda eitt land sum Afghanistan saman í friði.
Tað sigur Hans Holm, landafrøðingur, sum í hesi samrøðuni lýsir Afghanistan sum land.
Allur heimurin heldur ondini, nú fólk flýggja yvir háls og herðar í Afghanistan, har Taliban tók valdið, so skjótt vesturheimurin slapp sær út.
Vesturheimurin hevur als ikki skilt Afghanistan, heldur Hans Holm, sum finst at hegninum hjá altjóða samfelagnum at loysa kreppur í ófriðarligum londum.