Leygardagin letur framsýning av vovnum myndum upp í Spinnarínum í Klaksvík. Talan er um myndir eftir millum aðrar Marionnu Matras, Titu Vinther og Súsan í Jákupsstovu.
- Talan er um eitt slag av afturskoðandi framsýning, men hon er eisini framhyggjandi í vón um, at onkur verður kveikt/ur av myndunum og fær hug til at endurnýggja elligamla vevikynstrið, sum ber í sær so nógvar møguleikar. Og sum blómar í londunum uttan um okkum, sigur Poulina Jóannesardóttir, vevari og fyriskipari.