Í góðveðrinum í gjárkvøldið var útvarpsverturin Tórður Mikkelsen saman við øðrum uppi á Knúki omanfyri Múlabygd í Borðoynni.
Tað er ikki bara sum at siga tað at koma upp á toppin á hesum fjallinum, sum er 642 metrar høgt. Har mál lesningur brúkast fyri at koma heilt upp.
Lurta eftir hesum innslagnum í Summarmorgni og fá innlit í hvussu tað er at koma niðan á hetta sermerkta fjallið í Borðoynni.
Tey, sum greiða frá, eru Sverri Steinhólm, Manbjørn í Grund, Fía Ludvig, Ingi Sørensen og Leivur Sørensen.