Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)


Listen Later

Ein av nýggju ætlanunum á Setrinum er ein matvørudepil, sum hevur gransking og útbúgving á skránni. Vit eru við á einari innleiðandi verkstovu, har Setrið hevur boðið fólki frá vinnuni og granskarum við. Durita Nielsen, ráðgevi í granskingar- og framtakseindini á Setrinum er fegin um undirtøkuna og hon ivast ikki í at matvørudepilin verður veruleiki. Hans Jákup Jacobsen, granskingar- og menningarleiðari á Havsbrún í Fuglafirði, er fegin um at vinnan varð kallað inn til verkstovuna, tí stórur tørvu er á slíkari matvøruútbúgving í Føroyum.
Hanna Absalonsen arbeiddi á Setrinum í samfull 44 ár, og hon arbeiddi øll árini á Føroyamálsdeildini. Hon greiðir frá sínum samstarvi við veteranarnar Christian Matras og Jóhan Hendrik Poulsen, sum vóru slóðarar tá vit tosa um føroyska málið. 
Áhugin at fara undir ph.d-lestur á Setrinum er nógv vaksin, og tí hevur Setrið sett á stovn ein Ph.d-skúla. Ein av teimum, sum nú er  ph.d-lesandi á Setrinum, er Dávid í Lág. Í sendingini greiðir hann livandi frá hvussu tað er at arbeiða við einari ph.d-verkætlan. Hann arbeiðir við føroyska málinum og vitlíki, tí upprunaliga er føroyskt ikki partur av nýggju tøknini hjá altjóða risunum. Tí er tað umráðandi at granska á hesum økinum, sigur Dávid.
Harriet Hammer er ráðgevi í granskingar- og framtakseindini á Setrinum greiðir frá hvat hendir, tá fólk venda sær til Setrið, tí tey ætla sær undir ph.d-lestur. Hon sigur, at viðurskiftini uttan um henda lestað eru komin meira í fastan karm og tað hevur borið í sær, at tey fáa nógv fleiri umsóknir um ph.d-lestur enn fyrr.
Anna Sofía Lava, leiðari á granskingar- og framtakseindini á Setrinum, greiðir frá stóru altjóða granskingarráðstevnuni UArctic Congress 2026, sum verður í høllini við Tjarnir í døgunum frá 26. Til 29. Mai. Har verða 800 ella fleiri granskarar úr øllum heiminum. Anna Sofía heldur, at ein slík ráðstevna hevur stóran týdning fyri føroyskar granskarar, sum fáa betri møguleikar at verða við í altjóða granskingarverkætlanum.
Í sendingini greiðir Martin Tvede Zachariasen, rektari, rektari frá verkætlanini Kampus á Frælsinum. Í Nótatúni verður ein stórur felagsbygningur og Venjingar- og Læraraskúlin á Frælsinum verður nýumvældur og nakað verður bygtt afturat, so bygningurin verður eitt nútímans universitet. Har verða m.a. Fleiri rannsóknarstovur. Hann vónar at nýggi felagsbygningurin verður liðugur um fýra ella fimm ár og at alt verður liðugt um eini átta til tíggju ár. Í dag er Fróðskaparsetrið í 10 ymiskum bygningum í høvuðsstaðnum.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Við Tórði á túriBy Kringvarp Føroya


More shows like Við Tórði á túri

View all
Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners