Men á páskum, tá vit vitjaðu í Hesti, vóru fólk í hvørjum húsi og nógv lív var í bygdini.
Hestmaðurin Pól á Kletti, sum í mong ár hevur verið blaðmaður á Dimmalætting, er søgufróður maður og gløggur eygleiðari. Hann sigur okkum frá ymiskum í sambandi við bygdina.
Ungi havnarmaðurin Hugo Joensen, sum er hálvur hestmaður, er ein teirra, ið hevur verið nógv í Hesti í uppvøkstrinum. Tá vit vitja, fyrireika hann og onkrir vinmenn eina stóra eplaveltu. Í bønum hitta vit eisini hestmannin Petur Lyngvej, sum er sannførdur um, at ein tunnil hevði verið bjargingin fyri Hestbygd.