Mikladalsmaðurin Markus í Norðnástovu er við okkum og greiðir frá á aldargomlu bygdagøtuni millum Mikladal og Trøllanes, sum fyrr var høvuðsfarleiðin millum bygdirnar. Í hesum fyrra partinum verður gingið til Djúpadals.
Báðar bygdirnar eiga stóra dalin, Djúpadal, sum er miðskeiðis milum bygdirnar. Síðani Trøllanestunnilin eisini kom út í Djúpadali, hevur tað verið sum eitt spæl aftur ímóti fyrr at røkja seyðahaldið í Djúpadali, greiðir Markus frá.
Á túrinum norður í Djúpadal hitta vit eisini Rana Nolsøe, sum í henda dagin er ferðaleiðari fyri ungdómum úr ymsum londum.