Nú er greitt, at Spania og Italia skulu spæla finaludystin í EM-kappingini, sum hevur verið í Póllandi og Ukreina seinastu vikurnar.
Kári Annand Berg gjørdi viðmerkingar til EM-kappingina í morgunsendingini. Hann sigur, at tað alla tíðina var greitt, at Spania fór at sleppa í finaluna, men tað var óvæntað, at Italia skuldi koma so langt.