Vikan

Vikan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vikan episodes

  • Vikan 22. november 2025
    Vikugesturin var Annika Hoydal, og í Dagføroyingum tosaðu vit við ymsar føroyingar, sum sendu henni heilsanir á degnum.
    Høgni Djurhuus legði vikuna á skák.
    Hoyr alla sendingina her.
    1 hr 58 min
  • Vikan 15. november 2025
    Vikugesturin var Ben Arabo, formaður í Nýskipanarnevndini, sum hevur verið á hvørjum munni seinastu vikurnar.
    Armgarð Arge legði vikuna á skák.
    Í Dagføroyingum ringdu fólk inn og viðgjørdu, um náttúran hevur eitt virði í sær sjálvari.
    Hoyr alla sendingina her
    1 hr 52 min
  • Vikan 8. november 2025
    Vikugesturin er Jóhan Christiansen, sum einans fekk 8 mánaðir sum landsstýrismaður, nú løgmaður gjørdi av at smalka miðfyrisitingina.
    Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Fróði Løkságarð, sum leggur vikuna á skák.
    Og í Dagføroyingum, har føroyingar á degnum siga sína meining, er telefon til løgmann.
    1 hr 55 min
  • Vikan 1. november 2025
    Vikugesturin var Vónbjørt Vang, sum fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri ógvuliga persónligu bókina Svørt orkidé.
    Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna var Jákup Veyhe, sum legði vikuna á skák.
    Og í táttinum Dagføroyingar viðgjørdu vit skíggjanýtslu, nú tað er nærveruvika.
    1 hr 35 min
  • Vikan 25. oktober 2025
    Mentan setur dám á sendingina, tí stóru norðurlendsku virðislønirnar og virðislønir M.A. Jacobsen settu dagsskránna hesa vikuna.
    Vikugesturin er Kinna Poulsen, lærari, ummælari og rithøvundur, sum mikudagin fekk virðisløn M.A. Jacobsen fyri yrkisbókmentir - fyri bókina "í Eygnahædd um føroyska samtíðarlist í 21. øld".
    Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Høgni Djurhuus, sum leggur vikuna á skák.
    Í táttinum Dagføroyingar heiðra vit tey, sum fingu stóru norðurlendsku virðislønirnar í bókmentum og filmi, Vónbjørt Vang og Sakaris Stórá.
    Í útvarpsstovuni eru Malan Marnersdóttir, bókmentafrøðingur, og Birgir Kruse, filmskønur, at seta virðislønirnar í perspektiv, og lurtarar ringja inn.
    Hoyr alla sendingina her.
    1 hr 54 min
  • Vikan 18. oktober 2025
    Vikugesturin er vágbingurin Jens Sivar Djurhuus, sum tók ta víðagitnu myndina av gloppandi hekkuportrinum á Galaxy.
    Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Armgarð Arge, sum leggur Vikuna á skák.
    Og í táttinum Dagføroyingar søgdu serliga suðringar sína hjartans meining um støðuna í Suðuroy og serliga ferðasambandið.
    1 hr 50 min
  • Vikan 4. oktober 2025
    Vikugesturin var Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, sum hevur verið í eini melduródn, tí hon setti sítt navn á uppskotið um at loyva fríari fosturtøku fram til 12. viku.
    Fróði Løkságarð hevði djarvastu viðmerkingina hesa vikuna, tá ið hann legði vikuna á skák.
    Í táttinum Dagføroyingar fingu føroyingar høvi at seta Ruth Vang, landsstýriskvinn í fíggjarmálum, spurningar um fíggjarlógina.
    Hoyr Vikuna her
    1 hr 57 min
  • Vikan 27. september 2025
    Vikugesturin var Uni Árting, sum júst hevur fingið miðlaheiðurslønina frá Granskingarráðnum á Vísindavøkuni.
    Í táttinum Dagføroyingar kjakaðust Bjørt Lind og Birita Lamhauge Jóansdóttir, báðar sálarfrøðingar, um fosturtøku, og lurtarar ringdu inn og søgdu sína hugsan.
    Hesa vikuna legði Jákup Veyhe vikuna á skák.
    Hoyr alla Vikuna her
    1 hr 55 min
  • Vikan 20. september 2025
    Vikugesturin var Hanna Vang, sum hevur tikið við enn einum skeiði sum Løgtingsins Umboðsmaður.
    Høgni Djurhuus legði við vikuna á skák.
    Í kjaktáttinum Dagføroyingar hugleiddu føroyingar um, at Føroyar eru dýrasta landið at fara til handils í.
    Hoyr alla sendingina her
    1 hr 55 min
  • Tann fitti formaðurin
    Hann kom longu 19 ára gamal upp í politikk, tá ið hann sum landingarmaður á Kósini var valdur í Klaksvíkar býráð. Longu trý ár seinni kom hann buldrandi inn á løgtingið við 998 atkvøðum, og í 2022 fekk hann 1688 atkvøður, nú hann sum bara 25 ára gamal hevði yvirtikið formanssessin í Fólkaflokkinum, sum hevði stórar trupulleikar innanfloks.
    Við Beini við róðrið er Fólkaflokkurin reistur aftur, og tað er við einum formanni, sum er grundleggjandi øðrvísi enn sínir undanmenn. Beinir Johannesen viðgongur í hesi samrøðuni, at hann er meira introvertur enn ekstrovertur, men tað hevur hann arbeitt við.
    Eitt, sum nógv siga um Beinir Johannesen sum persón er, at hann er ein ógvuliga fittur og fyrikomandi persónur.
    Sjálvur heldur Beinir Johannesen, at hetta eru eginleikar og virði, sum hann hevur fingið lagt í seg frá barnsbeini.
    Hoyr samrøðuna við Beinir Johannesen, har vit eisini koma inn á hansara bakgrund, uppvøkstur og hvat hann leggur dent á sum ungur formaður í einum politiskum flokki.
    51 min

About Vikan

From the publisher's feed

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.

More shows like Vikan

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners