Vikan

Vikan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vikan episodes

  • Vikan 29. mars 2025
    Í vikukjakinum hesa ferð venda vit aftur nøsini móti spentu støðuni í Grønlandi, nú næsti maður forsetans fór á sjálvbodna vitjan, samstundis sum Grønland skipaði stjórn. Men vit venda eisini nógv minni málum, sum fólk tosa um beint nú. Sjónvarpsrøðin Adolescence hevur vakt ans um allan heim, og vit spyrja millum annað, um hon er viðkomandi fyri okkum. Herheima fekk Konditaríið á Glade Hjørn næstan líka nógva umrøðu sum Trump hesa vikuna, og har seta vit spurningin, um ein kommuna skal keypa og reka eitt gamalt kaffihús.
    Vikugesturin fekk herfyri stóran heiður fyri sína undirvísing og menning av mesterútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum. Ása Róin er vikugestur.
    Hesa vikuna leggur Høgni Djurhuus vikuna á skák.
    1 hr 47 min
  • Vikan 22. mars 2025
    Í vikukjakinum tosa vit um hondbólt, vápnahvíld og dupping, umskipan av almenna geiranum og eftirútbúgving av lærarum.
    Óluva Klettskarð, Poul Guttesen og Nina Brockie Hansen eru vikukjakarar.
    Mandslandsliðið í fótbólti spælir í undankappingardyst til HM í móti Kekkia í kvøld. Vikugestur er nýggi landsliðsvenjarin.
    Vit tosa við Eyðun Klakkstein um nýggja starvi og lívsleiðina.
    Og hesa vikuna leggur Armgarð Arge vikuna á skák.
    2 hr
  • Vikan 15. mars 2025
    Í vikukjakinum luttekur Turid Hátun Madsen fyri fyrstu ferð, og hon er saman við Nicolaj Falck og Hans J. Hermansen. Vit tosa um hækkaða pensjónsaldurin, sum nú helst verður samtyktur, og vit spyrja, um kommunur skulu kunna krevja gjald fyri tóm hús, eins og vit venda grønlendska valinum.
    Grønland hevur verið á breddanum vegna Trump og valið hesa vikuna, men hvussu síggja grønlendsk viðurskiftir út hjá einari, ið er uppvaksin í Grønlandi? Vikugestur hesa vikuna er Elin Neshamar Olsen, sum er uppvaksin í Paamiutt og hevur lisið í Nuuk, men í dag býr í Klaksvík.
    Og hesa vikuna leggur Jákup Veyhe vikuna á skák.
    1 hr 55 min
  • Vikan 8. mars 2025
    Altjóða kvinnudagurin setir dám á vikukjakið, har vit millum annað kjakast um minkandi føðitíttleika, avbjóðingar hjá smábarnafamiljum og javnstøðu, um Trump og afturtiknan hernaðarstuðul og landsstýrisrokaduna, sum var fráboðað í gjár. Vikukjakarar eru Diana Reynstind, Lív Egilsdóttir Olsen og Ben Arabo.
    Vikugesturin á ársins stríðsdegi fyri kvinnur er Bjørt Samuelsen, sum júst er farin um tey 60 árini. Hon droymdi einaferð um at gerst djóralækni, men størsta partin av sínum arbeiðslívi hevur hon verið í politikki. Hóast hon situr í landsins hægsta politiska sessi, lýsir hon seg sjálva sum "a lonely rider".
    Og hesa vikuna leggur Fróði Løkságarð vikuna á skák.
    1 hr 55 min
  • VIkan 1. mars 2025
    Nú vit spæla føroyskt fyri allar pengarnar, vóru allir luttakararnir í vikukjakinum tónleikarar: Niclas Johannesen, Knút Háberg Eysturstein og Guðrið Hansdóttir. Diplomatiska niðurbræðingin í ovala rúminum í Hvítu húsunum, har Donald Trump og J.D. Vance góvu Volodomyr Zelensky turt uppá fekk rúmd, men tey tosaðu eisini um at vera tónleikari í Føroyum, og tey tóku eisini støðu til, at heilt ung ómakaleyst sleppa at keypa snús í handlum, hóast tað er ólógligt.
    Mánadagin vóru trý ár síðani, at Russland leyp á Ukraina, og Ukraina hevur fylt nógv í miðlunum, ikki minst aftaná fundin millum Trump og Zelensky í gjár, sum endaði heilt galið. Vit varpa eisini ljós á Ukraina í dag, og tí er vikugestur hesa vikuna Olga Loburak. Olga er ukraini, men hevur búð í Føroyum í 23 ár. Foreldur hennara búgva enn í Ukraina, og eini beiggin er hermaður í Donetsk landslutinum. Vit tosa við hana um kríggið, landið og mentanina og hvussu tað hevur verið at flyta til Føroya og liva her.
    Og hesa ferð leggur Høgni Djurhuus vikuna á skák.
    Hoyr alla sendingina her.
    1 hr 57 min
  • Vikan 22. februar 2025
    Vikukjakið hesa ferð snýr seg um nógv umrødda dokumentarin "Hvíta gullið", sum DR og Kringvarpið hava víst, men sum DR valdi at taka av skrá hósdagin. Eisini umrøða vit týska valið, sum verður sunnudagin og seta tað í relatión til heimsstøðuna við Trump, friðarsamráðingar, Ukraina og dubbing. Og vit nema eisini við eina nýggja standmynd.
    Vikugesturin stóð á ovastu rók í gjár og skoðaði út yvir tey fyrstu ungu, ið spældu steypafinalur í nýggju stórhøllini við Tjarnir, sum hansara virki, Articon, hevur bygt. Hann hevur sjálvur annar í fjórðingsøld bygt upp Articon, sum nú skal seljast. Jón Sigurðsson er vikugestur.
    Og hesa vikuna er tað Armgarð Arge, sum leggur vikuna á skák
    1 hr 57 min
  • Vikan 8. februar 2025
    Í vikukjakinum verður tosað um uppafturrisna kjakið um føroyskan limaskap í ES. Nú tað er vika sex spyrja vit, hvussu vit skulu tosa um sex í skúlanum. Og so viðgera vit, um tað er rætt at seta ein útlending at stjórna okkara tjóðpalli. Vikukjakarar eru Oda Wilhelmsdóttir Andreassen, Helgi Rasmussen og Nicolaj Falck.
    Seinastu 12 árini hevur hon staðið á odda fyri rættindunum hjá fólki, ið bera brek og teimum 24 limafeløgunum í MEGD. Nú gevst hon sum forkvinna í MEGD. Tóra við Keldu er okkara vikugestur.
    Og hesa vikuna leggur Fróði Løkságarð vikuna á skák.
    1 hr 59 min
  • Vikan 1. februar 2025
    Í Vikuni taka vit saman um vikuna við vikukjaki, vikugesti og vikuspei.
    Vikupanelið hesa vikuna er mannað av Gunnari K. Nattestad og Anniku Sølvará, sum skifta orð um formansumfarið í sjónvarpinum um ríkisfelagsskapin, tilbúgvingartyrlur og um hvørt kríggið í Gaza/Ísrael átti at verið á skrá á altjóða Holocaustdegnum hjá Námi í ár.
    Hann hevur sjálvboðin verið í kríggi og barst fyri, at ukrainar varðveita sína sjálvstøðu sum tjóð, eftir at Russland fyri trimum árum árum síðan gjørdi innrás og bumbaðu fólk og land. Í vikuni kom bók "Soldat" út um hansara tíð í ukrainska herinum, og í dag er Bjarti Grunnveit Olsen okkara vikugestur.
    Og hesa vikuna leggur Jákup Veyhe vikuna á skák.
    1 hr 58 min
  • Vikan 25. januar 2025
    Vikukjakið hesa ferð er um fyrstu vikuna hjá Donald Trump forseta í USA. Vit skifta eisini orð um, at alsamt fleiri stórar føroyskar fyritøkur vera seldar av landinum. Og so venda vit barnaráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, har 300 børn hava givið sítt íkast til komandi barnalógina. Við borðið sita Ben Arabo, Steinar Paturson og Eydna Skaale.
    Vikugesturin hevur verið sera fjølbroyttur tónleikaliga, er forvitin og dámar at bjóða sær sjálvum og áhoyrarunum av. Hósdagin hevði hann eina hagtalskonsert, sum var skipað í samstarvi við Hagstovu Føroya, og í næstu viku spælir hann á Vetrarjazzi. Heðin Ziska Davidsen er vikugestur hesa vikuna.
    Og hesa vikuna er tað Høgni Djurhuus, sum leggur vikuna á skák
    1 hr 56 min
  • Vikan 18. januar 2025
    Við vikukjaki, vikugesti og vikuni á skák taka vit pulsin á vikuni, sum fer, og vit viðgera aktuellar søgur og hendingar.
    Kjakið hesaferð snýr seg um ríkisfelagsskapin, tí nú sjálvræðiskjakið er heitt í Grønlandi, hevur lutfalsliga lítið verið at hoyrt frá føroyskum politikarum, hóast nakað hevur verið. Vit spyrja, hvat føroysk løgtingsfólk eiga at gera, og hvussu sambandið millum Føroyar og Danmark skal síggja út í framtíðini?
    Vit viðgera eisini altjóða trygdarstøðuna, nú Føroyar vera nevndar í altjóða miðlum, og landsfrøðiliga liggja mitt í stríðnum millum heimsveldir.
    Og so spyrja vit eisini, um føroyingar yvir 60 ár, eins og danir, skulu hava rætt til at frávelja upplívgan, um ein fær hjartasteðg.
    Við vikukjaksborðið hesa ferð sita Hans Andrias Sølvará, professari í søgu og útbúgvingarleiðari, Marjun í Kálvalíð, prestur, og Regin Berg stjórnmálafrøðingur.
    Vikugesturin hevur leingi verið millum okkara bestu violinleikarar, og hann hevur eisini sett eina rúgvu av nýggjum fiólleikarum við. Seinasta leygarkvøld var hann konsertmeistari í Føroya symfoniorkestri fyri seinastu ferð. Vikugesturin er Sámal Petersen
    1 hr 52 min

About Vikan

From the publisher's feed

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.

More shows like Vikan

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners