Vikan

Vikan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vikan episodes

  • Vikan 11. januar 2025
    Við vikukjaki, vikugesti og vikuni á skák taka vit pulsin á vikuni, sum fer, og vit viðgera aktuellar søgur og hendingar.
    Kjakið hesa ferð fer sjálvandi at snúgva seg um Grønland og nýggju støðuna í ríkisfelagsskapinum, men vit gera eisini støðuna upp í nýggja árinum, og vit spyrja eisini, um fartelefonir heilt skulu bannast í fólkaskúlanum, soleiðis sum løgmaður segði í sínari nýggjársrøðu.
    Við vikuborðið hesa ferð sita Gestur Hovgaard, Katrin Dagbjartsdóttir og Theodor Eli Dam Olsen.
    Vikugesturin er toftamaður við stórum T, hóast hann hevur búð í Havn í eini 30 ár; hann hevur stóran áhuga fyri náttúru, náttúruvísindum, støddfrøði og seyðahaldi; hann hevur eisini verið sera virkin í fótbólti og spælt 15 ár á besta liðnum hjá B68; og so er hann útbúgvin lærari og formaður fyri allar fólkaskúlalærarar í landinum. Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag er vikugestur.
    Og hesa vikuna er tað Fróði Løkságarð, sum leggur vikuna á skák
    1 hr 56 min
  • Vikan 14. desember 2024
    Í seinastu vikunu í ár og undan jól kjakast vit millum annað um jólini. Eru vit vorðin betri til nærveruna og hugnan, ella vindur strongdin og materialisman uppá seg?
    Vit skifta eisini orð um Bústaðir, nú løgtingsgrannskoðararnir vilja hava eina frágreiðing um stovnin, og teir og landsstýriskvinnan í bústaðarmálum vilja hava Bústaðir at byggja fleiri lestraríbúðir.
    Vit fara eisini til Sandoynna, har sandingar halda, at tunnilsmunnin til Suðuroyartunnilin skal flytast av Skarvanesi til Sands bygd. Tey hava tí framlagt eitt uppskot, sum líkist tí, sum Landsverk vísti á fyri tveimum árum síðani.
    Harumframt spyrja vit, um gjald skal leggjast á tóm hús, nú Løgmálaráðið hevur sent uppskot til hoyringar um tænastugjald á býlir, har ongin er skrásettur at búgva.
    Kjakarar hesa vikuna eru: Johan Ejvind Restorff Mouritsen, byggimeistara, Hans Jákup Hermansen, fyrrverandi lærara og Óluva Klettskarð, studentaskúlalærara.
    Vikugesturin hevur síðstu vikurnar verið í miðlameldrinum, sum hann annars sjálvur hevur stjórnað síðstu seks árini. Hann bleiv koyrdur frá, tí hann vildi verja starvsfólk móti drápshóttanum. Nú hevur hann fingið eina fráfaringaravtalu, sum millum annað hevur við sær, at hann skal ráðgeva ta leiðsluna, sum hann sjálvur er koyrdur úr.
    Vikugesturin er Ivan Niclasen, fráfarin kringvarpsstjóri.
    Og Armgarð Arge leggur vikuna á skák.
    52 min
  • Vikan 7. desember 2024
    Í vikukjakinum tosa vit um uppsagda kringvarpsstjóran; vit spyrja eisini um hjálparfelagsskapir nú hava uppgávuna at geva øllum børnum eini gleðilig jól; og so venda vit nýggju tónunum um havnasamstarv. At kjakast hesa vikuna eru komin Marnar Fríðheim Kristiansen, Ben Arabo og Tóta Árnadóttir.
    Vikugesturin er júst afturkomin av ótrúligari hondbóltsferð í Sveis, har kvinnulandsliðið luttók í einum endaspæli fyri fyrstu ferð. Samstundis hevur hon gjørt av at gevast á landsliðnum. Turið Arge Samuelsen er okkara vikugestur.
    Og hesa vikuna leggur Høgni Djurhuus vikuna á skák.
    1 hr 52 min
  • Vikan 30. november 2024
    Kjakpanelið hesa ferð er mannað við Suna Poulsen, Tór Marna Weihe og Bjørg Brynhildardóttir Egholm.
    Vit kjakast um, hví ung flyta av landinum, og hvat kann gerast fyri, at tey verða verandi her ella koma aftur.
    Eisini skifta vit orð um, hvørt sálarligur harðskapur skal kriminaliserast, um tú nú hevur brúk fyri hasum breyðristaranum, sum tú keypti á black friday, og so nema vit við fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland.
    Hann fór ikki upp í politikk, fyrr enn hann var 66 ára gamal, men so gjørdist hann eisini borgarstjóri beinanvegin. Á kommunuvalinum bleiv seigligi politisturin toppskorari og tekur enn eitt skeið á odda fyri Klaksvík.
    Vikugesturin er Karl Johansen.
     
    Lurtið eftir sendingini her
    1 hr 55 min
  • Vikan 23. november 2024
    Vikan tekur saman um vikuna, sum fer.
    Kjakið hesa ferð er mannað við Katrin Dagbjartsdóttir, Helga Rasmussen og Nicolaj Falck. Vit kjakast um integratión í Føroyum, um mannfólkastríð - og um hóttanir móti eitt nú okkara sjókaðlum.
    Vikugesturin hevur búð í 6 ymiskum londum, og er vanur við at tillagað seg lond og mentanir, men í dag kennir hann seg heima í Klaksvík. David Im kemur á gátt.
    Og í dag er tað Fróði Løkságarð, sum leggur Vikuna á Skák.
    Vælkomin til Vikuna!
    1 hr 52 min
  • Vikan 16. november 2024
    Bæði veður og politikkur hevur verið óstøðugt og dramatiskt hesa vikuna. 
    Stórur spenningur hevur verið um kommunuvalið í nógvum kommunum, men hvussu liggja brikkarnir í talvinum um valdið valið er farið afturum. Tað er millum evnini, ið vikupanelið skiftir orð um.
    Fríggjadagin í síðstu viku var breið semja undirskrivað um suðuroyartunnilin, men hesa vikuna talaði Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum at verkætlanini. Landsbankin tekur fyrivarni fyri útrokningargrundarlagnum av tunnilsprísinum, sum er misvísandi, eitt nú tí ferðaseðlaprísirnir fyri verandi farleið ikki eru prístalsviðgjørdir. Landsbakin vísur harumframt enn einaferð á, at haldførið hjá landskassanum er ov vánaligt til at fara undir eina so stóra verkætlan nú. Tað hugleiðir vikupanelið, mannað við Sámal Matras Kristiansen, Ragnar Joensen og Barbara Holm, um.
    Hon er grøn í sínum politikki og tann yngsta nakrantíð í sínum nýggja sessi. Hon fekk flestar atkvøður í landsins størstu kommunu, og næstu fýra árini skal hon fáa idealismu og realismu at ganga upp í eina hægri eind.
    Hvør er nýggi borgarstjórin í Havn? Elsa Berg er vikugestur.
    Og Armgarð Arge leggur Vikuna á Skák.
    1 hr 53 min
  • Vikan - 9. november 2024
    Umskifti og óvissa vóru orðini hjá vikupanelinum um hesa vikuna.
    Vikupanelið kjakaðist um nýggju landsstýrismanningina, kommunuvalið har nýggj fólk kanska verða vald í kommunustýrini kring landið, vit taka afturíaftur stórsigurin hjá Trump og tosa um polarisering, sum eyðkennir nógv kjak.
    Tey, ið mannað panelið hesa vikuna er Poul Guttesen og Eydna Skaale.
    Hon var landsstýriskvinna til inntil fyri tveimum vikum síðani, tá hon segði seg úr starvi áðrenn eitt misálit á hana var samtykt. Hvør er kvinnan handan politikaran. Ingilín D. Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, er vikugestur.
     
    Lurtið eftir Vikuni her
    1 hr 53 min
  • Vikan 2. november 2024
    Í hesi Vikuni er kuldi, val og politikkur í luftini.
    Vikugesturin - ein varði í føroyskum politikki - legði 25. oktober frá sær eftir 24 ár sum formaður í Tjóðveldi. Vit tosa við hann um politikkin, persónin handan politikkin, um upp- og niðurtúrar, sigrar ov vónsvik.
    Val er í luftini, tí týsdagin verður forsetaval í USA, næsta týsdag verður kommunuval her í Føroyum, og í dag er eykafloksting hjá Tjóðveldi, har ein nýggj forkvinna - Bjørt Samuelsen ella Sirið Stenberg - skal veljast til flokkin.
    Vit kjakast um hvør verður nýtt forfólk í Tjóðveldi, hví og hvørjar avbjóðingar eru á eldraøkinum, um enn størri trýst er lagt á Føroyar um ikki at gera fiskiveiðusáttmála vi Russland eftir røðuna hjá Vlodomir Zelensky í Norðurlandaráðnum, og hvussu ber tað til, at fleiri hava fyri neyðini at leita sær hjálp fráFrelsunarherinum.
    Panelið hesa vikuna er mannað við Óluvu Klettskarð, Hans Jákup Hermansen og Mirjam Johannesen.
    Lurtið eftir Vikuni her
    1 hr 59 min
  • Vikan 26. oktober 2024
    Politiska vikan hevur verið rokalig, og rokið kom í hæddina í gjárkvøldið, tá Høgni Hoydal legði frá sær sum formaður í Tjóðveldi - beinleiðis í Degi og Viku.
    Tað fer panelið, sum er mannað við Ben Arabo, Anniku Sølvará og Arna Zachariassen, sjálvandi at kjakast um.
    Eisini umrøða vit rokið rundan um Ingilín D. Strøm, sum segði seg frá sum landsstýriskvinnu hósdagin. Eitt rok, sum menti seg til eitt innanhýsis stríð í Tjóðveldi.
    Og so tosa vit um tvey onnur mál; minkandi vaksineringar av børnum, og at íslendingar keypa SMS.
    Beinir Bergsson fekk mentanarvirðisløn til ungt listafólk, tá Mentanarvirðislønir Landsins vóru handaðar mikudkvøldið. Tekstirnir hjá Beini eiga í sær ein eymleika fyri kroppi og relatión, vóru millum orðini í heilsan, sum Lív Maria Ròadóttir Jæger bar Beini. Yrkjarin, týðarin og ritstjórin er vikugestur hesa vikuna.
    Og Fróði Løkságarð setir Vikuna á Skák.
    2 hr 4 min
  • Vikan 19. oktober 2024
    Vikupanelið manna Maria Ziskason, Steinar Patursson og Suni Poulsen. Tey skifta orð um nógv umrøddu fráfaringarlønina hjá Posta-stjóranum, um nógvu rúsevnini, sum floyma yvir landið, og tað nýggjasta frá kommunuvalinum.
    Hann hevur staðið á odda fyri varðveitslu og miðling av okkara mentanar- og náttúruarvi seinastu árini. Nú áramálssetta starvið út, og tó kann søkjast aftur, eru fleiri verkætlanir í gongd, millum annað stóra Koltursverkætlanin. Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum, er vikugestur hesa vikuna.
    Og í dag er tað Armgarð Arge, sum leggur Vikuna á Skák.
    Hoyr alla sendingina her
    1 hr 57 min

About Vikan

From the publisher's feed

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.

More shows like Vikan

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners