Vikan

Vikan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vikan episodes

  • Vikan 12. oktober 2024
    Vikupanelið hesa vikuna er mannað við Poul F. Guttesen, ph.d í teologi, Ninu Brockie, fólkaskúlalærara og MA í vegleiðing og Marnu Jacobsen, bókmentafrøðingingi.
    Vit umrøða kríggið í Miðeystri, nú eitt ár er síðani tað brast á, hvørt broytingar skulu gerast í lógini um tillagaðum starvi, og um havnir skulu byggjast á hvørjum tanga ella um kommunur eiga at samstarva um hetta.
    Hann hevur verið í bygdaráðnum í samfull 40 ár og borgarstjóri í 30 ár. Øll hesi árini hevur hann verið vigaður á valum og vunnið, men nú stillar hann ikki upp á kommunuvalinum um ein mánað. Gerhard Lognberg er okkara vikugestur.
    Og Høgni Djurhuus leggur vikuna á skák.
    Hoyr alla sendingina her
    1 hr 51 min
  • Vikan 12. oktober 2024
    Vikupanelið hesa vikuna er mannað við Poul F. Guttesen, ph.d í teologi, Ninu Brockie, fólkaskúlalærara og MA í vegleiðing og Marnu Jacobsen, bókmentafrøðingingi.
    Vit umrøða kríggið í Miðeystri, nú eitt ár er síðani tað brast á, hvørt broytingar skulu gerast í lógini um tillagaðum starvi, og um havnir skulu byggjast á hvørjum tanga ella um kommunur eiga at samstarva um hetta.
    Hann hevur verið í bygdaráðnum í samfull 40 ár og borgarstjóri í 30 ár. Øll hesi árini hevur hann verið vigaður á valum og vunnið, men nú stillar hann ikki upp á kommunuvalinum um ein mánað. Gerhard Lognberg er okkara vikugestur.
    Og Høgni Djurhuus leggur vikuna á skák.
    Hoyr alla sendingina her
    1 hr 55 min
  • Vikan - 5. oktober 2024
    Í vikukjakinum hesa vikuna umrøða vit millum annað fíggjarlógina, sum ikki hevði so stórt hall kortini; Tjóðpallin, sum enn sýnist reka fyri eystaruvág og vind;
    og vit spyrja, um tøknin er við at taka ræði á menniskjum, nú klaksvíkar kommuna má rinda brotsmonnum loysigjald fyri at fáa fatur á egnum upplýsingum.
    Vikupanelið hesaferð manna Gestur Hovgaard, Helgi Rasmussen og Katrin Dagbjartsdóttir
    Dreymurin var at fara í bankalæru, men hon bleiv bitin av journalistikkinum, og nú skal hon standa á odda fyri Oyggjaleikum. Solby Christiansdóttir er vikugestur hesa vikuna.
    1 hr 57 min
  • Vikan 28. september 2024
    Í vikukjakinum spyrja vit um pensiónin skal brúkast til húsakeyp, hví børn framvegis verða send av landinum, um landsstýriskvinnan í bústaðarmálum skal leggja frá sær - og so fara vit eisini ein túr út í rúmdina.
    Lagt var upp til eina yrkisleið á sjónum, men mest sum av tilvild gjørdist hann stjóri í Varðanum Pelagic í 2012. Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum, er vikugestur hesa vikuna.
    Vikan hevur verið sera hendingarrík, og henni fer Fróði Løkságarð at seta á Skák.
    Tú kanst hoyra sendingina her!
    1 hr 56 min
  • Vikan 21. september
    Í vikukjakinum luttóku Sámal Matras Kristiansen, Sigri Mitra Gaini og Maria Ziskason. Tey kjakaðust um kommunvalið, amerikanska forsetavalið og ósunnar matvanar.
    Vikugesturin hesa ferð var Halla Nolsøe Poulsen, sum er nýggj forkvinna í Javnstøðunevndini.
    Høgni Djurhuus legði vikuna á skák.
    Hoyr alla sendingina her
    1 hr 55 min
  • Vikan 14. september 2024
    Vikugesturin var Marjun Weihe Thomassen, sum tók við sum stjóri í Landsverki fyri tveimum mánaðum síðani.
    Marjun er fyrsta kvinna í starvinum, og hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur. Vit tosa við Marjuna um hennara visiónir fyri Landsverk, og lýsa menniskja handan stjórasessin.
     
    Hesa vikuna var tað Armgarð Arge, sum legði vikuna á skák.
     
    Vegna forfall var vikukjakið ikki á skrá.
    55 min
  • Vikan 7. september 2024
    Í vikukjakinum viðgjørdu vit spurningin um at testa heimastýrislógini í royndini at fáa limaskap í WTO. Vit spurdu, um foreldur blanda seg ov nógv í skúlan. Og stóra afturvendandi undirskotið á fíggjarlógini bleiv lagt undir luppin. Tey, sum kjakaðust, vóru Malan Óladóttir á Dunga, búskaparfrøðingur, Jóannes Patursson, bóndi, og Cecilia Nolsøe Sørensen, lærari.
    Vikugesturin var Una Joensen, rektari á Glasi, sum javnan hevur verið í miðlameldrinum, síðan hon tók við. Vit venda onkrum av málunum, og spyrja, hvør Una Joensen er.
    Hesa vikuna var tað Fróði Løkságarð, sum legði vikuna á skák.
    1 hr 56 min
  • Vikan 15. juni 2024
    Vikan tekur saman um okkurt av tí, sum er farið fram hesa vikuna.
    Í vikukjakinum viðgjørdu vit verkfallið, sum er av, og vit viðgjørdu ætlanina um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, sum hevur fingið eitt skot fyri bógvin. Og so spurdu vit, hví almennir myndugleikar skulu gera av, um fólk eta sterkar nudlur. Ben Arabo, Eyðdis Eidesgaard og Marnar Fríða Kristiansen mannaðu vikupanelið.
    Vikugesturin var Silas Olofson, sum hevur verið høvuðspersónur í sendingini "Sært tú fuglin". Hóast tað er sum fuglakennara, vit kenna hann best, so fara vit víða og tosa um bakgrund og upplivingar, sum millum annað hava ført hann í fongsul í Turkalandi.
    Armgarð Arge setti vikuna á skák.
    1 hr 57 min
  • Tað má eisini vera pláss fyri Fernando Troleis
    Fernando Troleis úr Brasil var í Góðan morgun Føroyar og greiddi frá, at hann hevur lært seg flótandi føroyskt, og hevur tikið sær góða útbúgving uttanlands. Hann er tann fyrsti í Føroyum, sum hevur staðið støðuroyndina í føroyskum á triðja stiganum. Í sambandi við prógvhandanina, helt Fernando eina røðu. Í røðu síni fortaldi hann, at motivatión fyri at læra seg føroyskt var, at hann fegin fegin vildi hava eitt pláss við borðið, har tað varð samskift á føroyskum; hann vildi fegin gerast partur av tí føroyska samfelagnum. Men hetta forðar føroysk lóg honum. 
    Her er okkurt heilt galið, helt kjakpanelið í sending okkara Vikan.
    Hini evnini, sum Lív Egilsdóttir Olsen, Niels Uni Dam og Steinar Patursson kjakaðust um, vóru ILA í Vági og mistu Michelinstjørnurnar hjá KOKS.
    Hoyrið alt Vikukjakið her
    1678137
    40 min
  • Vikan 1. juni 2024
    Í vikukjakinum viðgera vit ILA í Vági. Heilsufrøðiliga starvsstovan ger tó vart við, at ILA ikki er vandamikið fyri fólk, so vita vit tað. Fernando Troleis úr Brasil var í Góðan morgun Føroyar og greiddi frá, at hann hevur lært seg flótandi føroyskt, og hevur tikið sær góða útbúgving uttanlands. Hóast tað, so forðar føroysk lóg honum í at sleppa framat yrkisliga. Her má vera okkurt, sum ikki ruggar rætt. Og at enda fara vit at leingjast eitt sindur eftir teimum báðum Michelin-stjørnunum, ið føroyska matstovan KOKS - sum í løtuni húsast í Grønlandi - misti í vikuni.
    Nýtt róðrarneyst við einum vøkrum og vælskipaðum uttanduraøki, tvey tíggjumannafør og ein Norðoyastevna, hvørs fyrireikingar kanska eisini hava verið merktar av verkfallinum.
    Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag, er okkara vikugestur. 
    Og hesa ferð er tað Jákup Weyhe, sum leggur vikuna á skák.
    Hoyrið alla sendingina her
    1 hr 52 min

About Vikan

From the publisher's feed

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.

More shows like Vikan

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners