Vikan

Vikan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vikan episodes

  • List hevur týdning í einum ítróttafelag, sigur Sonja Kjølbro
    Sonja Kjølbro tók við sum forkvinna í Klaksvíkar róðrarfelag, Tað árið vóru eingir áskoðarar vegna korona, árið eftir varð norðoyastevnan avlýst, og norðoyastevnukappróðurin varð tískil ikki hildin fyrr enn stutt fyri ólavsøku. Og í ár er verkfall. Vit tosa um serligu avbjóðingarnar, sum kunnu vera, tá rógvast skal kapp. EIsini verður nomið við, at róðrarfelagið í ár luttekur við tveimum tíggjumannaførum, og hvønn týdning nýggju hølisumstøðurnar hava fyri felagið. Vit tosa eisini um starv hennara sum grafikara fyri Sprotan og uppvøksturin á Skáltavegnum í Klaksvík. 
    Tú kanst hoyra samrøðuna við Sonju Kjølbro her.
    39 min
  • Vikan 25. mai 2024
    Í vikukjakinum taka vit fepurin á verkfallinum og spyrja okkara vikukjakarar, hvussu lívið gongur, nú verkfallið hevur vart í góðar tvær vikur. Vit viðgera eisini málið um gongd í haga, sum eftir áralangt stríð endaði við einari breiðari politiskari semju. Og so spyrja vit, um privatar sjúkratryggingar er eitt gott hugskot. At seta vikuna í ein annan samanhang eru komin Marna Jacobsen, Arni Zachariassen og Helgi Rasmussen.
    Fara vit aftur til 1985, so gjørdist hann heimskendur í Føroyum, tá hann á sumri - beint fyri ólavsøku - rann og svam alla leiðina úr Akrabergi norð í Enniberg.
    Um eina viku tekur hann við starvinum sum stjóri hjá IRF.
    Hann er útbúgvin elektro-mekanikari, verkfrøðingur og Master í leiðslu.
    Umframt at hava verið stjóri á Landsverki í góð fýra ár, hevur hann starvast í nógvum ymiskum verkætlanum sum ráðgevandi verkfrøðingur í Føroyum og uttanlands.
    Sigurd Leifsson Lamhauge er okkara vikugestur.
    Og hesa ferð er tað Fróði Løkságarð, sum leggur vikuna á skák.
    Hoyrið alla sendingina her
    1 hr 54 min
  • Vikan 18. mai 2024
    Í Vikukjakinum fara vit at tosa um verkfallið. Vit spyrja millum annað, um tað ikki er í lagi, at tey, sum arbeiða, fáa eitt sindur meira, nú vit hava upplivað stórar príshækkingar seinastu árini.
    Fosturtøkulógin fall. Hvat hendi har? Uppskotið hjá landstýrismanninum, sum Framsókn hevur valt at umsita málsøki, fekk ikki stuðul frá tveimum øðrum úr Framsókn. Hvat hendi har, spyrja vit.
    Tað triðja evnið hevur at gera við vakmyndatól, tí stórur meiriluti er í løgtinginum fyri at loyva kommunum at seta upp fleiri vakmyndatól.
    Marjun í Kálvalíð, Nikolaj Falk og Regin Marnesson manna kjakpanelið í dag.
    Vikugesturin hesa ferð er kendur sjónleikari í nógvum leiklutum. Hann hevur staðið fram og greitt frá sínari sálarsjúku, og nú hevur hann saman við einum starvsfelaga, sum hevur upplivað nakað tað sama, skrivað sjónleik um evnið. Leikurin Løstir verður sýndur um eina viku, og í dag er Bárður Persson okkara vikugestur. Vit tosa um ferðina av hægstu tindum, niður svartasta dýpi - og uppaftur.
    Og hesa vikuna er tað Armgarð Arge, sum leggur vikuna á skák.
    Hoyrið alla sendingina her
    1 hr 55 min
  • Vikan 11. mai 2024
    Í Vikukjakinum hesa ferð fara vit víða. Vit viðgera mammudagin, sum verður í morgin, vit tosa um politiskt veggjakrutl á løgtingshúsinum, aldursdiskriminering á almenna arbeiðsmarknaðinum og oyggjaleikir, sum ikki kunnu haldast í øllum oyggjum. At kjakast eru komin Ben Arabo, Eydna Skaale og Poul Guttesen.
    Vikugestur okkara hevur verið knýtt at Listasavni Føroya í fleiri umførum síðani 2014. Millum annað í tíðarskeiðinum 2016 til 2023 sum savnsvørður, har hon eitt nú miðlaði list við framsýningum, greinum og fyrilestrum. 
    Hon tekur við starvinum sum stjóri á Listasavninum 1. juli. Vit fara at tosa um list og mentan og javnstøðu í listini - og kanska samfelagnum sum heild. Vikugestur okkara er Solveig Hanusardóttir Olsen. 
    Og hesa vikuna er tað Høgni Djurhuus, ið leggur vikuna á skák.
    Hoyrið alla sendingina her
    1 hr 58 min
  • Vikan 4.mai 2024
    Í Vikukjakinum hesa ferð hitta vit Berljót av Skarði, Finn Jensen og Theodor Eli Dam Olsen. Tey fara at skifta orð um mál, ið settu dám á hesa vikuna. Vit spyrja, hvussu tað ber til, at burðartalið í Føroyum nú er undir tvey børn. Hví uttanríkisráðharrarir í Norðurlondum hildu sín fyrsta fund nakrantíð á føroyskari jørð. Er tað russiska bjørnin, sum spøkir enn meira? Og so spyrja vit, hvat altjóða arbeiðaradagurin, ið varð hildin hósdagin, hevur at siga í 2024.
    Vikugesturin er úr India, men hevur búð meira enn helvtina av sínum lívi í Føroyum. Í vikuni gjørdist hon dekanur á Námsvísindadeildini, sum útbúgvir okkara lærarar og pedagogar. Gleð teg til eitt prát um uppvøkstur í India, um pápan, sum gav henni so nógv, um mentanarmunir, um integratión og rasismu, um leiðslu og at læra. Um lívið. Vikugesturin er Kalpana Visjeyavarathan.
    Og hesa vikuna er tað Jákup Veyhe, ið leggur vikuna á skák.
    Hoyrið alla sendingina her
    1 hr 58 min
  • Vikan 27.apríl 2024
    Í Vikukjakinum hesa ferð hittast Katrin Dagbjartsdóttir, Hans J. Hermansen og Annika Sølvará at skifta orð um mál, sum settu dám á hesa vikuna. Vit spyrja, hví føroyingar eru hyldligari enn onnur, og um tað líkist happing, at almennir stovnar gera fólk upp eftir vekt. Vit viðgera eisini ríkis- ella ríkjafelagsskapin, sum er komin á breddan. Og so nerta vit aftur við, at so nógv børn ikki duga føroyskt í fólkaskúlanum og tí mugu í serligar móttøkuflokkar.
    Um fimm tímar stendur hann á pallinum í Løkshøll saman við orkestri sínum, har hann er eitt av høvuðsnøvnunum á Mentanarvikuni, sum Runavíkar kommuna skipar fyri. Konsertin seinnapartin klokkan fimm er onnur konsertin av tveimum, sum hann hevur í dag. Klokkan átta í kvøld, stendur hann aftur á pallinum í Løgshøll.
    Vikugestur okkara er norski sangarin og sangskrivarin Bjørn Eidsvåg.
    Og hesa vikuna er tað Armgarð Arge, ið leggur vikuna á skák.
    Hoyrið alla sendingina her
    1 hr 54 min
  • Vikan 20.apríl 2024
    Í Vikukjakinum hesa ferð tosa vit um ójavnan á arbeiðsmarknaðinum, sum sambært kanning hjá Javnstøðunevndini og øðrum, økist, tá kvinnur fáa børn. Bankar og rentur og avgjøld er næsta evnið, og so enda vit við at kjakast um komandi tjóðleikhúsinum. Vit spyrja um tað tað skal byggjast aðrastaðni enn í Havn, ella eina aðrastaðni í Havn enn á Eystaru bryggju.
    At kjakast í morgun eru komin Tóra Effersøe Mortensen, Eyðdis Eidesgaard og Helgi Rasmussen.
    Vikugesturin hevur av sonnum sett seg sjálvan í politiska brennidepilin við at leggja uppskot fram um at broyta fosturtøkulógina, sum leingi hevur kloyvt fólkið. Hann er tann yngsti landsstýrismaðurin nakrantíð, og tann fyrsti, sum fór í barnsburðarfarloyvi. Hann er eitt politiskt menniskja, viðgongur hann. Vikugesturin er Bjarni Kárason Petersen.
    Og hesa vikuna er tað Fróði Løksagarð, ið leggur vikuna á skák.
    Hoyrið alla sendingina her
    1 hr 53 min
  • Vikan 13.apríl 2024
    Vikukjakið hesa ferð er merkt av, at Norðurlandaráðið í vikuni hevði sín fyrsta fund í Føroyum. Vit umrøða føroyska limaskapin í Norðurlandaráðnum og nýggju trygdarpolitisku dagsskránna. Vit fara eisini til Ísrael og Gaza, og vit spyrja, hvat kjakluttararnir halda um retorikkin í Føroyum? Og so spyrja vit eisini, um vit skulu hava fartelefonforboð í føroyska fólkaskúlanum, sum landsstýrismaðurin í skúlamálum (kanska) leggur upp til. At kjakast eru komin Ben Arabo, Tóta Árnadóttir og Suni Poulsen.
    Vikugestur okkara í dag hevur altíð úr at gera, men hesa vikuna hevði hon úr at gera arbeiðsliga í Føroyum - tó at hon arbeiðir í Keypamannahavn og javnan í Stokkhólmi, Bergen, Helsinki og Reykjavík. Hesa vikuna var hon heima og skipaði fyri fyrsta ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, sum nakrantíð er hildin í Føroyum. Vikugestur okkara er stjórin í Norðurlandaráðnum Kristina Háfoss.
    Og hesa vikuna er tað Høgni Djurhuus, ið setir vikuna á skák.
    Hoyrið alla sendingina her
    1 hr 56 min
  • Vikan 6.apríl 2024
    Í Vikukjakinum hesa ferð tosa vit um bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum, um undirvísing í føroyskum sum annaðmál, ið nú hvørvur úr kvøldskúlanum í Havn, og um stuttfluttar føroyskar dygdargóðar og heilsugóðar matvørur. At kjakast eru komin Lív Egilsdóttir Olsen, Pál Weihe og Niels Uni Dam. Vikugesturin, sum fylti 75 ár fyri viku síðan, hevur virkað og búð í Føroyum í hálva øld. Norska Astri Luihn er útbúgvin tónleikari og tónleikafrøðingur, umframt fólkaminnisfrøðingur, men í dag er hon kend sum málandi listafólkið, ið ofta hevur ein lomviga við í síni abstraktu og figurativu list. Hon fór úr fólkaskúlanum sum tólv ára gomul, tí hon kláraði ikki at sita still, og hon elskar Petur Pan. Og hesa vikuna er tað Jákup Veyhe, ið setir vikuna á skák.
    1 hr 55 min
  • Vikan 23.mars 2024
    Í Vikukjakinum hesa ferð tosa vit um lógaruppskotið um "Gongd í haga", ið tað bleiv kent sum, og tey móttmæli, sum Ferðavinnufelagið er komið við. Um føroyskar fólkatingslimir, sum tryggja sitandi stjórn í Danmark meiriluta, og so spyrja vit um kommunusamanlegging. Er tað eitt gott hugskot fyri aðrar partar av landinum enn Suðuroyar norðaru helvt at leggja saman? At kjakast eru komnir Nicolaj Falck, Regin Marnersson og Arni Zachariassen.
    Vikugesturin hesa vikuna koyrdi í stóra traktorfylginum, sum gjørdi innrás í havnargøtur fyri at vísa sína ónøgd. Hann var bara 24 ára gamal, tá hann festi garðin á Vatnaskørðum, sum hann hevur útbygt og ment. Í dag er hann eisini formaður í Bóndafelagnum. Vikugesturin er Sigert Patursson.
    Og hesa vikuna er tað Armgarð Arge, ið setir vikuna á skák.
    Hoyrið alla sendingina her
    1 hr 56 min

About Vikan

From the publisher's feed

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.

More shows like Vikan

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners