Vikan

Vikan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vikan episodes

  • Vikan 9. desember 20223
    Í vikukjakinum viðgera vit millum annað suðuroyartunnilin, vantandi innlit í heilsumálaráðnum, PISA-kanningina og jólagleði.
    Tey, ið skifta orð, eru Ben Arabo, Annika Sølvará og Theodor Eli Dam Olsen.
    Vikugesturin er Jonhard Mikkelsen, sum fyllir 70 ár.
    Og Høgni Djurhuus setir vikuna á skák.
    Øll sendingin kann hoyrast her.
    1 hr 59 min
  • Vikan 2. desember 2023
    Í vikukjakinum viðgera vit nøkur av teimum málunum, sum hava sett dám á vikuna.
    Í vikukjakinum venda vit onkur av teimum málunum, sum hava elvt til kjak hesa vikuna. At skifta orð um vikuna í dag eru komin Katrin Dagbjartsdóttir, lærari, Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, og Marna Jacobsen, bókmentafrøðingur. Tey fara at tosa: Um okkara fólkatingsumboðan, sum megnar at flyta milliónir til Føroya av donsku fíggjarlógini. Um at føroyskar kvinnur ikki eiga eins nógv børn, sum áður. Og um at okkara børn nú skulu hava sálarfrøðingar at hjálpa sær í fólkaskúlanum.
    Vikugesturin er Hans Jákup Langgaard, sum í dag hevur sitið sum nýggjur stjóri í Posta í ein dag. Hann tók við starvinum 1. desember. Vit fara at tosa um Posta í nútíð og framtíð, men vit fara eisini at vita, um vit kunnu fáa okkurt annað at vita um leirvíkingin, sum nú aftur býr í Leirvík, eftir at hava búð í Havn í nógv ár.
    Og hesa vikuna er tað aftur Jákup Veyhe, sum setir vikuna á skák við einum skeivum smíli.
    Hoyrið sendingina her
    1 hr 53 min
  • Vikan 18. november 2023
    Í vikukjakinum viðgera vit nøkur av teimum málunum, sum hava sett dám á vikuna. Kjakarar vóru Niels Uni Dam, Marjun í Kálvalíð, og Arni Zachariassen. Tey tosaðu um miðlalandslagið, verkfallið farna og mannfólkadagin.
    Í samfullar seks vikur lá sjúkrahúsverkið í verkfalli, meðan stríðandi partarnir - Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið - stóðu í hvør sínari grøv. Millum teirra gekk semingsmaðurin og royndi at fáa semju, men tað gekk verri enn strilti. Í sjeyndu og síðstu viku eydnaðist tað loksins. Í dag er semingsmaðurin, Terji Sigurðsson, vikugestur í Vikuni.
    Og hesa vikuna er tað Jóan Pauli Dahl Jacobsen, sum setir vikuna á skák við einum skeivum smíli.
    Hoyr sendingina her
    1 hr 51 min
  • Vikan 11. november 2023
    Í vikukjakinum viðgera vit nøkur av teimum málunum, sum hava sett dám á vikuna. Kjakarar í dag eru Ben Arabo, Lív Egilsdóttir Olsen og Suni Poulsen. Evnini eru heldur hørð í morgin, vit fara at viðgera Russlandssáttmálan, sum skal samráðast av nýggjum, vit tosa um hópuppsagnir á Bakkafrost, sum blivu kunngjørdar í vikuni, og so venda vit skattalættanum, sum samgongan hevur lovað.
    Onkur sigur, at var eingin Dávur Winther í Klaksvík, so var einki mentanarhús.
    Varpið læt upp hendan dagin, og ein rúgva av tiltøkum hava longu verið í nýggja húsinum. Vikugesturin hesa vikuna er Dávur Winther, mentanarleiðari í Klasvíkar kommunu.
    Hesa vikuna er tað Høgni Djurhuus, sum setir vikuna á skák við einum skeivum smíli.
    Hoyrið sendingna her
    1 hr 57 min
  • Vikan 4. november 2023
    Í vikukjakinum viðgera vit nøkur av teimum málunum, sum hava sett dám á vikuna. Kjakarar í dag eru Hans J. Hermansen og Poul Guttesen, og vit fara at tosa um arbeiðsbilar, ferðavinnu-strategi og politiska uppíblanding í verkfallið.
    Vikugesturin er ein verðinsmaður úr Vestmanna; hann hevur lisið í Mexico og hevur arbeitt í London í nógv ár. Nú er hann sendimaður í Ísrael, sum aftur er í kríggi. Vikugesturin er Áki Johansen.
    Hesa vikuna er tað Armgarð Arge, sum setir vikuna á skák við einum skeivum smíli.
    Hoyrið alla sendingina her
    1 hr 56 min
  • Vikan 28. oktober 2023
    Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer.
    Í vikukjakinum viðgera vit nøkur av teimum málunum, sum hava sett dám á vikuna. Kjakarar í dag eru Helgi Rasmussen, Annika Sølvará og Gestur Hovgaard, og vit fara millum annað at tosa um flóttafólk, sjómannafrádrátt og prísvøkstur.
    Vikugesturin er Óluva í Gong, forkvinna í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava verið í verkfalli í samfullar fýra vikur nú.
    Hesa vikuna er tað Jákup Veyhe, sum setir vikuna á skák við einum skeivum smíli.
    Hoyrið sendingina her.
    1 hr 54 min
  • Vikan 21. oktober 2023
    Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer.
    Í vikukjakinum tosa vit um sterka løgin hjá bryggjaríum og destilaríum, falstíðindi í kríggi og bøtur fyri at ganga í haga. Hesa ferð skifta Eydna Skaale, Ben Arabo og Oddfríður Marni Rasmussen orð um vikuna.
    Í vikuni vóru Mentanarvirðislønir landsins lætnar, og okkara tjóðartrubarurur Teitur Lassen fór við tí størstu, sum tann yngsti nakrantíð. Samstundis eru 20 ár liðin, síðan tann fyrsta í hansara egna navnið kom út, Poetry and airplanes. Teitur Lassen er okkara vikugestur.
    Og Høgni Djurhuus setir Vikuna á Skák.
    Horið sendingina her
    1 hr 56 min
  • Vikan 14. oktober 2023
    Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer.
    Í vikukjakinum eru høvuðsevnini hesa ferð strandferðsluprísir, fosturtøka og kríggið í Ísrael og Gaza. Tey, sum kjakast, eru Marjun Bæk, prestur, Pál Weihe, lækni, og Arni Zachariassen, teologur.
    Vikugestur er Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum.
    Og Armgarð Arge, útvarpskvinna, setir vikuna á skák.
    Hoyr alla sendingina her.
    1 hr 57 min
  • Vikan 7. oktober 2023
    Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer, og vit seta aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós.
    Í vikukjakinum venda vit nakrar av søgunum, sum hava sett dám á hesa vikuna. Vit fara at tosa um vetrarfrí í føroyska fólkaskúlanum, happing á arbeiðsplássinum og skipaða virkna deyðshjálp. Hesa ferð skifta Lív Egilsdóttir Olsen, Marnar Fríðheim Kristiansen og Katrin Dagbjartsdóttir orð um vikuna.
    Tummas Lervig er vorðin heimskendur sum formaður í KÍ, sum hava fingið altjóða miðlar at spíla eygu og oyru út - ikki minst nú KÍ í vikuni vann stig frá fronsku Lille í evropeiskum bólkaspæli. Tummas Lervig hevur verið formaður líka síðan felagið var í aldudalinum, til teir nú ríða á aldukambinum. Men hvør er maðurin? Tummas Lervig er okkara vikugestur í dag.
    ... og í dag er tað Jákup Weyhe, sum setir Vikuna á Skák.
     
    Hoyr alla sendingina her
    1 hr 54 min
  • Vikan 30. september 2023
    Vikan tekur samanum vikuna, ið fer.
    Í vikukjakinum venda vit nakrar av søgunum, sum hava sett dám á hesa vikuna. Vit fara at tosa um verkfallið, heimleys og heilsukanning, og so spyrja vit, hví stjórin á Føroya Tele bleiv koyrdur. Hesa ferð skifta Finn Jensen, Marna Jacobsen og Suni Poulsen orð um vikuna.
    Vikugseturin í dag er ein maður, sum hevur verið rættiliga nógv á breddanum - ikki bara hesa vikuna, men eisini seinnu árini. Tað er Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum. Vit fara at tosa um støðuna hjá teimum heimleysu og um drøgg, men vit fara eisini at fáa at vita eitt sindur meira um, hvat Martin heldur um skilið og hví hann brúkar so nógva orku upp á tað, sum hann ger. Millum annað spyrja vit hann, um øll - altso eisini væl skipað fólk - kunnu gerast missbrúkarar.
    Og í dag er tað Katrin Patersen, sum setir Vikuna á Skák.
    Hoyr alla sendingina her.
    1 hr 56 min

About Vikan

From the publisher's feed

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.

More shows like Vikan

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners