Vikan

Vikan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vikan episodes

  • Vikan 16.mars 2024
    Í Vikukjakinum hesa ferð tosa vit um nógv umrøddu vitjanina hjá ES-nevndarforkvinnuni Ursulu von der Layen, ið skrivaði undir eitt semjuskjal við løgmann og tættari samband og samstarv millum ES og Føroyar. Vit spyrja eisini um listaverk eru vandamikil í Sandoyartunlinum, soleiðis sum Landsverk og Ráðið fyri ferðslutrygd vilja vera við. So eru tær 8 løgtingskvinnurnar komnar aftur úr New York. Var tað fínt, at tær fóru so manssterkar? At kjakast hesa ferð eru komin Maria Ziskason, Marna Jacobsen og Ben Arabo.
    Føroya Tele skuldi hyggja inneftir og frameftir, og tí bleiv stjórin sagdur úr starvi. Ístaðin settu tey gamla stjóran, sum hevur verið átta ár í Grønlandi, aftur í starv. Vikugesturin er Kristian R. Davidsen, ið byrjaði aftur sum stjóri í hesi vikuni.
    Og hesa vikuna er tað Fróði Løkságarð, sum setir vikuna á skák.
    Hoyrið alla sendingina her
    1 hr 54 min
  • Vikan 9. mars 2024
    Í Vikukjakinum hesa ferð tosa vit um próvstaklandur í fólkakirkjuni, javnrættindi í 2024 og trygd á Internetinum. Eyðdis Eidesgaard, Poul Guttesen og Marnar Fríðheim Kristiansen kjakaðust. Vikugesturin vann fyri viku síðan stórsigur, tá ið limirnir í Pedagogfelagnum skiftu formannin út við eina forkvinnu. Vikugesturin er Sanna á Løgmansbø. Og hesa vikuna er tað Høgni Djurhuus, sum setir vikuna á skák.
    1 hr 56 min
  • Vikan 2. mars 2024
    Við vikukjaki, vikugesti og vikuspei taka vit saman um okkurt av tí, sum er hent hesa vikuna.
    Í Vikukjakinum hesa ferð fara at vit at tosa um Kringvarpið og Public Service-sáttmálan, sum í vikuni varð fyri aðalorðaskifti í Løgtinginum. Vit fara eisini eitt rend til Svøríkis, sum í vikuni slapp upp í Nato. Og so spyrja vit, um tað er gott, at fólkaskúlin bjóðar serligar ítróttarbreytir til tey serliga dugnaligu. At kjakast eru komin Eydna Skaale, Jón Tyril og Steinar Patursson.
    Vikugesturin hesa vikuna fylti 80 í gjár. Hann var eitt korter frá, at gerast kongsbóndi í Kikjubø. Men júst tað, at tvíburðabeiggi hansara kom fyrst til verðina av teimum báðum, er hann glaður fyri. "Tí eg hevði ivaleyst verið ein vána bóndi", sigur hann. Vikugestur er Tróndur Patursson, listamaður og fjakkari.
    Og hesa vikuna setir Jákup Weihe vikuna á skák.
    Hoyrið alla sendingina her
    1 hr 57 min
  • Vikan 24. februar 2024
    Í vikukjakinum seta vit orð á vikuna, og vit skifta orð um horvna andstøðuleiðaran Aleksei Navalnyj, fólkaskúlan, sum landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum vil vent eitt vet, og so verða vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum eisini umrødd. Katrin Dagbjartsdóttir, Suni Poulsen og Theodor Eli Dam Olsen manna panelið.
    Vikugesturin hesa vikuna er vorðin ímyndin av vantandi dialysuviðgerðini í Suðri, sum loksins kemur. Hvalbingurin flutti til Havnar, tí hann orkaði ikki longur at ferðast til viðgerð fleiri ferðir um vikuna. Hóast nógv merktur av sjúkuni, er hann ókúgandi, positivur og treiskur sum fáur. Norðleif við Krógv er okkara vikugestur.
    Og hesa vikuna setir Armgarð Arge vikuna á skák.
    Hoyrið sendingina her
    1 hr 53 min
  • Vikan 17. februar 2024
    Í vikukjakinum seta vit orð á vikuna, og vit skifta orð um ta nýggju ístíðina, sum er fyriboðað, vit spyrja um kirkjan á Argjum skal byggjast við Sandá, og so viðgera vit uppskotið um lønir og eftirlønir hjá løgtingsfólkum. Annika Sølvará, Ben Arabo og Helgi Rasmussen manna panelið hesa ferð.
    Hesa vikuna er ársins ítróttarvenjari, Heri Ziska, okkara Vikugestur. Ein heiður, sum hann fekk fyri einari viku síðani. Vit fara millum annað at "nørdast" um at hava ynskir og seta sær mál, og hvussu ein røkkur teimum - við rættari hjálp.
    Høgni Djurhuus setur vikuna á skák.
    Hoyrið alla sendingina her
    1 hr 58 min
  • Vikan 10. februar 2024
    Gestirnir í vikukjakinum eru Maria Ziskason, Steinar Patursson og Hans Jakke Hermansen. Í yvirskriftsformi eru evnini hesi:
    Vika sex er hesa vikuna, og seinastu fimm árini setur sex og samvera dám á undirvísingina í fyrstu miðnámsflokkunum kring landið, júst í viku seks.
    Enn einaferð heitir Búskaparráðið á politisku skipanina um at hugsað um eldraøkið, tí við verandi gongd koma eini 500 røktarpláss at mangla komandi 15 árini.
    Og
    Facebook - sosiali miðilin hjá teimum tilkomnu og gomlu, sum tey ungu siga - hevur nú 20 ár á baki.
    Hann tosar nógv um veðrið, rættiliga nógv, men hvør er hann? Vikugesturin hesa vikuna er Andrias Klein Gregoriussen, sum reglugliga kemur út í hvørja stovu í landinum, har hann sáttliga greiðir frá veðurvánunum.
    Jákup Weyhe leggur vikuna á skák.
    Hoyrið Vikuna her
    1 hr 59 min
  • Vikan 3. februar 2024
    Gestirnir í vikukjakinum eru Katrin Dagbjartsdóttir, lærari, Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur og Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni. Evnini eru uppskotið um gongd í haga, ovurfiti sum farsótt og "big business", og so spyrja vit, um tað er rætt at áseta við lóg, at hægst 20 næmingar skulu vera í hvørjum skúlaflokki.
    Vikugesturin er Ingunn Eiriksdóttir, sum júst er vald til ársins leiðara á privata arbeiðsmarknaðinum, og Armgarð Arge leggur vikuna á skák.
    Hoyrið Vikuna her
    1 hr 56 min
  • Vikan 27. januar 2024
    Í vikukjakinum hesa ferð varð í høvuðsheitum tosað um trý evni:
    Hvat skal henda við Íleggingargrunninum?
    Skulu vit hava eitt ella fleiri valdømi?
    og
    Skulu ávísar treytir fylgja við, tá tú sleppur at leiga frá Bústøðum? Eitt nú krav um, at tú ikki eigur annan bústað.
    Marjun í Kálvalíð, Niels Uni Dam og Sámal Matras Kristiansen vóru í vikukjakinum.
    Vikugesturin var Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
    Og Jóan Pauli Dahl Jakobsen setti vikuna á skák.
    Hoyr alla sendingina her.
    1 hr 54 min
  • Vikan 20. januar 2024
    Í vikukjakinum hesa ferð varð í høvuðsheitum tosað um trý evni:
    Haldføri og pensjónsaldurin
    USA, forsetaval og Donald Trump
    Kongur, kongsorð og kongsveldi
    Poul Guttesen, Annika Sølvará og Arni Zachariassen vóru í vikukjakinum.
    Vikugesturin var Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.
    Og Høgni Djurhuus setti vikuna á skák.
    Hoyr alla sendingina her.
    1 hr 56 min
  • Vikan 13. januar 2024
    Í vikukjakinum viðgera vit millum annað fosturtøkulógina, sum er á veg; vit spyrja, hvat samhaldsfesti er í samferðslu; og so tosa vit um ungdómin, sum aftur vil til Danmark at lesa.
    Vikugestur er Katrin Petersen, sum er nýggjur tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
    Og Jákup Veye setir vikuna á skák.
    Hoyr alla sendingina her.
    2 hr

About Vikan

From the publisher's feed

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.

More shows like Vikan

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners