Vikan

Vikan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Vikan episodes

  • Vikan 13. september 2025
    "Dagføroyingar" er tátturin, har føroyingar koma til orðanna um aktuell mál. Hesaferð var evnið ferðavinnan, sum hevur vaksið seg so stóra.
    "Vikugesturin" hesa ferð, var Beinir Johannesen, sum hevur undirtøku frá triðja hvørjum veljara at gerast løgmaður, hóast hann bara hevur verið formaður í Fólkaflokkinum í sløk trý ár.
    Hesa ferð legði Armgarð Arge vikuna á skák.
    1 hr 54 min
  • Vikan 6. september 2025
    Vikugesturin hesa vikuna var Árni M. Dam. Hann hevur brúkt stóran part av sínum lívi í fiskivinnuni og hevur greiðar meiningar um, at yvirnormali vinningurin eigur at vera tikin úr vinnuni. Fyri 22 árum síðan kom hann illa fyri og lá í longri tíð fullkomiliga avlamin. Hann kom fyri seg, og týsdagin tekur hann sæti á Føroya løgtingi restina av hesum tingskeiðnum.
    Hesa vikuna legði Fróði Løkságarð vikuna á skák.
    Í táttinum Dagføroyingar lótu vit føroyingar koma til orðanna um ætlanina at rationalisera almenna geiran.
    Hoyr alla sendingina her.
    1 hr 55 min
  • Vikan 31. mai 2025
    Í vikukjakinum umrøða vit nýggju veljarakanningina hjá portal.fo, søluna av atgongumerkjum til EM í hondbólti í Oslo, og um tørvur er á lagaligari lánum til ung. Nina Brockie Hansen, Marner Fríðheim Kristiansen og Sámal Matras eru vikukjakarar.
    Vikugesturin hevur ofta verið nevndur í sambandi við nógv umrødda málið um Suðuroyartunnilin, sum bleiv bremsað og koyrt aftur í nevnd. Tvørámaðurin hevur ferðast til nógv støð, har tørvur hevur verið á hjálp at bora tunlar. Hann er harukongur og dámar at loysa trupulleikar. Men hvør er hann? Vikugesturin er Kristian Stórhamar.
    Og hesa ferð leggur Armgarð Arge vikuna á skák.
    1 hr 46 min
  • Vikan 24. mai 2025
    Í vikukjakinum tosa Finn Jensen, Marna Jacobsen og Katrin Dagbjartsdóttir um veður og vind. Vit taka saman um finaluna í ársins Eurovision, tá ið Sissal kom, sá og tapti. Ella gjørdi hon nú tað? Og so venda vit politisku støðuni, sum á evsta tingdegi endaði við afturtøku og hornasparki.
    Vikugesturin hevur í 25 ár staðið á odda fyri Havnar handverkarafelag. Nú hevur hann takkað fyri seg og latið væl snikkaðu stafettina víðari. Okkara vikugestur er Eli Brimsvík.
    Og hesa vikuna leggur Fróði Løkságarð vikuna á skák.
    1 hr 35 min
  • Vikan 17. mars 2025
    Í vikukjakinum fara Magni Højgaard, Turið Debes Hentze og Ben Arabo at kjakast um ísrealsfagnað og -mótmæli á Vaglinum, samstundis sum Ísrael herðir stríðið í Gaza. Vit tosa um trygdarpolitiska toppfundin í Tinganesi, og so hugleiða vit um ein lítlan frekan feministiskan kepp, ið gongur sum heitt breyð.
    Hann hevur starvast sum embætisfólk og seinni leiðari í Tórshavnar kommunu í 18 ár, er løgfrøðingur og eisini journalistur, og skal nú standa á odda fyri Kringvarpi Føroya. Magnus Dam nýggjur kringvarpsstjóri er vikugestur í dag. 
    Hoyr sendingina her
    1 hr 46 min
  • Vikan 10. mai 2025
    EM-endaspæl og óvissa vóru vikuorðini, sum vikukjakararnir Malan á Dunga og Regin Marnersson, valdu hesa vikuna.
    Tey kjakast millum annað um hví fólk færri fólk keypa sær elbil í fjør enn í ár, og um grønar loysnir skulu stuðlast meira. Eisini umrøða vit nýggju lógina um hjálp fyri barnloysi, har millum annað stakar kvinnur nú kunnu fáa hjálp frá tí almenna til at fáa børn. Og so umrøða vit kanning og grein um harðskap í Føroyum, sum vísur at tølini í Frøoyum lígjast teimum í okkara grannalondum, men at Føroyar liggja ovarlaga í harðskapi í nærsambondum.
    Hon er djørv, siga summi, hon er ov politisk, siga onnur. Vikugesturin hevur staðið fram og rópt varskó, nú Løgtingið hevur samtykt at fara undir dýrastu og nógv størstu verkætlan í Føroya søgu.
    Okkara vikugestur er landsbankastjórin, Malan Johansen, sum av álvara hevur verið í brennideplinum síðstu tíðina.
    Og hesa vikuna leggur Høgni Djurhuus vikuna á skák.
    1 hr 44 min
  • Vikan 3. mai 2025
    Leygarmorgun taka vit saman um vikuna, sum fer.
    Vikukjakið er merkt av, at Suðuroyartunnilin hevur fylt tað mesta. Løgtingið samtykti við aðru viðgerð, at størsta verkætlan nakrantíð í Føroya søgu nú skal fyrireikast, projekterast og bjóðast út. Hetta var eisini vikan, tá ið arbeiðarafjøldin gjørdi vart við seg á 1. maidagshaldi, og vit spyrja, hvussu viðkomandi tað er. Og so taka vit samanum fyrstu 100 dagarnar hjá Donaldi Trump, forseta.
    Vikukjakarar eru Dagfinn Olsen, Steinar Patursson og Maria Ziskason.
    Hann hevur vunnið altjóða viðurkenning og tvær michelinstjørnur við Koks, sum seinastu árni hevur hildið til í Grønlandi. Nú er stjørnukokkurin aftur á klettunum, er givin í Koks, og hevur júst latið sína egnu matstovu upp í Havn - PAZ. Poul Andrias Ziska er vikugestur hesa vikuna.
    Og hesa ferð leggur Armgarð Arge vikuna á skák.
    1 hr 54 min
  • Vikan 26. apríl 2025
    Í vikukjakinum viðgera vit, um tað er í lagi, at Tórshavnar kommuna loyvir privatum felagi at selja leiguíbúðir. Vit hugleiða um nýggju lógina, sum sigur, at lesandi á Heilsuskúlanum í Suðuroy skulu fáa løn undir lestri. Og so spyrja vit, um heilsudeplar við fleiri fakbólkum er eitt gott hugskot. Vikukjakarar eru Helgi Rasmussen og Poul Guttesen.
    Líka síðan hann var smádrongur, hevði hann stóran áhuga fyri filmi. Og skopunardrongurin, sum droymdi seg burtur við flakalinjuna og ongantíð fekk eitt miðnámsskúlaprógv, skuldi eisini gerast ein undangongumaður sum filmsskapari í Føroyum. Nú er hann háaktuellur við spælifilminum Seinasta paradís á jørð, og í dag er hann okkara vikugestur.
    1 hr 49 min
  • Vikan 12. apríl 2025
    Í vikukjakinum viðgera vit uppgerðina í Framsókn, sum nú missir minst ein flokslim orsakað av málinum um fosturtøku. Vit spyrja eisini, hví føroyingar og serliga føroyskir menn drekka so illa - og um tilmælini og nullhugsjónin frá Heilsustýrinum um rúsdrekka er realistisk og viðkomandi. Og so viðgera eisini, um føroysku fólkatingsumboðini skulu bjarga donskum ministarum. Tey, sum eru komin at kjakast og hugleiða, eru: Marnar Fríðheim Kristiansen, Turið Debes Hentze og Magni Højgaard.
    Hon verður nýggjur stjóri í Almannaverkinum, ið er ein av hornasteinunum í føroyska vælferðarsamfelagnum og umsitur ein triðing av fíggjarlógini. Hvussu fer hon til hesa stóru uppgávu, og hvør er kvinnan handan komandi stjóran. Hjørdis Sólbjørg Mortensen er vikugestur hesa vikuna.
    Og hesa vikuna leggur Fróði Løkságarð vikuna á skák.
    Vælkomin til Vikuna
    1 hr 57 min
  • Vikan 5. apríl 2025
    Í vikukjakinum hesa vikuna skifta vit millum annað orð um prísshækkingina hjá Strandfaraskipum landsins eftir 18 árum við óbroyttum prísum, eisini umrøða vit hallið á fíggjarlógini og suðuroyartunnilin, og vit kjakast um stóru heilsukanningina hjá Heilsustýrinum og hví ungar familjur kenna seg nógv meira fíggjarliga sperdar enn í 2015.
    Regin Marnesson, Cecilica Nolsøe Sørensen og Ragnheiður Bogadóttir eru vikukjakarar.
    Sjálvsálitinum bilar einki, og hon torir at siga og vísa, hvør hon er. 1. mars vann hon danska melodi grand prixið, og síðan hevur hon havt úr at gera við konsertum, ferðum og samrøðum, samstundis sum at hon skal passa sín lesnað til lærara og tilveru á Oyrasundskollegiinum, har hon býr við sínum tveimum døtrum. Miðskeiðis í mai skal hon skína á Eurovision í Sveis. Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen er okkara vikugestur.
    1 hr 45 min

About Vikan

From the publisher's feed

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.

More shows like Vikan

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners