Vit liva í alt ov stóran mun í høvdinum, har gerandisskyldur, ørkymlingar um fíggjarstøðu, barnauppaling, arbeiði og kanska eisini eitt parlag, ið er vorðið eitt sindur minni spennandi og gevandi enn ynskiligt er, seta dagsskránna.
Heldur skuldu vit lurta meir eftir kroppinum, har vit, um vit geva okkum stundir, kunnu finna svarið á, hvat vit í veruleikanum ynskja at siga ja og nei til, og hvat vit í veruleikanum kenna innanst inni, metir Vivian Sjóklett, námsfrøðingur, listaterapeutur, vaginalterapeutur og sexologlesandi.