Hon hevur seinastu árini staðið í málinum hjá VÍF og er nú farin at royna okkurt nýtt. Hon hevur skrivað sáttmála við Selfoss í eitt ár fyri fyrst, sum hevur ein ungan, óroyndan málverja, og ein eldri málverja, sum bert venur við hvørt, so hon væntar sær nógva leiktíð.
Viviann Petersen sigur seg longu merkja, at hon fer at trívast væl í Íslandi og hjá Selfoss.
Vit spurdu fyrst Viviann, hvussu hetta er komið í lag.