Við so nógvum sterkum kvinnum á flokslistanum skuldi Hervør Pálsdóttir gera okkurt heilt serligt fyri at fáa fólk til at leggja merki til sín, so tað gjørdi hon.
Hon hondmálaði sínar plakatir, bæði fyri at vera øðrvísi, men so sanniliga eisini tí tað var bíligari.
Hon bjóðaði Christian Andreasen til holmgongu, tí hon helt tey bæði vera so ymisk sum politikarar, sum man kann vera, og væl eydnaðist, tí tey komu bæði inn.