Fríðhild Abrahamsen í Fuglafirði varð fødd fyri 81 árum síðani í Akrabergi. Mamman var 18 ára gomul og fekk tvíburðar, tvær gentur - Fríðhild var onnur og har var eingin pápi.
Tey allar fyrstu árini av lívinum búði Fríðhild í Sumba - men síðani fór hon saman við systrini til Hvalbiar at vaksa upp hjá mammuni og fosturpápanum.
Í ungdómsárunum var hon í sjey ár aftur í Sumba og hjálpti ommuni og abbanum, til hon giftist og fekk familju í Fuglafirði. Har hevur hon trivist væl.