Frímælt

Frímælt

By Frihedsbrevet FøroyarNewsEntertainment News
Download on the App Store

Frímælt episodes

  • 40. Happar Hendrik Old Steffan Klein?

    Vit taka saman um tingárið og draga fram nøkur hæddarpunkt og aðrar tematikkir, sum eru verdir at hefta seg við. Vit spyrja eisini, um Henrik Old úr Javnaðarflokkinum happar Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum. Í øllum førum eru fleiri dømi um, har Henrik Old gevur til kennar, at hann ikki orkar fyri Steffani. 

    Vit eru eisini við til seinasta dansin á Skarv, og tosa um circle jerk sum eitt politiskt fyribrigdi.

    Gestir eru Kaj Joensen, samskiftisfólk hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg, Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna og lesandi á Kongaliga Kunstakademinum, og Danny Baldursson, tónleikari.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 3 min
  • 39. Ein rundur føðingardagur og ein jarðarferð

    Føroyavinurin, fjallmaðurin og fyribrigdið Lars Løkke Rasmussen bleiv 60 í vikuni. Saman við fólkatingsliminum Sólbjørg Jacobsen royna vit at koma nærri inn á, hvør føðingardagsbarnið er. Somuleiðis tosa vit um, at bæði Skarv og KOKS lata aftur, at hvørki Hondbóltssamband Føroya ella Visit Faroe Islands duga at telja - og so fara vit eisini at ferðast í egnum landi.

    Umframt Sólbjørg Jacobsen úr Liberal Alliance eru Kristinn Vang, fulltrúi í Skattamálaráðnum, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur, gestir.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 3 min
  • 38. John Mayer, veggjakrutl og smákøkur

    Er tað herverk, tá veggjakrutl verður málað á løgtingið? Ella er tað aktivisma, sum tænir sínum endamáli? Tað tosa vit um í Frímælt hesa ferð, har vit eisini hoyra John Mayer skammrósa Teiti, eta smákøkur og tosa um vánaligar matstovuvanar og munin á abort í 12. og 18. viku.

    Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og vertur í Súrligum nætrum í Kringavarpi Føroya, Turið Nolsøe, Ph.d. í retorikki, og Høgni Olsen, tænari á Møntergade.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 10 min
  • 37. Prestur, porno og aðrar søgur

    Prestur, porno og aðrar søgur

     

    Vit hoyra í Frímælt hesa ferð ein øðrvísi vitnisburð frá einum presti. Vit hoyra um eina rúgvu av tatoveringum. Um litríkar søgur úr nýggju dokumentarunum hjá Frihedsbrevet. Um konsertferðina hjá Eivør í USA og annað gott.

     

    Gestir eru Laura Kathrine Apol, samfelagsfrøðingur, samskiftisfólk og listamiðlari á Listasavni Føroya, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet.

     

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 4 min
  • 36. Rúkandi ósamdir gestir um næstan alt

    Brotasjógvarnir í annars hugnaligu upptøkuhølunum í Frihedsbrevet vóru øgiligir hesa ferð, men evnini løgdu eisini upp til tað. Tí føroyingar eru ov feitir, men er tað í veruleikanum ein trupulleiki? Eitt mál skal roynast í Føroya rætti, tí at Beinir Joensen millum annað hevur kallað sjónvarpsvertin John Johannesen fyri kynsvilling. Men hvar gongur markið fyri, hvat vit kunnu loyva okkum at siga um onnur? Ella eru vit vorðin ov sært? Og hví eru mannfólk so vánalig at fara til lækna - og hvat kann gerast við tað?

    Vit tosa eisini við Jan Restorff, sum hevur ein serligan dag fyri framman, vit flenna hart og bróta av.

    Gestir í Frímælt eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Leivur Frederiksen, skúlaleiðari og miðlamaður, og Elisa Vang, samskiftisfólk hjá Føroya Arbeiðarafelag, poddvarpsvertur og skemtari.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 15 min
  • 35. Menn tosa um at leita sær hjálp

    Frímælt hesa ferð er mannað við fýra monnum, tí høvuðsevnið í partinum er sálarheilsa hjá monnum. 

    Fríði Djurhuus, forsangari í Joe & The Shitboys, hevur skrivað ein sang, sum eitur Please seek help og gjørdi í tí sambandi eitt video, har hann greiddi frá, at hann sjálvur hevur leitað sær professionella hjálp.

    Vit tosa eisini um lýsingina hjá Nema, sum er eitt spark í skinnabeinið hjá Føroya Tele. Og so spyrja vit, hví Ingmar ikki slapp víðari í fyrsta umfari av Sement, sum var farna vikuskiftið.

    Umframt Fríða Djurhuus eru Hergeir Staksberg, samskipari í Tórsgøtu og fyriskipari av Sement, og Heri Danielsen, samfelagsfrøðilesandi og partur av Biit, ungdómstoymi Kringvarpsins, gestir í Frímælt.

    Rólant Waag Dam er vertur.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 17 min
  • 34. Frímælt hevur valt bestu løgtingslimirnar

    Frímælt viðger, hvørjir politikarar hava staðið seg best í løgtinginum hetta valskeiðið, tí Heri Wang Danielsen hevur gjørt eitt yvirlit, har hann kemur við sínum topp-fimm lista. Vit skifta eisini orð um nýggja poddvarpið hjá Frihedsbrevet, Hevur tú hoyrt?, sum er ein samrøða við Amaliu Danielsen, sum nógv hava eina meining um. Umframt tað tosa vit eisini um ríkisrættarligu støðu Føroya og um tey tíggju flóttabørnini, sum eru komin til Føroya uttan foreldur ella fylgjara.

    Heri Wang Danielsen, samfelagsfrøðilesandi á Fróðskaparsetri Føroya, Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, eru gestir.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 12 min
  • 33. Ein spikdessert frá Poul Andrias Ziska

    Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS, er við í studio, har hann borðreiðir við eini heilt serligari dessert, sum tey arbeiða við til matarskránna á KOKS í Grønlandi. Hann greiðir eisini frá upplivingunum og avbjóðingunum har, og um hvat hendir við KOKS seinni í ár.

    KOKS er ikki einasta serføroyska íkastið til dagsins part, har vit eisini skifta orð um tónleikabólkin Hamferð, sum megnar at spæla tungmálm og vera hámentan um leið - hvussu hongur tað saman, spyrja vit Niels Una Dam.

    Og so flyta vit okkum yvir um hav, tí amerikanska sangarinnan Beyonce hevur givið út nýggja útgávu, Cowboy Carter, sum hevur sett dagsskránna kring allan tónleikaheimin, síðani hon kom út. Hví er útgávan so nógv umrødd og hvør er Beyonce - tað greiðir Siri Súsannudóttir Hansen frá.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 19 min
  • 32. Skarv, Bjartalíð og Føroya próstur

    Hvat hendir hjá mongu útisetunum, nú savningarmiðdepilin, barrin og klekingarmaskinan Skarv letur aftur? Tónleikarin og poddvarpsverturin í Súrligum nætum, Bárður Petersen, sum var á Skarv leygarkvøldið, kemur við eini feskari dagføring.

    Jóannes Bjartalíð fortelur norskum miðlum um sín rúsevnistrupulleika, men hvørjar afturmeldingar fær hann sjálvur? Vit ringja til Norra og tosa við høvuðspersónin. 

    Harumframt venda vit eisini orðalagið í løgtinginum, útmeldingina hjá nýggja próstinum og kendislistin verður dagførdur við trimum persónum.

    Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Leivur Frederiksen, fyrstilærari á Skúlanum á Velbastað og miðlamaður hjá Televarpinum, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistur.

    Vertur er Rólant Waag Dam

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 9 min
  • 31. Hesi eru føroysku powerpørini

    Tað hevur prutlað undir lokinum leingi, men í dag verður avdúkað, hvørji føroysku powerpørini eru. 

    Vit venda eisini traktortreffinum á Vaglinum fyrr í vikuni, tá Føroya løgting fór lukta so illa, sum tað ongantíð hevur gjørt fyrr. 

    Vit venda eisini lógini um abort, sum kemur fyri tingið í dag, fríggjadagin, og bankarnir fáa eisini eina heilsan við á vegnum, nú teir ríka seg upp og presentera eitt stórt yvirskot fyri og annað eftir - eftir skatt væl at merkja.

    Gestir eru Bárður Dal Christiasen, arkitekur og listamaður, Bjørt Lind, sálarfrøðingur, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet.fo.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 7 min

About Frímælt

From the publisher's feed

Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

More shows like Frímælt

The Daily by The New York Times

The Daily

112,173 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

CelebKebab by Sarah Jane Kok og Mie Frejo Copsø

CelebKebab

4 Listeners

Only in America by RADIO IIII

Only in America

23 Listeners

Fantino og Bonde by Rayo

Fantino og Bonde

21 Listeners

Vi ser på det by RADIO IIII

Vi ser på det

2 Listeners