Frímælt

Frímælt

By Frihedsbrevet FøroyarNewsEntertainment News
Download on the App Store

Frímælt episodes

  • 20. Hennara hátign, hondbóltslandsliðið og ein kostskúli

    Frímælt loftar eisini nýggjasta festivalinum, Okkara Land, sum verður í summar og sum BARA verður fyri vaksin. Vit tosa um hondbóltsharrarnar, sum ikki ætla sær einki, vit tosa um nýggjastu røðina hjá Frihedsbrevet, sum er um føroysk børn, ið eru send á kostskúlar - og tað er ikki lukkuligt, tað, sum verður fortalt í røðini.

     

    Eisini viðgera vit boðini um, at Drotning Margretha takkar fyri seg - og hvussu føroyskir politikarar royndu at gera politikk burtur úr boðunum frá drotningini og vantandi boðunum frá løgmanni um tað sama í nýggjársrøðuni.

     

    Gestir eru Tróndur Vatnhamar, vertur í Kringvarpi Føroya, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.

     

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    59 min
  • 19. Alt tað besta í 2023

    Vit hyggja aftur á hæddarpunktini, sum 2023 hevði at bjóða, tá tað kemur til tíðindi, politikk og tónleik. Hvat var besta konsertin í 2023? Hvør var besta bókin? Hvørjar vóru størstu søgurnar? Alt tað tosa vit um í hesum Nýggjárspartinum av Frímælt.

    Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, námsfrøðingur og kaffimanager, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 32 min
  • 18. Munurin á einum barnalokkara og pedofili

    Vit tosa um Erling Eidesgaard, sum harmast um, at hann samanbar ríkisveitingina úr Danmark við sleikisneisina, hjá einum pedofili. Erling meinti ikki pedofil, hann meinti barnalokkari.

    Vit tosa eisini um Beautivarpið og í hvønn mun, at ungdómar skulu sleppa at tosa sum tey gera í Kringvarpi Føroya.

    Og so venda vit eisini eitt álvarsmál, sum var fyri í Føroya rætti í vikuni.

    Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Leivur Frederiksen, fyrstilærari í skúlanum á Velbastað og miðlafólk í Televarpinum, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 7 min
  • 17. Politiskir stand-up-arar og ein AI-sangur til Frihedsbrevet

    Vit venda politisku støðuni - og tað er ikki við mýkindum - og so undrast vit á, hví so nógvir politikarar hava sum hjástarv at vera stand-up-arar og undirhald til jólaborðhald í hesum døgum.

    Eisini hevur Frihedsbrevet fingið sín egna sang, sum verður spældur í hesum 51. partinum av Frímælt.

    Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, Durita Fagradal Augustinussen, samfelagsfrøðingur og journalistur, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 2 min
  • 16. Frímælt er flutt til Danmarkar

    Frímælt rundar part nummar 50 - og tað ger Frímælt í Danmark. Tí tosa vit nógv um politikk á Christiansborg, tí Sólbjørg Jacobsen úr Liberal Alliance er gestur. Ein onnur orsøk til tað, er, at fyrrverandi politiski journalisturin á Christiansborg, Kaj Joensen, eisini er gestur. Hann er í dag kunningarráðgevi hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg og hevur tí eitt innlit í tað, sum fyriferst har, sum fá onnur hava.

    Vit tosa eisini eitt sindur um røðuna hjá Jenisi av Rana til landsfundin hjá Miðflokkinum, men tað er ikki bara politikkur á skrá. Rannvør Fríða Eyðunsdóttir úr Gentuvesinum er við og tosar um nýggju sendingina hjá ungdómstoyminum Biit, har tey millum annað tosa um at raka nossir. 

    Vertur í Frímælt er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 11 min
  • 15. Eitt lítið sindur um Nardus og nógv um mannin, sum átti allar Mykines-málningarnar

    Tveir av journalistunum í Frihedsbrevet vóru nevndir á einum møti hjá Nardus í november. Hvørjir teir eru, er at hoyra í hesum partinum, har vit eisini hoyra, hvør Torkil Mortensen var. Tað var nemliga Torkil Mortensen, sáli, sum hevði keypt stóran part av Mykines-málningunum, sum einkjan Birte Schultz-Lorentzen nú lat Listasavni Føroya. Hesum greiddi vinmaður hansara, Erling Eidesgaard, frá í Frímælt.

    Vit tosa eisini nógv um tónleik og koma við ymiskum viðmælum. Í partinum verður lovað, at viðmælini skulu standa her - so her it goes. Uni viðmælir millum annað:

    Big Star við Jesus Christ
    Liam Gallagher við All You’re Dreaming Of
    Low við Just like Christmas
    Sufjan Stevens við That Was The Worst Christmas Ever
    Cocteau Twins við Frosty The Snowman

    Jan Lamhauge heldur, at plátan Christmas In The Heart hjá Bob Dylan er verd at lurta eftir um jólini, meðan Rólant Waag Dam viðmælir Hymns From Nineveh og jólaplátuna Endurance Christmas Time.

    Umframt tað tosa vit um The Prodigy og ein serligan og ofta bannlýstan sang.

    Gestir eru Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet, og Uni Leitisstein Hansen, netsamskipari í Kringvarpi Føroya og vertur í sendingini Leitisstein.

    Vertur í Frímælt er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 1 min
  • 14. Mikkjal Thomassen, albanski operasangarin og politiskir brotasjógvar

    Hvat hendi í rættinum týsdagin og mikudagin, tá málið um Mikkjal Thomassen var fyri? Tað veit Rólant Waag Dam, sum fylgdi rættarmálinum. Hvat var tað, sum hendi, tá føroyski tjóðsangurin varð sungin í Albania mánakvøldið? Tað veit Klæmint Olsen, sum royndi at syngja við. Vit tosa við Klæmint um løtuna, tá menn fóru at smílast - og so spyrja vit Sunleif Rasmussen, tónaskald, um talan var um góðan sang.

    Vit skifta eisini orð um amerikanska forsetan, sum gjørdist 81 ár í vikuni. Um politisku kreppurnar, sum sitandi samgonga áhaldandi kemur sær í og um Banksy, loyniliga listamannin, sum kanska ikki er so loyniligur longur.

    Gestir eru Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og poddvarpsvertur, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 9 min
  • 13. Vit nørda Nardus, tosa um Kringvarp Føroya, dýrt vín og ull

    Vit hava nýtt um Nardus í hesum partinum av Frímælt. Samkoman, sum fá ella eingin visti um, áðrenn hon kom í andglettin í norskum miðlum og Frihedsbrevet fór at gera greinar um føroysku deildina.

    Vit tosa eisini um uppsagnirnar í Kringvarpi Føroya og hvussu tað rakar stovnin. 

    Vit hava eisini timburmenn og tosa um dýrt vín. Tí kundi tú hugsað tær eina fløsku av víni fyri 55.000 krónur? Ella hvussu við 185.000 krónur? Tað fært tú á Søllerød Kro, sum er kosið at hava besta vínkjallara í danska kongaríkinum. Vit tosa við altíð blíða Jan Restorff um kjallaran, sum hann hevur bygt upp, ið rúmar fleiri enn 2000 ymisk sløg av fløskum.

    Gestir eru Sissal Kristiansen, uppforsprákari, sniðgevi og stovnari av Shisa Brand, Mikael Blak, tónleikari, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 14 min
  • 12. Serliga samkoman Nardus, serligi sjúkrahússangurin og serliga røðan hjá serliga listamanninum

    Frímælt ruddar møguligar misskiljingar av vegnum um ein sang, sum koyrir sína sigursgongd á netinum í hesum døgum, meðan gestirnir og verturin siga sína hjartans meining um lagið.

    Vit tosa eisini um eina heilt serliga samkomu í Føroyum, sum Frihedsbrevet hevur varpað ljós á við greinum og poddvarpi hesa vikuna, umframt at vit eisini hoyra ljóðbrot úr einum møti, har ein elstibróður talar.

    Eitt annað evni er ein serlig røða, sum listamaðurin Ole Wich helt í sambandi við, at ein framsýning við honum lat upp í Listasavni Føroya. Í røðuni nýtti Ole Wich høvið til at langa út eftir Kinnu Poulsen, ummælara, men var tað betur ógjørt?

    Tað og annað mangt tosa vit um í Frímælt hesa ferð, har gestirnir vóru Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavni Føroya, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.

    Vertur var Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr
  • 11. Tá Björk var á konsert hjá 200, og so eitt fornavn og eftirnavn, takk

    Nýggjasti maðurin við borðið í studionum í gamla klædnahandlinum Vogue, har Frihedsbrevet húsast í Havn, fortelur um Iceland Airwaves, har hann hevur spælt fyri Björk og verið til after party við Sigur Rós.

    Tað ger hann, tí Iceland Airwaves er um vikuskiftið, har fýra føroyskir bólkar spæla.

    Tað er ikki nóg mikið og ikki nóg gott, tá fjølmiðlar kalla Ruth Vang fyri Ruth. Fornavn og eftirnavn, takk, sigur eitt samt pallborð - ella næstan samt.

    Vit skifta eisini orð um kvinnustørv, sum eru fyri vanbýti, um nýggjasta og seinasta sangin hjá The Beatles, um Olaf Johannesen og so hoyra vit eisini málið í tí altíð vælupplagda Fríða Djurhuus í Joe & The Shitboys.

    Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Kringvarpi Føroya, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    1 hr 7 min

About Frímælt

From the publisher's feed

Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

More shows like Frímælt

The Daily by The New York Times

The Daily

112,173 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

CelebKebab by Sarah Jane Kok og Mie Frejo Copsø

CelebKebab

4 Listeners

Only in America by RADIO IIII

Only in America

23 Listeners

Fantino og Bonde by Rayo

Fantino og Bonde

21 Listeners

Vi ser på det by RADIO IIII

Vi ser på det

2 Listeners