
Sign up to save your podcasts
Or


Vit tosa í dag um eitt brúdleyp, sum var farna vikuskiftið, tí Beinir Johannesen, formaðurin í Fólkaflokkinum, er giftur. Vit tosa um eitt hátíðarhald, sum er í dag, tí ein tann størsta útvarpssuccessin í nýggjari tíð, Gentuvesið, hevur gjørt part nummar 100. Vit hava eisini havt vitjan úr Kroatia, sum vit venda, tí tað vóru vit upp á ongan máta fyrireikað uppá - og so hyggja vit eisini eftir OL, sum veruliga hevur fingið fólk at øsa seg.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur á Gentuvesinum, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Vit manna borðið við gestum, sum øll hava verið ella eru politiskt virkin - og so venda vit annars tí politiska, sum bæði bjóðar upp á ólavsøkurøðu løgmans, og ein tíðindafund hjá Sambandsflokkinum, sum roynir at endurskapa seg sjálvan.
Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, fyrrverandi løgtingsfólk fyri Javnaðarflokkin, uttanflokkatingfólk, og valevni fyri Tjóðveldi, Heri Wang Danielsen, fyrrverandi valevni fyri Sjálvstýrisflokkin, og Jan Vestergaard, formaður í Havnar Framburðsfelag.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Er tað rímiligt, at Kringvarp Føroya brúkar 11 minuttir í høvuðstíðindasendingunum til manglandi menstruatiónsvørur á Fróðskaparsetur Føroya? Hevur Bjarni Rasmussen eitt serligt samband við bæði Joe Biden og Donald Trump? Kanst tú missa tummilin av at keypa nakrar tablettir av ritalin?
Teir spurningarnir verða viðgjørdir, umframt at G!, Tórsfest, Pride og ólavsøkan eisini eru á skránni í Frímælt hesa ferð.
Gestir eru Laura Kathrine Apol, samfelagsfrøðingur og samskiftisfólk í Listasavni Føroya, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Leivur Frederiksen, fyrstilærari á Velbastað og miðlamaður í Televarpinum.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Ein rúgva av fólki leggja leiðina framvið góða borðið, sum Frímælt hevur sett upp omanfyri sandin í Syðrugøtu, nú G! Festivalur er.
Uni Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktørur í Kringvarpi Føroya og vertur í sendingunum Leitisstein og Plátupanelið, er gestur saman við Theodor Eli Dam Olsen, presti, Rósu Heinesen, skúlastjóra, Mikael Blak, tónleikara, Jón Tyril, fyrrverandi samskipara av G! Festivalinum og nú miðlamaður, Knút Háberg Eysturstein, tónleikara, Heiðrik á Heygum, tónleikara, og Siri Súsonnudóttir Hansen, festivalgesti.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í Frímælt hesa ferð umrøða vit fullu fótbóltsspælararnar, sum vórðu nevndir í sendingini Fótbóltsprát - har tað síðani kom ein almenn umbering út. Men hví kom umberingin? Og var prátið ikki í lagið?
Vit tosa eisini um Tórsfest, sum ikki hevur ein einasta kvinnuligan tónleikara á skránni. Eisini har kom ein umbering, men vit venda hesum kjakinum eisini.
Og so tosa vit um fyribrigdi raw dogging og tað "at keða seg", bæði millum børn og vaksin.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Siri Súsonnudóttir Hansen, námsfrøðingur og nevndarlimur í Tónleikasambandi Føroya, og Jan Vestergaard, sjómaður.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Heldur tú, at evnini omanfyri er nakað, sum ikki ganga hond í hond, so fert tú skeiv ella skeivur, tí hesin parturin av Frímælt er eins góður og fjølbroyttur og vanligt. Vit byrja við at ringja til Eivør, sum í hesum døgum hongur á Times Square í New York. Síðani tosa vit um ólavsøkuframsýningina og hvussu hon er sett saman - millum annað eru eingir gamlir, hvítir menn við.
Eftir tað tosa vit um deyðan og jarðarferðir, tí Sigga-Maria hevur júst fylgt.
Vit fylla eisini skuffuna við snúsið fyri seinastu ferð, tí Prima Brun Snus er farið í søguna. Justinus Eidesgaard, sum hevur snúsað í 51 ár, greiðir frá hesum, áðrenn vit runda av við eitt sindur av EM-práti.
Gestir eru Alda Mohr Eyðunardóttir, listafólk, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, og Høgni Olsen, tænari.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Eru vit klár til eitt nýtt heimskríggj? Eru líka nógv krøv og ynski til mannligar kroppar sum kvinnuligar? Hvat rokast Andrias Høgenni við? Hetta og so eitt sindur av murtum, hári - mangul upp á tað sama - og so áhaldandi romansan millum Iggy Pop og Joe & The Shitboys, er tað, sum fyllir mest í dagsins parti.
Gestir eru Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, poddvarpsvertur og lesandi, og Andrias Høgenni, leikstjóri.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Landsliðsleikarin í hondbólti Rói Berg Hansen vitjar Frímælt og fortelur, hvussu hann hevur stríðst við strongd og tunglyndi, men nú er við at koma fyri seg aftur. Tað greiddi hann frá í Blaðnum farna vikuskiftið - og nú fortelur hann somu søgu í Frímælt.
Vit tosa eisini um Voxbotn, sum er endað í eini truplari støðu, tí The Antonelli Orchestra, sum skal spæla á Voxbotn, er endað í einum ódnarveðri í Danmark, tí Claus Antonsen, kapellmeistari í The Antonelli Orchestra, hevur verið sexistiskur og er farin út um mark í bæði orðum og gerðum í sambandi við upptøkurnar til Toppen af poppen á TV2.
Men eisini í Føroyum hevur Claus Antonsen uppført seg illa og traðkað fleiri føroyskar tónleikarar á tærnar.
Mads Brügger, Fótbóltsprát og ein søguligur býtúrur hjá einum fyrrverandi føroyskum landsliðsvenjara eru eisini millum evnini í dagsins sending.
Gestir eru Rói Berg Hansen, hondbóltsspælari, Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, og Kristinn Vang, stjórnmálafrøðingur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Tríggir av høvuðsaktørunum í verkfallinum hava ein felagsnevnara, sum tey flestu ikki hava givið sær far um. Hvat tað er, verður avdúkað í Frímælt hesa ferð, har vit eisini skifta orð um valið til Evropa ráðið sunnudagin, umframt at vit eisini venda skránni hjá G! Festivalinum, sum kunngjørdi seinastu nøvnini í vikuni.
Gestir eru Kaj Joensen, samskiftisfólk hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg, Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, poddvarpsvertur í Kringvarpi Føroya.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Stórur partur av Frímælt hesa ferð fer við nýggju dokumentarrøðini á TV 2, Den sorte svane, har Mads Brügger, sum eisini er ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, fortelur eina søgu um brotsverk í øllum samfelagsløgum í Danmark. Alt frá rokkarum í Bandidos til toppadvokatar og trygdarstjórar eru sósaðir saman í hesum heimildarfilmunum, sum er ótrúligir upp á allar mátar.
At KOKS ikki fekk nakrar Michelin-stjørnur er eisini nakað, vit venda í Frímælt hesa ferð, og so hoyra vit eina nemandi søgu um eina unga kvinnu, sum fekk abort sum 16 ára gomul, men sum 20 ár seinni kendi seg noydda at tala at orðaskiftinum í løgtinginum.
Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, sum um dagarnar hevur fortalt hesa søguna í Femina, fortelur hana nú í Frímælt.
Og so byrjar parturin eisini við einum spurningi um hassj.
Gestir í Frímælt eru Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, pedagogur og rithøvundur, og Kristinn Vang, fulltrúi í Skattamálaráðnum.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
From the publisher's feed
Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

112,173 Listeners

0 Listeners

90 Listeners

2 Listeners

4 Listeners

23 Listeners

21 Listeners

2 Listeners