
Sign up to save your podcasts
Or


Hetta er ein serútgáva av Frímælt, har vit saman við redaktiónini á Frihedsbrevet hyggja aftur á árið, sum hevur verið. Hvørjar vóru størstu søgurnar hjá Frihedsbrevet? Hvat gott kom Kringvarpið við? Hvørjar vóru mest óvæntaðu søgurnar og hvørjar vóru litríkast?
Vit venda eisini góðum tónleikaupplivingum, filmum og mati.
Gestir eru Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt hesa ferð bjóðar eitt prát um murtamyndir, nú tað er komið fram, at Eyðstein Zachariasen, komandi borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur sent myndir av sínum murti til ymsar kvinnur. Vit venda eisini hesum politiska hálvárinum, sum hevur verið síðani ólavsøku, nú løgtingið fór í jólafrí mikukvøldið. Hetta verður gjørt við at draga fram politikarar, sum hava gjørt vart við seg fram um aðrar. Eisini gera vit eitt legg á flogvøllin, har TAKS tekur í móti ferðafólki og kannar, um hesi hava ov dýrar jólagávur heimvið.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, samfelagsfrøðingur, og Heri Wang Danielsen, lesandi og miðlamaður.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Dagsins partur av Frímælt bjóðar eina vánaliga søgu frá Rólanti, sum Rannvør í øllum førum ikki tímir. Lukkutíð eru aðrar, góðar søgur, sum millum annað snúgva seg um jólini í Afrika, jólagávur og jólastress.
Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur, Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna og lesandi, og Kristinn Vang, stjórnmálafrøðingur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
GG! Ljóðið gleppur av og á, tað harmast vit.
Í Frímælt hesa ferð ber til at hoyra, hvat tað var, sum gjørdi, at stjórin í Kringvarpi Føroya endaði við at missa starvið. Vit tosa eisini um hetta málið, sum fólk ikki eru á einum máli um - og tó.
Vit byrja tó við at hava hondbóltsfepur, gera eitt legg til Qatar, hyggja eftir tveimum frálíkum føroyskum dokumentarum, fara til jólaborðhald og tosa um eina kvinnu, sum vil hava sína rødd aftur.
Gestir eru Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, Andrias Høgenni, leikstjóri, og Høgni Olsen, tænari.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Hetta er partur nummar 100 av Frímælt, sum kemur út. Hetta verður hátíðarhildið við brúsandi víni og víni uttan brús í Rødder & Vin hjá Sólfinni Danielsen á Ravnsborggade í Keypmannahavn.
Vit tosa kappbjóðingina, sum fer fram millum føroyskar festivalar í hesum døgum. Vit tosa um list av ymiskum slagi, bæði hjá Lailu Mote, Marco Evarissti og Marius DC. Vit tosa um Maggies og so runda vit Fólksins rødd av í Kringvarpi Føroya.
Gestir eru Laila Mote, listakvinna, arkitektur og grafikari, Anna Sofía Holm Skoradal, tónleikari og lesandi, Kaj Joensen, samskiftisfólk fyri Sambandsflokkin á Fólkatingi, og Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur Rødder & Vin á Ravnsborggade á Nørrebro í Keypmannahavn.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Fyri einari viku síðani fekk ein føroyskur felagsskapur eina virðisløn, sum hevur fingið merkiliga lítið rúm í føroyskum miðlum. Hesa virðislønina tosa vit um. Vit tosa eisini um javnstøðu, mangul upp á tað sama og misskilta javnstøðu - og so koma eru vit so smátt við at koma í jólahýr, ið vit eisini venda at enda.
Gestir eru Anna Sofía Holm Skoradal, tónleikari, Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur, og Katrin Sigurpálsdóttir Kamban, talsfólk í Fríum vali.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Jan Vestergaard varð ikki valdur inn í Tórshavnar býráð. Hansara 200 atkvøður rukku ikki til ein býráðssess, men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí nú er sjómaðurin aftur við borðið í Frímælt, har vit hesa ferð venda kommunuvalið og øllum tí, sum har til hoyrir.
Pallborðið hesa ferð er mannað við Barbaru Holm, ábyrgdarstjóra í Frihedsbrevet, Niels Una Dam, stjóra í Nudlavirkinum, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Ein maður gongur runt og brýtur hurðar á Øresundskollegiet á Amager, vit tosa við Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir, sum býr á Øresundskollegiet, og frætta tað feskasta av flatlondum. Heima í Føroyum er kappingarárið í fótbólti av, og tí venda vit nøkrum søgum úr Fótbóltsføroyum, sum rukku út um fótbóltsvøllin. Vit spyrja eisini, um Leivur Frederiksen gjørdi "ein Oddbjørn", tá hann gjørdi greitt, at nevndin í Posta eftir hansara tykki burdi verið send til hús - og formaðurin í Posta nakrar dagar seinni varð skiftur út.
Frímælt hesa ferð er mannað við Elsu Mariu Magnusardóttir Olsen, samfelagsfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet, og Tróndur Vatnhamar, vertur í Kringvarpi Føroya.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Vit tosa um landspolitikk í Tjóðveldi og nýggju forkvinnuni, sum skal finnast har. Vit tosa um nýggja landsstýrisfólkið, sum Javnaðarflokkurin skal velja. Vit tosa um kommunvalið, sum nærkast fyri hvønn dag, sum gongur, og so tosa vit eisini um amerikanska forsetavalið, sum verður týsdagin.
Altso pure politics í Frímælt, sum hesa ferð er mannað við Sonju Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingi, Hera Wang Danielsen, lesandi, og Jan Lamhauge, journalisti.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Undantaksstøða valdar í Frímælt, sum ger sítt besta við at dekka málið um Ingilín D. Strøm og hevur millum annað eina forsøgn, sum vísir seg at halda fult og heilt.
Vit hyggja eisini til Danmarkar, har Sjúklingahotellið í Keypmannahavn er um at drukna í bíligum brasi frá Alibaba, sum føroyingar bíleggja har til, fyri so at fáa avvarandi at taka heim tað til Føroya fyri seg.
Vit nema eisini við tunglyndi, tí ein av dagsins gestum stríðist við hetta, men hevur valt at tosa alment um tað.
Gestir eru Siri Súsunnudóttir Hansen, komandi leiðari í City Tórshavn, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet, og Edvin H. Niclasen, lærari og sjónleikari.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
From the publisher's feed
Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

112,173 Listeners

0 Listeners

90 Listeners

2 Listeners

4 Listeners

23 Listeners

21 Listeners

2 Listeners