
Sign up to save your podcasts
Or


Hetta er seinasti ókeypis parturin av Frímælt. Vilt tú hoyra Frímælt framyvir, mást tú tekna hald. Tað gert tú á Frihedsbrevet.fo og trýstir á Verð limur. Velur tú Mánaðarhald, so fært tú fyrsta mánaðin fyri hálvan prís, um tú skrivar Frímælt í teigin Avsláttarskipan.
Í Frímælt hesa ferð venda vit talk of the town, sum er kjakið, ið kom av kjalarvørrinum av umstrídda innslagnum í sendingini Vikuskifti í Kringvarpi Føroya, sum Leivur Thomsen gjørdi um konsertina Femininomen, ið fekk Mariannu Nagata at loysa frá posabandinum á Facebook.
Vit tosa hava eisini ein serligan gest inni at tosa um, hvussu Tjarnir royndist sum hondbóltshøll, nú stórhøllin varð trýstroynd til landsdystin millum Føroyar og Holland.
Somuleiðis fara vit ein túr við Joe & The Shitboys til New York og við Kringvarpi Føroya til Grønlands.
Gestir eru Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, samfelagsfrøðingur, Fríði Djurhuus, tónleikari, og Heri Wang Danielsen, lesandi, umframt Helgi Hildarson Hoydal, hondbóltsspælari.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Hetta er næstseinasti parturin av Frímælt, sum er ókeypis. Ein ókeypis partur kemur fríggjadagin 14. mars. Eftir tað ber bara til at hoyra Frímælt, um tú heldur Frihedsbrevet.
Femifagnaður er hesa vikuna, Kvinnudagur er leygardagin 8. mars og tað fyllir nógv henda partin, har vit eisini nema við søgurnar á Landssjúkrahúsinum og sexsjikanu har, og murtamyndirnar, sum borgarstjórin í Sunda kommunu hevur sent kvinnum, áðrenn hann gjørdist borgarstjóri.
Vit tosa eisini um onnur tiltøk, sum eru, og spyrja, hvar verkakvinnan bleiv av í Femifagnaðinum og á Kvinnudegnum.
Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingur, Marianna Winther Nagata, tónleikari, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Opið stríð hevur tikið seg upp millum Steintór Rasmussen, tónleikara, og Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipara í Kringvarpi Føroya, nú Spæl føroyskt vika er og Ársins útvarpshitt skal veljast.
Stríðið byrjaði sum ein tráður á Facebook, flutti seg inn í sendingina Skratsj í almenna Kringvarpi Føroya og síðani í sendingina Komið øll við hjá privata miðlinum Norðlýsið.
Vit hyggja nærri at hesum, at Spæl føroyskt vikuni og FMA, har tey hava kunngjørt, hvørji eru í uppskoti at vinna virðislønir til tiltakið, sum verður í Varpinum um tríggjar vikur.
Eisini tosa vit við Fríða Djurhuus, sangara í Joe & The Shitboys, nú tað er komið fram, at føroyski punkbólkurin skal hita upp fyri Iggy Pop í Onglandi í næstum.
Og so venda vit eisini málinum um Dennis Holm, sum enn var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá parturin varð tikin upp, men sum seinnapartin hósdagin 27. februar fór frá.
Gestir eru Marianna Winther Nagata, skrivari í Tónleikasambandi Føroya og samskipari av FMA, Heri Wang Danielsen, lesandi og kjakari, og Jan Lamhauge, journalistur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Hallur av Rana er journalistur í Kringvarpi Føroya, men hann er eisini sonur Jenis av Rana, formann í Miðflokkinum, sum fólk elska - og elska at hata. Í Frímælt hesa ferð tosa vit um, hvussu tað er at vera barn hjá einum politikara. Tað gera vit, tí hetta tosa Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal um í nýggja poddvarpinum hjá Fólkaflokkinum, sum eitur Fólkapoddurin.
Vit tosa eisini um PAZ, nýggju matstovuna hjá Poul Andriasi Ziska, sum letur upp mitt í Havnini í apríl. Poul Andrias Ziska vitjar Frímælt og greiðir frá.
Vit tosa um Tjarnir og listina uttanfyri nýggja føroyska stoltleikan, sum skal savna tjóðina um bæði mentan og ítrótt.
Umframt Hall av Rana og Poul Andrias Ziska er Høgni Mohr, ið saman við øðrum eigur og rekur klædna- og lívsstílhandilin Bob & Marilyns, eisini gestur í Frímælt hesa ferð.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Jóhanna Norðberg Niclasen vitjar Frímælt, nú hon skal vera við í danska Melodi Grand Prix, og vit fara við henni aftur um leiktjøldini, nú tað eru tvær vikur til, at sangkappingin verður í danska sjónvarpinum.
Vit tosa eisini um, hvat hendir við Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi, á TikTok. Er tað eitt gott hugskot ella eitt stórt sjálvmál.
Dómarnir í Føroya rætti um brot á §266b verða eisini viðgjørdir, eins og málið um sexchikanu á Landssjúkrahúsinum eisini verður vent - hesa ferð í framhaldi av einum lesarabrævi, sum Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard hevur skrivað og sum verður at lesa í Politiken, ið snýr seg um at vera við barn og leita eftir starvi.
Gestir eru í Frímælt hesa ferð eru Jóhanna Norðberg Niclasen, tónleikari, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, pedagogur og rithøvundur, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, poddvarpsvertur og lesandi.
Vertur er Frímælt er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Falskir føroyskir málningar eru eitt fyribrigdi, sum kann kosta tær dýrt. Í øllum førum eru tað fleiri dømi um, at eitt nú málningar eftir S. J. Mikines verða eftirgjørdir og síðani settir til sølu.
Hetta venda vit í Frímælt hesa ferð, har vit eisini tosa um Jóhan á Plógv Hansen, Bianca Censori, Kanye West og sexismu á Landssjúkrahúsinum.
Gestir hesa ferð eru Bjørt Lind, sexologur og sálarfrøðingur, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, og Finnur Koba, journalistur í Kringvarpi Føroya.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Vit eru við beinleiðis úr Nólsoy, tá sjórænararnir koma í land og verða fagnaðir, eftir at teir komu aftur úr Føroya rætti uttan nakra revsing. Durita Fagradal Augustinussen er á staðnum og greiðir frá í Frímælt.
Vit venda eisini forfólkaumfarinum, sum var í sjónvarpinum týskvøldið - tí semjan er bæði stór og breið, men er hon meiri ítøkilig enn tað, at mann er samdur um at vera samdur?
Og so runda vit av við Gev mær tínar pengar, poddvarpsrøðini hjá Frihedsbrevet, har síðsti partur í sesong II kom út í vikuni.
Gestir eru Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, samfelagsfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt hesa ferð snýr seg burturav um Donald Trump og fylgjurnar av, at hann er vorðin forseti. Vit royna at finna ein føroyskan Trump, Trumpsk rák í Føroyum og spyrja, um Trump ikki er hann, sum kann tryggja Føroyum loysingina?
Gestir eru Jan Vestergaard, sjómaður, Heri Wang Danielsen, lesandi, og Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í Frímælt hesa ferð fylgja vit bæði Studio Bloch, Maggies og Konditarínum til jarðar. Og so burdu joggingbuksurnar, føroyski tjóðarbúnin, eisini verið jarðaðar, men tær liva sítt lukkuliga lív og stórtrívast í Føroyum.
Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, leiðari í City Tórshavn, Uni Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Mikael Blak, tónleikari.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Tað ganga nakrar serligar søgur um Elsu Berg, sum er nýggjur borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hesar venda vit í Frímælt, umframt at vit eisini tosa um eitt óvanligt samgonguskjal í Sunda kommunu, eina óvanliga vitjan í Grønlandi og óvanligar lýsingar av matinum á matstovuni Ræst.
Gestir eru Mikael Blak, tónleiki, Jan Vestergaard, sjómaður, og Jan Lamhauge, journalistur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
From the publisher's feed
Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

112,173 Listeners

0 Listeners

90 Listeners

2 Listeners

4 Listeners

23 Listeners

21 Listeners

2 Listeners