
Sign up to save your podcasts
Or


Fólkini í Frímælt eru í hopla, nú ólavsøkan, pride’in og - ikki minst - ólavsøkurøða løgmans verða viðgjørd. Tí er Midnáttarsangurin í veruleikanum eitt sindur óinteressantur? Var talv-søgan hjá løgmanni eitt sindur for nógv av tí góða? Var Bjarni Hammer so óður í løgtinginum, at hann fór at tosa sum norðingar? Og hvat var tað, sum Bjørt Lind fekk eina virðisløn frá LGBT+ Føroyar fyri?
Tað er nakað av tí, Frímælt vendir hesa ferð.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Siri Súsonnudóttir Hansen, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í hesum søguliga langa partinum av Frímælt taka vit saman um G! og hita upp til tiltøkini, sum koma, ið eru Tórsfest, Pride og ólavsøka.
Men vit steðga eisini á og tosa um Jóan Jakku Guttesen og Ozzy Osbourne, sum báðir hava takka fyri seg sum 76 ára gamlir.
Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, samskiftisfólk hjá matstovuni PAZ, Fríði Djurhuus, tónleikari og sangari í Joe & Shitboys, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Ein røð av góðum fólki vitjar borðið hjá Frímælt á G!, sum vendir og viðger festivalin úr enda í annan. Parturin er tikin upp hóskvøldið á G!, beint eftir at Beinir hevði spælt á sandinum sum tann fyrsti á ársins festivali.
Gestir eru Bjørt Lind, Anna Sofía Holm Skoradal, Jasmin Mote, Siri Súsonnudóttir Hansen, Mikael Blak, Marius DC, Knút Háberg Eysturstein, Sólfinn Danielsen og Beinir Troest Rasmussen.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt hesa ferð er ein eftirmeting av Roskilde festivalinum og ein upphiting til G! Samstundis hyggja vit eisini eftir Oyggjaleikunum, sum byrja um vikuskiftið, vit skifta orð um ein søguliga stóran handil av føroyskum kvotum og so runda vit AI í skúlaskipanini.
Hetta alt kryddað við røvarasøgum frá høgru og vinstru.
Gestir eru Leivur Frederiksen, lærari og miðlamaður, Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur Rødder & vin, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
25 ár eru liðin síðani, at níggju ungir menn doyði til eina konsert á Roskilde festivalinum við bólkinum Pearl Jam í 2000.
Niels Uni Dam var til konsertina og hann greiðir frá hesum, nú Roskilde festivalurin er á skrá og DR hevur givið út eina poddvarpsrøð um ræðuleikan.
Vit venda eisini Voxbotn, sum varð flutt í Tjarnir. Ein góð avgerð, vísti tað seg at vera, hóast fólk vóru á gosi um hetta.
Landsstýriskvinnan Ruth Vang hevur fingið eina hóttan á Messenger, sum løgreglan tók upp. Nú er ein maður dømdur í málinum - og tað er fyri neyðini, at tað hendir, halda fólkini í Frímælt, sum eisini greiða frá hóttanum, tey hava fingið.
Gestir í dagsins parti eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard og Niels Uni Dam.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Sólbjørg Jakobsen hevur gjørt eina sterka og persónliga samrøðu við Jyllands-Posten, har hon greiðir frá einum truplum uppvøkstri í einum kristnum umhvørvi, sum hevði við sær eina røð av ræðuleikum.
Vit tosa um hesa samrøðuna - og so tosa vit við Sólbjørg um søgu hennara.
Barbara Holm er eisini við og setir orð á upplivingina, hon hevði, tá teir tríggir samgonguleiðararnir púra óvæntað greiddu frá loysingarætlanunum, sum tey hava lagt fram fyri donsku forsætisráðfrúnni.
Vit hava eisini hol ígjøgnum til Agnar Prestá, sum fylgir U21-harrunum í hondbólti. Hann hevur fylgt teimum í Póllandi seinastu dagarnar. Somuleiðis ringja vit til Una Leitisstein Hansen fyri at taka saman um Copenhell.
Hetta og so góða huglagið merkir Frímælt hesa ferð, har Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard og Kristinn Vang eru gestir, umframt áðurnevndu fólk eisini eru við í studio ella á linjuni.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Hesin parturin av Frímælt fer í allar ættir. Vit hoyra eina sterka og týdningarmikla søgu um rasismu í Føroyum, vit venda einum grindadrápi, sum var meðan kongshjúnini vitjaðu, vit drekka ein italskan dramm og tosa um Copenhell, vit venda stjørnunum hjá PAZ og so fáa vit eina serstakliga stutta politiska greining av tíðindafundinum eftir ríkisfundin í vikuni.
Gestir eru Laila Mote, listakvinna og arkitektur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, og Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur handilin og barrina Rødder & vin.
Eisini hava vit stutta vitjan av Barbaru Holm, ábyrgdarstjóra í Frihedsbrevet, umframt at vit hoyra málið í Una Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktøri og vertur í sendingunum Leitisstein og Plátupanelið.
Vertur í Frímælt er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Hesin parturin av Frímælt er ein av teimum, sum fer í allar ættir. Vit tosa um kongaliga vitjan í Føroyum, um ríkisrættarligu støðuna og spyrja, um Javnaðarflokkurin er meira sambandskur enn Sambandsflokkurin?
Tobias Rahim kemur til Føroya at fylla Tjarnir í heyst. Í studio er ein maður, sum kennir Tobias væl og tí tosa vit um hetta.
Marius Dam Christophersen, Marius DC, er ein maður við nógvum jørnum í eldinum. Vit tosa við hann um mongu verkætlanirnar, sum eru í gongd og sum hava verið. Og so venda vit nýggja filminum hjá Mariu Winther Olsen, Vælkomin heim, sum verður frumframsýndur í næstu viku.
Hetta, umframt nakrir leysir endar í eyst og vest, er tað, sum fyllir í Frímælt hesa ferð.
Gestir Maria Winther Olsen, leikstjóri, Marius Dam Christopher, tónleikari, Heri Wang Danielsen, lesandi, og Jan Lamhauge, journalistur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt hesa ferð tosar um føroyskar tónleikarar og bólkar, sum hava hitað upp fyri heimsstjørnur, nú Joe & The Shitboys hava hitað upp fyri Iggy Pop til tríggjar konsertir.
Vit tosa eisini um skránna til G! festivalin, sum nú er fastløgd. Veljarakanningin, sum ikki øll taka fyri fult, venda vit eisini, umframt at skráin til vitjanina hjá kongshjúnunum eisini verður viðgjørd.
Gestir hesa ferð eru Jan Vestergaard, sjómaður, Sólfinn Danielsen, vínmaður, Kristinn Vang, skattamaður, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistkvinna.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í Frímælt hesa ferð lata vit veruliga upp fyri kenslunum hjá monnum, tí bæði ein nýggjur vegur og ein fótbóltsdystur fáa menn at blíva rørdar.
Vit tosa eisini um heilsuna hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Joe Biden, um Emmanuel Macron verður bukaður av konu sínari og um Elinborg Pálsdóttir, sum er ein upptikin kvinna í hesum døgum.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Elinborg Pálsdóttir, tónleikari, Kaj Joensen, samskiftisfólk, og Jan Lamhauge, journalistur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
From the publisher's feed
Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

112,173 Listeners

0 Listeners

90 Listeners

2 Listeners

4 Listeners

23 Listeners

21 Listeners

2 Listeners