Frímælt

Frímælt

By Frihedsbrevet FøroyarNewsEntertainment News
Download on the App Store

Frímælt episodes

  • 110. Ein túr í Ikea við gangstaraskipinum Smyril

    Í Frímælt hesa ferð fara vit, eins og restin av Føroyum í hesum døgum, ein túr í Ikea við Smyrli. Vit tosa um tað, stjórin keypti á túrinum og hvussu manningin annars uppførdi seg sum ein skúlaflokkur, tá TAKS kom umborð at gera sítt arbeiði.

    Vit hava breaking news úr FK í Hoyvík, har Maud gevst í køkinum og konseptið verður broytt.

    Vit tosa um løgmann, sum eitt sindur linur til, tá ið virðislønir Norðurlandaráðsins skuldu latast. 

    Vit frætta frá konsertferðini hjá Eivør og Elinborg. Mikael Blak hevur verið við allan túrin og greiðir nærri frá hesum.

    Og so fortelur Eyðfinn Bogason Lamhauge frá nýggju plátuni hjá Aggrasoppum, umframt konsertini, sum verður á Alice á Nørrebro fríggjakvøldið.

    Gestir í Frímælt hesa ferð eru Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur Rødder & vin, Eyðfinn Bogason Lamhauge, tónleikari, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    7 min
  • 109. Eitt poddvarp fult av milliónum og virðislønum

    OL-svimjarin Pál Joensen hevur vunnið 2,2 milliónir krónur í Gekkinum, men eingin føroyskur fjølmiðil hevur tosað við mannin, so Frímælt hevur sligið upp á tráðin fyri at ynskja honum tillukku og spyrja, hvat milliónirnar skulu brúkast til.

    Føroyingar hava vunnið eina røð av virðislønum - norðurlendskar, danskar og føroyskar. Hetta venda vit.

    Føroya mest umrødda par er blivið til eina poddvarpsrøð, sum síðani er blivið Føroya mest umrødda poddvarp. Hetta venda vit sjálvandi.

    Og so fara vit eisini ein túr á Føroya mest bygdasliga tiltak, tí heystfagnaðurin hevur verið á Eiði - vit fáa eina feska reportasju frá hesum.

    Gestir eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, og Kaj Joensen, samskiftisfólk hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    8 min
  • 108. Føroya mest umrødda par og ein serligur gestur

    Í Frímælt hesa ferð tosa vit um Føroya mest umrødda par - í øllum førum fyri nøkrum árum síðani - tí Kringvarp Føroya hevur í vikuni givið út eina poddvarpsrøð við heitinum Kend yvir nátt, sum snýr seg um søguna hjá Poulinu Øregaard Isaksen, einkjan eftir vinnulívsmannin Karl Birgir Isaksen.

    Frímælt hevur eisini vitjan av einum serligum gesti, nú MBCFI aftur er á skrá, tí Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands verður fyri aðru ferð í Silo í Havn.

    Marius DC, sum eisini telist millum gestirnar, skal spæla á Airwaves í Reykjavík í november. Hann greiðir frá hesum, umframt øðrum, sum er á skrá hjá sær.

    Og so minnast vit Hanus G, sum er farin foldum frá.

    Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Uni Leitisstein Hansen, heimasíðusamskipari í Kringvarpi Føroya, og Marius DC, tónleikari. 

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    4 min
  • 107. Hví verða nøkur nevnd við navni og onnur ikki?

    Í Frímælt hesa ferð tosa vit um rættarmál, har fólk verða nevnd við navni, meðan onnur ikki verða. Hvussu ber tað til, at navnið á Finn Jakobsen er farið um allar geilar, meðan vit ikki vita, hvør maðurin, sum filmaði og avmyndaði nakrar naknar smádreingir í svimjihøllini er?

    Vit tosa eisini um tær 22 bíleggingarnar fyri tilsamans 247.380 krónur á menu.fo. Vit tosa um gøluna Galaxy og um pengarnar, sum helst hægstlønti føroyski fótbóltsspælarin fær fyri sáttmálan, hann hevur gjørt við AC Horsens.

    Gestir í Frímælt hesa ferð eru Agnar Prestá, journalstur á Portal.fo, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistur á Frihedsbrevet.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    10 min
  • 106. Løgtingið undir luppin - og framhaldssøgan um FSF

    Aftur hesa ferð venda vit nøkrum háaktuellum málum, sum eisini vóru á skrá í farnu viku.

    Tí vit tosa um fyrstu viðgerð av málinum um fría abort, sum var í løgtinginum týsdagin, og vit tosa um evni, sum knýta seg at hesum. Vit tosa um løgtingsfíggjarlógina og spyrja, hvat hevur henda samgongan lagað av varðum eftir seg.

    Og so tosa vit um kjakið, sum var millum Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjara, og Kristin Dam Ziska, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, í Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet í vikuni.

    Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingur, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Jan Lamhauge, journalistur.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    15 min
  • 105. Abort, dronur, FSF og pisshús

    Vit venda øllum søgunum, sum knýta seg at málinum um abort, sum kemur fyri løgtingið í næstu viku. Vit venda alt frá Áron Vest til Edvu Jacobsen og Helga Abrahamsen, umframt - á hinum veinginum - Annu Falkenberg og Eyðdis Hartmann Niclasen.

    Vit venda eisini dronurnar í Danmark, sum Føroya Politi sigur, at tey eru klár at taka taka sær av, skuldu tær komið henda vegin.

    Málið um Fótbóltssamband Føroya og Trónd Vatnhamar livir enn - vit binda eina sloyfu á hetta. 

    Og so venda vit einum gomlum banka í Havn og einum gomlum pisshúsi í Klaksvík, sum í næstum bæði kunnu líða somu lagnu.

    Gestir eru Elisa Vang, kjakari, Jan Vestergaard, sjómaður, og Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    17 min
  • 104. Vatnhamar og FSF

    Frímælt hesa vikuna loftar talk of the town við Tróndi Vatnhamar, sum FSF royndi at seta upp á pláss. Hvussu væl eydnaðist tað - og hvør stendur eftir eftir sum sigursharrin í hesum?

    Løgtingið skal aftur taka støðu til fría abort. Hvussu fer at gangast hesa ferð? Og hvørjir maktdystir hava verið kring sjálvt uppskotið, áðrenn tað kom aftur í tingið? Tí fáa vit greiði á.

    Vit venda eisini málinum við Bjarna Kárason Petersen, sum kærdi sína neyð á Facebook og Instagram um, at onkur var farin illa við honum í einari viðmerking. Var tað upp á pláss hjá honum at tala at - ella er hann bara ein sartur maður í Havn?

    Og so tosa vit eisini um Javnaðarflokkin á Christiansborg, sum roynir at spæla, at tey ikki hava sent eitt starvsfólk á ein Ísraelstúr, sum Javnaðarflokkurin í Føroyum annars segði, at tey ikki senda starvsfólk til.

    Gestir í Frímælt eru Siri Súsonnudóttir Hansen, varaleiðari í Visit Tórshavn, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    17 min
  • 103. Falska bókaútgávan, valsvik og Nøtte

    Petur Mohr Reinert ferðaðist runt í føroyskum fjølmiðlum við nýggju bók síni, fyri síðani at finna út av, at bókin, sum hann hevði útgivið, var tann skeiva. Hann hevði latið skeivt handrit prentað. 

    Løgreglan hevur skuldsett ein mann fyri at hava framt valsvik í Oyndarfirði. Og revsiramman fyri slíkt er upp í seks ár! Vit fara aftur um málið og tosa um litríkar detaljur, sum hava verið frammi.

    Í landspolitiskum høpi venda við staðsetingina av Brekumboðnum í Klaksvík - og at Føroyar nú kunnu søkja um limaskap í WTO. 

    Hetta og ymiskar aðrar søgur, lokalar eins væl og internationalar, er tað, vit venda í Frímælt hesa ferð.

    Gestir eru Jan Vestergaard, sjómaður, Eyðfinn Bogason Lamhauge, tónleikari, Agnar Prestá, journalistur á Portalinum, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    14 min
  • 102. Vit kjósa vinnaran av politiska munnhøgginum

    Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, og Erling Eidesgaard, løgtingsmaður, hava verið í politiskum munnhøggi á Facebook. Vit fáa ein serkønan gest at taka støðu til, hvør dróg longra stráðið av teimum báðum.

    Vit tosa um nýggja sexleikuhandilin í Havn. Tað er ein søga í føroyskum miðil, at ein slíkur letur upp. Hví er tað tað? Og í kjalarvørrinum av hesum hava vit eisini eina spurnakapping um sexleikur, umframt at vit eisini tosa um sexuella heilsu og sexuelt rættvísi.

    Vit tosa eisini um Sissal, sum skal vera við í Vild med dans, um tatoveringina hjá Súna Selfoss og hava oblikatoriska ljóðbrotið úr Stjórnini á FM1 við.

    Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur á Gentuvesinum, Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður, og Róar Mørkøre Hansen, lesandi.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    12 min
  • 101. Ein litríkur milliardingur vitjar í Føroyum

    Frímælt er aftur úr summarfrí - og tað hava vit glett okkum til. Vit lofta nýggjastu veljarakanningini, vit venda dóminum, sum ein maður fekk fyri at hótta Ruth Vang, vit tosa um Brand Olsen og kálvar hansara, og so er tað milliardingurin Petter Stordalen, sum vitjaði í Føroyum í vikuni, nú hann hevur fingið fótin innum í føroyskari ferðavinnu.

     

    Gestir eru Agnar Prestá, journalistur á Portal.fo, Róar Mørkøre Hansen, lesandi, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.

     

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    9 min

About Frímælt

From the publisher's feed

Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

More shows like Frímælt

The Daily by The New York Times

The Daily

112,173 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

CelebKebab by Sarah Jane Kok og Mie Frejo Copsø

CelebKebab

4 Listeners

Only in America by RADIO IIII

Only in America

23 Listeners

Fantino og Bonde by Rayo

Fantino og Bonde

21 Listeners

Vi ser på det by RADIO IIII

Vi ser på det

2 Listeners