Frímælt

Frímælt

By Frihedsbrevet FøroyarNewsEntertainment News
Download on the App Store

Frímælt episodes

  • 120. Sersending nú hondbóltsstjørnurnar vitja Frímælt

    Frímælt kemur út í úrtíð, tí fyri framman er vikan, har túsundtals føroyingar fara til Oslo í Noreg at fylgja føroyska hondbóltslandsliðnum í EM-endaspælinum.

     

    Tí vitja tríggir av føroysku hondbóltsharrunum Frímælt, har teir tosa um seinastu fyrireikingarnar í Føroyum, um virkisvitjanir og at hitta fjepparar, at gera mat saman við Janusi Einar Sørensen og so framvegis.

     

    Somuleiðis rógva vit aftur á bragdið í Berlin og hyggja fram í móti tí, Oslo hevur at bjóða.

     

    Gestir í Frímælt eru Helgi Hoydal, Kjartan Johansen og Teir Horn Rasmussen.

     

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    10 min
  • 119. Ein trúgvandi fótbóltsspælari og valsvik

    Ein trúgvandi fótbóltsspælari og valsvik

     

    Fríði Djurhuus hevur sett sær fyri at ummæla 365 útgávur, sum hann ikki hevur hoyrt fyrr, í 2026. Hann vitjar Frímælt og greiðir nærri frá hugskotinum, sum tað ber til at fylgja á Instagram-vanga hansara.

     

    Umval skal vera í Runavíkar kommunu týsdagin, men hóast Kringavarp Føroya fyrr í vikuni segði, at lítil valfepur er at merkja, so eru tað onnur, sum halda, at valið er so spennandi sum nakað val hevur verið í langa tíð. Vit hyggja nærri at hesum

     

    Vit draga eisini fram eina grein úr Trúboðanum, sum er um fótbóltsspælaran Andrias Edmundsson, sum har greiðir frá, at tað undan hvørjum dysti, sum hann spælir við pólska liði sínum, er ein stutt bønarløta - og at hann biðir Faðir vár, tá mótstøðuliðið syngur tjóðsangin, tá landsdystir eru.

     

    Hetta og annað mangt - millum annað Netflix-røðin The Next Act hjá Simon Cowell - er á skrá í Frímælt hesa ferð.

     

    Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, samskiftisfólk hjá PAZ, Fríði Djurhuus, tónleikari og forsangari í Joe & The Shitboys, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.

     

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    12 min
  • 118. Árið, ið fór í Frímælt

    Redaktiónin á Frihedsbrevet er savnað kring borðið í studio, har tey taka saman um nakrar av mest litríku søgunum, sum hava merkt 2025. Hetta innanfyri politikk, vinnulív, mentan og tíðindi annars.

    Eisini koma gestirnir við hvør sínum boði upp á ársins konsertuppliving, ársins matuppliving og ársins film ella røð.

    Gestir eru Barbara Holm, ábyrgdarstjóri, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur, og Jan Lamhauge, journalistur.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    6 min
  • 117. Moskur í Føroyum, ársins orð og burturvísingar eftir jólaborð

    Eitt jólaborðhald á Smyril Line fekk ógvusligar avleiðingar fyri tveir menn, sum eru burturvístir frá arbeiðsplássinum fyri ógvusliga atburðin mótvegis Eyðdis Hartmann Niclasen, sum er í leiðsluni í Smyril Line, umframt at hon er tingkvinna fyri Sambandsflokkin.

    Ársins orð er Suðuroyartunnil. Vit venda hesum og hinum orðunum, sum vóru í uppskoti. 

    Konsertirnar hjá Radiohead í Keypmannahavn verða eisini vendar, tað sama verður hugskoti hjá Sjúrði Skaale um at bannað moskum, burkaum og niqabs í Føroyum - og hugskotið hjá Dennis Holm um at fáa eina millión á fíggjarlógini til Maritima Mentanardepilin í Vági, har hann er bókhaldari.

    Gestir eru Svanna Hentze í Gong, teknmálstulkur, Bjørt Lind, sálarfrøðingar og sexologur, og Mikael Blak, tónleikari.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    9 min
  • 116. Kreppuhjálp til altjóða sjónleikara eftir Føroyaferð

    Ein altjóða kendur sjónleikari hevur vitjað í Føroyum og hevur síðani fingið kreppuhjálp, tí reaktiónirnar upp á matupplivingina, hann hevði her, vóru so ógvusligar. Vit venda málinum, sum er komið fram í magasininum Euroman.

    Ógvusligar hava reaktiónirnar eisini verið upp á dokumentarin The Reckoning - og tað ikki uttan orsøk. Vit venda óhugnaligu søguni um Sean Combs ella P. Diddy, sum verður lýst í Netflix-røðini.

    Apropos ógvusligar reaktiónir - og uttan samanbering annars - so hava fleiri av slagnum verið kring málið um fría abort. So mikið ógvusligar, at hetta er meldað til løgregluna. Vit tosa um hetta - og fara frá tí kjakinum í eitt annað kjak: frí abort.

    Andrias Høgenni telist millum gestirnar, men tað ger hann ikki uttan orsøk, tí hann hevur enn eina ferð verið í uppskoti til eina virðisløn. Hesa ferð fyri besta handrit til filmin Etniske smerter, sum hann hevur verið við at skriva.

    Andrias Høgenni greiðir frá hesum, frá filminum og hvat hann annars tekst við.

    Og so venda vit at enda Gentuvesið, sum hevur eitt forkunnugt live show undan jólum. Rannvør Fríða Eyðunsdóttir greiðir frá hesum og kunnger útskiftingar í panelinum.

    Gestir eru áðurnevndu Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur, Andrias Høgenni, leikstjóri, og Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højggard, pedagogur og rithøvundur.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    8 min
  • 115. Abort og børnini í Afrika

    Aftur hesa ferð fer ein partur av Frímælt við at tosa um abort og tað, sum leggur seg aftrat tí, ið er farið fram í og kring løgtingið og landsstýrið seinastu dagarnar.

    Vit fara eisini í ervi í Sirkus eina seinastu ferð, nú Trygvi Danielsen hevur skrivað eina nógv rósta reportasju haðani, sum er at lesa í Frihedsbrevet.

    Vit umrøða eisini málið við Patrick da Silva, sum er dømdur 30 daga fongsulsrevsing fyri blúnisbrot, vit venda Tórbjørn Jacobsen, sum viðgerð seg sjálvan í Stjórnini og so avdúka vit - sambært Birgir Kruse - ársins orð og upprunan til tað.

    Gestir eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður, Róar Mørkøre Hansen, lesandi, og Trygvi Danielsen, rithøvundur.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    12 min
  • 114. Valsvik, gløgg og cocktails á PAZ

    Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur og eigari av PAZ, vitjar Frímælt við spennandi tíðindum um, hvussu tey fara at víðka virksemi komandi ár - millum annað við eini cocktailbarr.

    Gløggsesongin er byrjað, men hvat eyðkennir eitt gott gløgg og hvat eyðkennir eitt vánaligt gløgg? Tað veit ein av dómarunum til DM í gløgg, Sólfinn Danielsen, sum eisini hevur kalt gløgg við í Frímælt.

    Maria Winther Olsen vann í vikuni eina Ekko Award fyri filmin Vælkomin heim, sum er ein heimildarfilmur um Annu Sofíu Holm Skoradal og Álvur av Kák, sum búgva á Oyrasundi. 

    Vit venda eisini valsvikið í Runavíkar kommunu, at John Johannesen hevur kært Frihedsbrevet, Portalin og Dimmalætting fyri fjølmiðlanevndina, tí hesi hava skrivað um, at hann er meldaður til løgregluna fyri blúnisbrot.

    Eisini verður málið um fría abort, sum er til aðru viðgerð í løgtinginum fríggjadagin, sum hetta poddvarpið kemur út.

    Gestir eru Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, Poul Andrias Ziska, kokkur og eigari av PAZ, og Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur Rødder & vin.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    9 min
  • 113. John Johannesen, eitt juicy grindamál og Thai Style

    Frímælt hesa ferð snýr seg um Føroya mest umrøddu søgu í hesum døgum: málið um, at John Johannesen, vertur í Degi og viku, er meldaður til løgregluna fyri blúnisbrot.

    Vit tosa eisini um innbrotið í Thai Style - ella um heldur sjáldsomu umrøðuna av innbrotinum í Thai Style. 

    Vit tosa um abort og ta sannroynd, at Ruth Vang so seint sum í 2023 segði seg vera ímóti abort, meðan Høgni Hoydal ikki vildi svara, tá hann var spurdur. Tað er merkisvert, sum í dag sigur seg vera fyri fríari abort, áður er endurgivin í donskum miðlum fyri, at hann skal vera í móti fríari abort.

    Todi Jónsson er eisini ein maður, sum verður umrøddur, tí bók um hann er komin út. Hana hevur Sólvit Nolsø skrivað, meðan Leivur Frederiksen hevur gjørt samrøðu við teir báðar um tað í sambandi við bókaútgávuna. Vit tosa við Leiv um bókina og fáa feskar søgur úr henni.

    Og so fara vit ein túr í grind, tí Jens Jensen, fyrrverandi sýðslumaður, er meldaður fyri djórapínslu í sambandi við tvær grindir. Í hesum sambandi koma nakrar áhugaverdar søgur um løgregluna og hennara virksemi fram.

    Gestir í Frímælt eru Siri Súsonnudóttir Hansen, stjóri í City Tórshavn, Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður, og Jan Vestergaard, sjómaður.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    13 min
  • 112. Føroya longsta bók og manifestið hjá Klakstein

    Frímælt hesa ferð tekur bókina hey :) undir luppin. Trygvi Danielsen hevur skrivað og er hon fleiri enn 900 síður til longdar - í mesengerformi.

    Vit hyggja nærri at filminum Vælkomin heim, sum Maria Winther Olsen hevur gjørt, um serliga vinalagið hjá Annu Sofíu Holm Skoradal og Álvi av Kák. Ein filmur, sum er í uppskoti at gerast ársins dokumentarur á Ekko Film Awards.

    Vit nærlesa manifestið hjá Eyðuni Klakstein, sum hann hevur fingið prentað í The Observer. Ein tekstur, sum leiðir tankarnar aftur til tiltiknu røðuna hjá Willam Wallace í Braveheart.

    Og so hoyra vit um tvær serligar konsertir, sum 200 og íslendski kultbólkurin HAM hava um vikuskiftið.

    Gestir í Frímælt Anna Sofía Holm Skoradal, tónleikari, Sissal Kampmann, rithøvundur, Trygvi Danielsen, rithøvundur og tónleikari, og Mikael Blak, tónleikari.

    Vertur er Rólant Waag Dam.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    11 min
  • 111. Vit endavenda politisku støðuna og fara í Sirkus

    Í Frímælt hesa ferð endavenda vit politisku støðuna, blíva klókari og tosa um tað, sum kemur at henda. 

    Vit fara eisini ein túr í Sirkus, sum nú fer at lata aftur, tí Miðlahúsið skal flyta inn har. Vit minnast Sirkus og Miðlahúsið, sum bæði hava havt sína tíð í hæddini.

    Í hinum endanum, botninum, rekst Strandferðslan, sum vit eisini hyggja nærri at, nú tvey fólk aftrat eru løgst at listanum yvir teirra, sum smuglaðu ótollaðar vørur til landið, tá Smyril kom aftur úr dokk.

    Gestir eru Jan Vestergaard, sjómaður, Barbara Holm, ábyrgdarblaðstjóri í Frihedsbrevet, Eyðfinn Bogason Lamhauge, tónleikari, og Agnar Prestá, journalistur á Portal.fo.

    Vertur er Rólant Waag Dam. 

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    12 min

About Frímælt

From the publisher's feed

Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

More shows like Frímælt

The Daily by The New York Times

The Daily

112,173 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners

Genstart by DR

Genstart

90 Listeners

Tiden by DR

Tiden

2 Listeners

CelebKebab by Sarah Jane Kok og Mie Frejo Copsø

CelebKebab

4 Listeners

Only in America by RADIO IIII

Only in America

23 Listeners

Fantino og Bonde by Rayo

Fantino og Bonde

21 Listeners

Vi ser på det by RADIO IIII

Vi ser på det

2 Listeners