
Sign up to save your podcasts
Or


Frímælt hesa ferð bjóðar søgur av alskyns slagi. Vit hoyra søguna um serliga sangin, sum verður sungin eftir mangan hondbóltslandsdystin. Helgi Hoydal, landsliðsleikari í hondbólti, er í studio og greiðir frá.
Vit hoyra eisini um serliga sambandi, sum er millum Súna Olsen og Arne Slot, venjarin, sum hevur gjørt Liverpool til enskar meistarar.
Eurovision er av og vit venda Sissal og sangi hennara, umframt at vit hoyra um eitt forkunnugt rættarmál við eina rúgvu av málningum hjá Zachariasi Heinesen, S. J. Mikines og Williami Heinesen.
Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet, Helgi Hoydal, hondbóltsspælari, og Agnar Prestá, journalistur á Portalinum.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Yuval Raphael, sum er ísraelska umboðið til Eurovision, hevur eina beinleiðis áheitan til føroyingar, um at stuðla Ísrael í Eurovision-sangkappingini. Vit lurta eftir boðunum, sum hon millum annað hevur lagt á Facebook og tosa um, hvussu tað ber til.
Løgtingið er á veg í summarfrí, nú maimánaður er hálvrunnin, so vit lodda dýpið undan seinasta tingfundinum, sum verður mánadagin. Vit fáa eina dagføring frá Jan Lamhauge, umframt at vit eisini leita fram nøkur stuttlig ljóðbrot úr løgtingssalinum.
Og so venda vit eisini støðuni í Tjóðveldi, nú flokkurin hevur fingið nakrar av mest framstandandi kvinnunum at gera eina nógv umrødda videoheilsan til Sissal í Eurovision.
Gestir eru Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, og Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt fær vitjan av Jan Lamhauge, sum fortelur, at føroyingurin Fróði Midjord er ein av høvuðspersónunum í einari avdúkandi grein í the Guardian, sum skrivar um víðgongdar høgravendar rørslur kring knøttin.
Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, er vorðin virkandi forfólk í flokkinum, nú formaðurin Alex Vanopslagh er farin í barnsburðarfarloyvi. Hetta greiðir hon frá í Frímælt, har vit eisini tosa um skránna á G!, sum er liðug, og Seinasta paradísið á jørð, sum fær eitt gott ummæli fyri og annað eftir í donskum miðlum, nú filmurin gongur sína sigursrós í 58 donskum biografum og enn er at síggja í Havnar bio.
Umframt Jan Lamhauge og Sólbjørg Jacobsen, eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og útvarpskvinna, og Kristinn Vang, fulltrúi í Skattamálaráðnum, gestir.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í Frímælt hesa ferð borðreiða vit við einum kenslubornum práti um Suðuroyartunnilin. Vit fara á konsert hjá Billie Eilish, til frumframsýning í Danmark av nýggjasta filminum hjá Sakarisi Stórá og á fernisersing hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir.
Eisini tosa vit um løgregluna, sum mundi skotið spurvar við kanónum, meðan vit drekka blommuvín og eta cookies.
Gestir eru Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna, Sólfinn Danielsen, vínmaður, ið eigur og rekur Rødder & Vin, og Bjarni Richardt-Mortensen, autodiktatur filosoffur, location manager, lagurmaður og annars universitetslærdur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt hesa ferð loftar øllum møguligum bóltum. Alt frá Bjarka Hansen, sum sang saman við Bryan Adams, til Mariannu Winther Nagata, sum bleiv interviewað av RUV, og borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, sum krassjaði ein firmabil hjá pápa sínum.
Harumframt vitjar Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen eisini studio, og vit fáa tí eina feska dagføring úr hennara gerandisdegi, nú tríggjar vikur eru til finaluna í Eurovision.
Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, og Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, tónleikari.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Heiðrik á Heygum er farin undir at gera ein musical, sum hann er komin í Frímælt at tosa um. Vit skifta eisini orð um, hvat tað er, ið stríðið í Miðeystri ger við fólk í Føroyum - og hvat tað ger við Javnaðarflokkin og Sjúrð Skaale.
At enda koma vit við nøkrum viðmælum til fólk, sum eru farin í páskafrí. Alt frá konsertum til seriur og bøkur.
Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, Heiðrik á Heygum og Finnur Koba.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Rani Nolsøe hevur givið út bók, har n-orðið er partur av heitinum. Hetta hevur fingið fleiri at geva ilt av sær og harmast. Tað tosa vit um, umframt at vit tosa við Rana Nolsøe sjálvan.
Vit tosa eisini um nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá, Seinasta paradís á jørð, sum hevur fostrað eina nýggja stjørnu í Bjørg Brynhildardóttir Egholm.
Støðan í Framsókn verður eisini vend, nú Sólvit Nolsøe hevur takkað fyri seg í flokkinum, umframt at røðin White Lotus eisini verður viðgjørd, nú seinasti partur í røðini er komin út.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Jan Vestergaard, sjómaður, og Jan Lamhauge, journalistur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt hesa ferð bjóðar tvær søgur, sum hava verið sera nógv umrøddar seinastu dagarnar. Báðar knýta tær seg at fótbólti, men hava absolutt einki við fótbólt at gera. Tann eina søgan er um ein mann, sum klípti ein annan í pissilingin. Á fótbóltsvøllinum. Hin søgan er um ein mann, sum er komin til Føroya at spæla fótbólt, men ikki tók í hondina á skrivaranum í felagnum, hann skal spæla fyri.
Vit tosa eisini um Framsókn, sum fer at vera fyri fríari fosturtøku - eftir næsta løgtingsval. Men hvørjar avleiðingar hevur ein fráboðan av tí slagnum?
Vit fara eisini ein túr í Bob & Marilyn’s, handilin, sum er bæði aktuellur við einum nýggjum poddvarpi og einum social club, sum teir kalla tað, har tey møtast eina ferð um vikuna fyri at renna ein kvøldartúr í felag.
1. apríl hevur eisini verið, nógvar aprílsøgur eru sagdar, men er tað ein farin tíð, spyrja vit - og so runda vit eisini nýggja stjóran í Kringvarpi Føroya, Magnus Dam.
Gestir hesa ferð eru Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, Leivur Frederiksen, skúlastjóri og miðlamaður í Televarpinum, og Høgni Mohr, eigari av Bob & Marilyn’s.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Hesa ferð kava vit niður røðina, sum øll tosa um í hesum døgum: Adolescence á Netflix. Vit tosa um tematikkin, sjónleikararnar og filmslistarliga partin av bretsku røðini, sum er fýra partar.
Vit nerta eisini stutt við White Lotus, áðrenn farið verður á FMA í Varpinum, sum vísti seg at vera ein ógvuliga góð sjónvarpssending, fyri síðani at enda í Grønlandi, sum øll heimsins eygu eru vend ímóti í hesum døgum.
Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, Jan Vestergaard, sjómaður, og Mikael Blak, tónleikari.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
6. juni skuldi Dania O. Tausen spæla á Maggies í Nólsoy, men tað avlýsti Terji Rasmussen - og nú skal Son of Fortune spæla henda dagin. Tað ger Benjamin Petersen saman við Terja Rasmussen, Leivi Thomsen og Kim Hansen, umframt Jan Rúna Poulsen, sum altíð spælir við Son of Fortune. Onkur hevur rópt hetta eina hevndarkonsert.
Hetta tosa vit um, umframt at vit tosa um FMA, sum verður í Varpinum fríggjakvøldið 21. mars.
Vit tosa eisini um, at Frihedsbrevet hevur kært ein løgreglumann fyri eina óhóskandi viðmerking, sum fall í samband við eitt mál í Eystara landsrætti um blúnisbrot. Eisini koma vit inn á handfaringina av søgunum um sexchikanu á Landssjúkrahúsinum.
Somuleiðis stundar til, at matstovan Paz letur upp. Vit tosa við Poul Andrias Ziska um hetta, og um góðu umrøðuna, sum hetta fær í eitt nú danska magasininum Euroman.
Gestir í Frímælt eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, og Poul Andrias Ziska, kokkur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
From the publisher's feed
Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

112,173 Listeners

0 Listeners

90 Listeners

2 Listeners

4 Listeners

23 Listeners

21 Listeners

2 Listeners