
Sign up to save your podcasts
Or


Hetta er ein av teimum pørtunum av Frímælt, har evnini valla fáa verið meira ymisk enn tað sama. Vit venda FMA, heiðurslønta Hanus G og ein forsmáddan miðil í Norðoyggjum. Somuleiðis spyrja vit, hvussu nógvar fótbóltssendingar kann eitt land hava, sum er so vánaligt til fótbólt sum Føroyar?
Í meira álvarsliga endanum venda vit ein dóm í Eystara landsrætti, har ein maður í tríatiárunum hevur fingið eitt hálvtára fongsulsrevsing fyri at vera saman við eini 14 ára gamlari gentu seks ferðir.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Mikael Blak, tónleikari, og Uni Leitisstein Hansen, netredaktørur í Kringvarpi Føroya.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Hví var bispur so óður, tá hann var í útvarpinum og tosaði um eina kæru? Er talan um ein fyrisitingarligan fótfeil ella er kirkjan um at fara í tvívingar? Og hví eru tað so nógv, sum fáa so ilt av, at løgtingskvinnurnar fara til New York? Og høvdu hesar somu kvinnur farið á ráðstevnuna, um hon var í Skåne?
Tað tosa vit um í dagsins parti av Frímælt, har vit eisini tosað um farvælheilsanina, ein venjari fekk frá sínum felagi, eitt karaktermorð, sum er óhoyrt - ella hava vit ikki sæð líknandi dømi í Føroyum?
Vit runda eisini spurningin um abort, Saga JAM hjá Høgna Mohr, sum hevur fingið eina virðisløn, og tónleikatiltakið FMA, sum verður um vikuskiftið.
Gestir eru Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum, Elisa Vang, samfelagsfrøðingur, skemtari og aktivistur, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Vit venda nógv umrøddu søguna um Johan Dahl, sum verður lagdur undir at hava gjørt eina kvinnu við barn - eitt mál, sum er meldað til løgregluna. Vit tosa um, at Frímælt er tikið upp á tingsins røðarapalli og spurningur settur út frá tí.
Vit venda eisini The Greatest Night in Pop á Netflix, um løgtingsfólk, sum bara vrøvla og nerta við listan við powerpørum.
Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, Leivur Frederiksen, fyrstilærari á Velbastað, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Nógv umrøddi kendislistin hjá Frímælt verður endurskoðaður og eitt nýtt navn verður vigað. Ein annar listi, sum eisini hevur verið endurskoðaður, er listin av fólkum og síðum, sum Løgmansskrivstovan fylgir á Instragram. Vit runda eisini Ríkisrættin, kríggið í Ukraina og hysteriskar keypmannahavnaratýpur.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, og Jan Vestergaard, sjómaður.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Hvat hava Bill Justinussen, ein øl, sum er 6,66 prosent og B36-varpið í felag? Svarið er, at hesi verða øll vend og viðgjørd í nýggjasta partinum av Frímælt, sum eisini rundar Spotify, sum so smátt er farið at strika føroyskan tónleik, sum verður lítið spældur.
Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og vertur í Verkavarpinum, og Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frímælt hevur ekslusivt fingið samrøðu við ein biltjóv, sum stjól ikki færri enn tveir bilar herfyri. Hoyr hvør tað er og hví hann stjól bilarnar.
Jan Vestergaard avdúkar breaking news í poddvarpinum, sum annars er um sex, Instagram-profilin hjá Løgmansskrivstovuni, Super Bowl og val av øllum møguligum slagi.
Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingur og samskipari í Samtaki, og Jan Vestergaard, sjómaður.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í Frímælt hesa ferð tosa vit um ein týskan sang, sum ljóðar væl, men hvørs tekstur ikki endiliga er serliga hondbóltsligur. Vit tosa um skannaran í Klaksvík, har fíggjarligi høvuðspersónurin ráðførdi seg við konuna, áðrenn avgerðin var tikin - og so tosa vit um føroyskan dans, gongd í haga og Bacalao.
Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Tummas Pauli av Reyni, bilmekanikkari og sløkkiliðsmaður, og Jan Vestergaard, sjómaður.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Vit venda tíðindunum um, at Janus Wiberg Mortensen skal á Eurovision, sjálvt um hann hevur sagt, at tað ætlar hann sær ikki.
Lena Anderssen gevur út nýggja plátu í dag, har hon millum annað hevur samstarvað við Geoff Emerick, ið áður hevur arbeitt saman við eitt nú The Beatles, Elvis Costello og Kate Bush. Vit tosa um Lenu og hvat hetta er fyri ein pláta, hon hevur givið út.
Og so fara vit í kirkju við óuppdrignum næmingum, sum ikki duga at ganga í kirkju. Ella er tað tað, sum er problemið?
Gestir eru Tummas Pauli av Reyni, bilmekanikkari og sløkkiliðsmaður, Uni Leitisstein Hansen, netredaktørur og vertur í Leitisstein, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Er tað at skjóta spurvar við kanónum, tá løgreglan eftir innbrot í Listasavn Føroya, fer alment út og eftirlýsir ein mann við eini mynd? Er tað í lagið, at pensjónsaldurin skal hækka - og hví tosar eingin um tað? Og hvørjar eru bestu seriurnar nakrantíð? Tað eru evnini í Frímælt hesa ferð, sum enn er eitt sindur rakt av fepri - hondbóltsfepri.
Gestir eru Leivur Frederiksen, fyrstilærari á skúlanum á Velbastað, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, og Jan Lamhauge, journalistur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir røðirnar, sum luttakarnir í Frímælt viðmældu. Uni Leitisstein Hansen skuldi vera við í Frímælt, men fekk forfall og sendi inn sín lista. Jan, sum loysti Una av, hevði bara tíð at finna tríggjar røðir fram, meðan Sunva hevði eina røð av serium, sum hon ikki hevði raðfest - tað gjørdu hinir.
Rólant:
The Sopranos
Top Boy
Mad Men
Breaking Bad
House of Cards
Leivur:
Black Adder
Frasier
Afterlife
Dag
Greyzone
Uni:
Breaking Bad
Band of Brothers
True Detective
Twin Peaks
Stranger Things
Jan:
Twin Peaks
Game of Thrones
Breaking Bad
Sunva:
Succession
My So-Called Life
24
Peaky Blinders
Big Little Lies
Mad Men
House of Cards
Killing Eve
Felicity
Tornfuglarnir
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Kensluborið og lívligt kjak hesa ferð, nú sálarheilsan hjá monnum varð sett undir luppin. Tí menn hava veruliga ein stóran trupulleika: sálarheilsan er vánalig og tað er alvorligt. Tað er tað eisini at taka eina abort, sum vit sjálvandi eisini tosa um. Og so er ein annar spurningur, um tíðin er farin frá objektivum journalistum?
Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur í Gentuvesinum í Kringvarpi Føroya, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og poddvarpsvertur.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
From the publisher's feed
Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

112,173 Listeners

0 Listeners

90 Listeners

2 Listeners

4 Listeners

23 Listeners

21 Listeners

2 Listeners