
Sign up to save your podcasts
Or


Visti tú, at løgreglan eina ferð ringdi til Tórbjørn Jacobsen, sum tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og bjóðaði honum politiverju? Hesa søguna fáa tit hesa ferð, Tobbi greiðir sjálvur frá hendingini.
Vit venda eisini rúsdrekkalógini, sum als ikki er tað ynskið, sum vinnan hevði, men sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður annars vil vera við. Tí í veruleikanum er talan um eina herðing - hoyrið hví.
Annars er tað eitt sindur av Ísrael, Eivind Jacobsen og Tórshavnar Manskór - og sjálvandi dagsins kaka.
Gestir eru Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og poddvarpsvertur, Niels Uni Dam, stjóri á Nudlavirkinum, og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Amatøroyar vóru tvey ár frammanfyri Frihedsbrevet, tá teir í 2021 koyrdu breaking news upp á Frants Jensen, sum tá eins og nú var formaður í Ísrarealsmissiónini. Hvat bleiv av virðislønini til ungt listafólk, sum Jenis av Rana varð so nógv hartaður fyri ikki at lata? Hvussu verða vit eldri - og hví eru ávís støð í heiminum, har fólk liva longri?
Í Frímælt hesa ferð koma vit víða um. Netflix-røðir, Russlandsavtalur og virtuellir influensarar eru eisini millum evnini.
Gestir eru Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Kringvarpi Føroya, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í hesum partinum tosa vit um at slikka fisu - bæði í løgtinginum og í Kringvarpi Føroya. Vit tosa um David Beckham og nýggju røðina á Netflix, um Claudia Goldin, sum hevur vunnið virðisløn Nobels sum bara triðja kvinnan í røðini - og so venda vit eisini syndarliga stríðið millum Ísrael og Palestina.
Dagsins gestir eru Leivur Frederiksen, miðlafólk í Televarpinum, Sonja Jógvansdóttir, stjórnmálafrøðingur og samskipari í Samtaki, og Barbara Gaardlykke Apol, búskaparfrøðingur og lærari á Glasi.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Danska TV2 hevur gjørt eina stuttrøð um abortviðurskiftini í Føroyum, men er talan um annað enn abortguff fyri danskarar? Vit tosa eisini um, at ein LGBT-persónur varð álopin í Reykjavík í sambandi við eina LGBT-ráðstevnum, sum var har - og at LGBT-persónar í Føroyum eisini eru fyri ógvusligum ágangi, hóast tað ikki verður tosað so hart um tað.
At enda í poddvarpinum krýpur Rólant til krossin og viðgongur, at hann er Michael Learns To Rock-fjeppari - og so kemur fram, at tað er ein føroyingur, sum hevur framleitt nøkur av størstu hittunum MLTR, sum í 1995 yvirhálaði Michael Jackson, sum best seljandi útlendski bólkur nakrantíð.
Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, nevndarlimur í LGBT Føroyar, Uni Leitisstein Hansen, netredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Hevur tú hoyrt søguna um Bandidos-rokkaran og gangstaran, sum snýtti nakrar føroyskar vinnulívsmenn? Hana fært tú í Frímælt hesa ferð, umframt at vit tosa um støðuna hjá heimleysum í Havn og neyðtøkuákærurnar mótvegis bretska sjónleikarinum og miðlamanninum Russel Brand.
Gestir eru Elisa Vang, poddvarpsvertur og stjórnmálafrøðingur, Jan Vestergaard, sjómaður, og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Frihedsbrevet hevur fingið fatur í strafbarlistanum á Glasi. Nøkur dømi verða tikin úr rúgvuni og viðgjørd - og so tosa vit við ein næming um sjálvan listan. Vit tosa eisini um samgonguna, sum at síggja til siglir eitt sindur í hesum døgum. Og so skifta vit eisini orð um Honnu Jensen og hennara avgerð um einki at siga, tá hon meldar seg inn aftur í løgtingið.
Gestir eru Jan Vestergaard, sjómaður, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Borgarstjóri. Formaður. Politiskur viðmerkjari. Fótbóltsserfrøðingur. Bókormur. Vinmaður. Seinastu vikuna hevur Tórbjørn Jacobsen verið alment frammi undir alskyns hattum, sum vit skifta orð um.
Sjúrður Skaale er ikki Putin, men hví sleppa dulnevnd fólk á VP at gera so ljótar samanberingar? Og hvat er tað fyri eitt undarligt forhold føroyingar hava til Ísrael?
Evnini eru mong í dagsins parti av Frímælt, har Elisa Vang, samfelagsfrøðingur, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet, eru gestir.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Vit leggja nýggj nøvn aftrat listanum yvir kendar føroyingar, sum eru kendari enn aðrir. Vit tosa um heimsins besta føroyska hondbóltsspælara, Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum spælir við einum av heimsins bestu feløgum í heimsins bestu hondbóltsdeild. Vit tosa um abort, transpersónar, ósjónligt arbeiði hjá kvinnum, føroyingar á Christiania og nógv aftrat - og so flenna vit hart og nógv.
Gestir eru Tróndur Vatnhamar, vertur í Kringvarpi Føroya, Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavni Føroya, og Barbara Holm, ábyrgdarblaðstjóri í Frihedsbrevet.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Fríggjadagsflaggskipið hjá Frihedsbrevet, Frímælt, verður nú ókeypis og atkomiligt fyri øll. Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.
Í Frímælt hesa ferð venda vit wrestling! Tónleikarin Fríði Djurhuus hevur verið á Wembley saman við 81.000 øðrum áskoðarum og hugt eftir wrestling, sum hann kallar list. Vit tosa eisini um, hvussu Tórshavnar kommuna púra tilvildarligt - ella var tað nú tað - gloymdi at senda fýra tey mest týdningarmiklu skjølini, tá tey annars sendu 400 onnur skjøl í einum máli um, at kommunan hevur brúkt eina millión krónur, uttan at hetta er politiskt samtykt. Vit tosa um Christiania, nú Pusher Street enn eina ferð skal lata aftur - og so tosa vit um tónleikapolitikkin í Kringvarpi Føroya, sum var vendur og viðgjørdur í Løkshøll í vikuni.
Umframt Fríða Djurhuus úr Joe & The Shitboys eru Uni Leitisstein Hansen, netredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet, gestir í Frímælt.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
Í fyrsta parti av Frímælt tosa vit um poddvarpsrøðina Gev mær tínar pengar, vit tosa um ein óhepnan vesitilburð, vánalig vallyfti, hví útblaking er so skeivt og hvussu tað verður gjørdur munur á børnum, sum hava sítt at stríðast við.
Gestir eru Eyðun Klakstein, journalistur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet Føroyar, og Jan Vestergaard, sjómaður.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
From the publisher's feed
Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

112,173 Listeners

0 Listeners

90 Listeners

2 Listeners

4 Listeners

23 Listeners

21 Listeners

2 Listeners